Víkingur livir í Europa

Hóast tað ikki eydnaðist Víkingi at vinna fulla úrtøku, so er liðformaðurin, Atli Gregersen, nøgdur við avrikið.

-Vit stríddust fyri søkini, og tað eru vit fegnir um. Eftir eina løtu sóu vit, at teir vóru til at hava við at gera. Og vit rokna við, at tað kann bera til hjá okkum at vinna á útivølli, segði Atli Gregersen, sum var fegin um, at tað eydnaðist Finni Justinussen at skora.

-Men vit iðra okkum um, at tað eydnaðist teimum at skora eftir hornaspark.

 

Finnur Justinussen var fegin um, at tað hevði eydnast honum at skora mál.

-Eg eri sera fegin um, at vit spældu væl, og at vit fingu úrtøku. Vit trúgva uppá, at tað skal bera til í Finlandi, segði málskjúttin.

 

Sigfríður Clementsen harmaðist um, at vindrin hevði darvað so mikið, at talan var so at siga um ein hálvleik í part:

 

-Teir megna ikki at spæla seg til nakran upplagdan møguleika. Vit eiga ikki at geva mál burtur í deyðbóltsstøðu. Og vit vóru ikki nóg neyvir, tá ið vit í tveimum førum hava møguleika at skora eftir horna og eftir ein stóran møguleika. Tá við vit vóru komnir upp á javnleik, vóru vit omaná, inntil Sølvi Vatnhamar varð vístur av vølli. Tá ráddi tað um at halda tørn, og eg eri fegin um, at tað eydnaðist, og at vit harvið eru við í stríðnum um at spæla okkum víðari, tá ið vit fara til Finlands, segði Sigfríður Clementsen.

 

Víkingur-Inter Turku 1-1 (0-1)

Á Svangaskarði hósdagin 4. juli 2013 klokkan 19.00

Dómarakvartett úr Norðurírlandi: Mark Courtney, Richard Storey, Ken Ross og Tim Marshall

0-1: Nikkari 20.

1-1: Finnur Justinussen 75.

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Hans Jørgen Djurhuus, Jann Ingi Petersen (Hjartvard Hansen, 86.) – Filip Djordjevic (Martin Olsen, 90.+2.), Sølvi Vatnhamar, Kaj Leo í Bartalsstovu – Finnur Justinussen.

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Elias Rasmussen, Dánjal Pauli Lervig, Ingi Sørensen, Heðin Hansen, Per Gregersen.

Gult kort: Hans Jørgen Djurhuus, Atli Gregersen, Sølvi Vatnhamar

Reytt kort: Sølvi Vatnhamar 81. (2 gul)

Inter Turku: Bahne – Nikkari, Nyman, Aspegren, Hämäläinen – Kauppi (Bowman, 7.), Gruborovics, Lehlonen –Gnabouyou (Tumanto, 71.),Sirbilactze, Paajanen

Gult kort: Tumanto, Bowman

 

LIÐUGT

1-1

 

90.+3.) 1-1

Víkingarnir stríðast sum fyri lívinum!

 

3 minuttir eru lagdir aftrat. Tað er trýst ímóti málinum hjá Geza Turi.

Martin Olsen kemur á vøllin í staðin fyri Filip Djordjevic.

 

90) 1-1

Geza Turi hevur enn bjargað meistarliga.

 

87) 1-1

Tað er lívligt í báðum endum. Hjartvard Hansen sneiddi seg fyrst ígjøgnum í høgru, men einki spurdist burturúr, eftir at hann hevði lagt væl innfyri. Bahne bjargaði væl, Og so bjargaði Geza Turi meistarliga.

 

86) 1-1

Hjartvard Hansen er komin inn í staðin fyri Jann Inga Petersen. Kaj Leo í Bartalsstovu er fremsti maður, og Finnur Justinussen er á miðvøllinum.

 

84) 1-1

Tumanto hevur sæð gula kortið fyri fríspark ímóti Erlingi Jacobsen.

 

81) 1-1

Sølvi Vatnhamar hevur sæð gula kortið fyri aðru ferð, og harvið er hann rikin av vøllinum.

 

80) 1-1

Víkingarnir dríva á!

 

77) 1-1

Víkingur roynir at leggja trýst á!

 

75) 1-1: Finnur Justinussen 75.

So eydnaðist tað. Finnur Justinussen sendi við høvdinum og umvegis málverjan bóltin í málið. Uppspælið var í høgru, har Bárður Hansen legði innfyri, eftir at hann hevði víst hugflogsríkt samanspæl við Kaj Leo í Bartalsstovu og Filip Djordjevic.

 

73) 0-1

Eftir horna sendir Hanus Jacobsen bóltin upp um málið.

 

72) 0-1

Víkingur trýstir, og tað ber trý hornaspørk við sær eftir lítlari løtu.

 

71) 0-1

Tumanto kemur inn fyri Gnabouyou.

 

68) 0-1

Miðskeiðis í 2. hálvleiki er støðan framvegis 1-0 til Inter Turku. Í løtuni er tað einki, sum bendir á, at tað skulu koma fleiri mál. Neyvleikin í síðstu sendingini er ikki nóg stórur.

 

65) 0-1

Í løtuni er tað sera friðarligt á Svangaskarði. Hugurin at leypa á er ikki so stórur.

Gnabouypu hevur sæð gult.

 

62) 0-1

Geza Turi bjargar væl út til horna eftir vandamiklan stútara frá Gruborovics. Einki spurdist burturúr hornasparkinum.

 

59) 0-1

Sølvi Vatnhamar sær gula kortið fyri takling. Tað er framvegis Víkingur, sum er omaná í álopsspælinum.

 

57) 0-1

Víkingarnir eru væl við. Nú hava teir havt tvey hornaspørk eftir lítlari løtu, og talan hevur verið um spentar støður í brotsteiginum uttan at nakað er komið burturúr.

 

55) 0-1

Tað tykist sum um, at Víkingur hevur fyrimun av lotinum. Sølvi Vatnahmar hevur havt góða roynd, men bólturin fór við síðuna av málinum. Víkingarnir megna at spæla saman í longum løtum.

 

46) 0-1

Teir somu 22 eru komnir á vøllin, sum vóru á vøllinum undan steðginum. Víkingur hevur lotið undan.

 

---

Eftir tættan 1. hálvleik eru spælararnir farnir undir tak at hvíla seg. Einasta málið skoraði Inter Turku, eftir horna, tá ið 20 minuttir vóru farnir. Víkingur hevur havt tætta støður. Besta møguleikan fekk Finnur Justinussen eftir innlegg, men hann stútaði bóltin omanfyri málið.

Inter Turku hevur havt lotið undan í 1. hálvleiki.

 

HÁLVLEIKUR

0-1

 

47) 0-1

Kaj Leo í Bartalsstovu hevur tiltuskað sær hornaspark, og í tveimum støðum er støðan spent í brotsteiginum. Víkingarnir vilja hava brotsspark, og dómarin vísir Filip Djordjevic gula kortið fyri at mótmæla.

 

45) 0-1

2 minuttir lagdir aftrat.

 

43) 0-1

Víkingarnir eru grammir og í løtuni gongur nógv fyri seg frammanfyri finska brotsteigin. Víkingur tiltuskar sær horna í høgru. Kaj Leo í Bartalsstovu leggur innfyri, og Erling Jacobsen sendir við høvdinum bóltin upp um málið.

 

40) 0-1

Hugflogið er stórt hjá Filip Djordjevic og FInni Justinussen, sum er sera væl upplagdur, men einki kemur burturúr, og so er tað skjótt yvir í hin endan.

 

38) 0-1

Hanus Jacobsen ger fríspark í vinstru, og frísparksroyndin úr høgru er vandamikil. Men bólturin siglir framvið øllum og út til horna eitt sindur uttanfyri handara stólpan.

 

35) 0-1

Víkingur hevur tiltuskað sær horna úr høgru. Kaj Leo í Bartalsstovu legði til handara stólpan, men har var eingin maður, og bólturin fór út til málspark

Finnur Justinussen tykist vera skjótari enn miðverjarnir báðir.

 

33) 0-1

Inter Turku hevur tiltuskað sær horna úr høgru, og enn eina ferð verður stútað ímóti málinum, men hesa ferð fór bólturin við síðuna av málinum.

 

30) 0-1

Víkingur hevur bóltin fyri tað mesta, og gestirnir eru fyri tað mesta í verjustøðu.

 

28) 0-1

Víkingur hevur misnýtt risa møguleika. Finnur Justinussen sendi úr góðari støðu bóltin upp um málið, tá ið hann royndi seg við høvdinum. Bárður Hansen átti innleggið eftir snilt uppspæl frá Kaj Leo í Bartalsstovu.

Víkingur roynir at trýsta, og lítla løtu seinni var Hans Jørgen Djurhuus upp á spæl.

 

25) 0-1

Hans Jørgen Djurhuus fær gult kort fyri fríspark - fyrstu ferð hann togaði eitt sindur í troyggjuna á einum mótstøðumanni.

 

22) 0-1

Finska liðið hevur aftur tiltuskað sær horna, og aftur var støðan vandamikil, men hesa ferð varð bríkslað fyri frísparki ímóti Geza Turi.

 

20) 0-1: Nikkari 20.

So fekk Víkingu enn eina ferð eitt mál ímóti sær eftir deyðbóltsstøðu. Eftir horna stútaði Nikkari úr stuttari fjarstøðu bóltin í málið.

 

18) 0-0

Tað gongur ikki væl at fáa skipað spæl í lag. Finska liðið leggur langar sendingar fram til stóra miðframherjan. Nú hava teir tiltuskað sær horna úr høgru.

 

15) 0-0

Talan hevur ikki enn verið um upplagdar málmøguleikar. Víkingarnir bjóða av í álopsspælinum. Finsku spælarunum líkar væl at vera aftarlaga og spæla bóltin ímillum sín.

 

12) 0-0

Finnur Justinussen, Hanus Jacobsen og Filip Djordjevic vísa hugflogsríkt samanspæl frammi í vinstru.

 

10) 0-0

Inter Turku hevur fingið horna, eftir at skot varð blokerað upp um málið hjá Geza Turi. Einki spurdist burturúr innlegginum.

 

8) 0-0

Víkingarnir leggja ágangandi fyri og jagstra mótstøðumenninar frammarlaga á vøllinum.

 

7) 0-0

Miðvallarin Kaupi er so mikið løstaður eftir nærdyst, at hann verður skiftur út. Bowman kemur inn.

 

5) 0-0

B68 verjir eystara málið og spælir oman ímóti bygdini. Inter Turku hevur lotið undan, men vindurin órógvar ikki, tá ið teir halda bóltin á jørðini.

 

1) 0-0

Víkingur leggur bragdliga fyri, og eftir frísparkssending inn í brotsteigin var um reppið, at Atl Gregersen var við at koma í góða støðu.

 

Líkindini eru einki serlig at spæla fótbólt í kvøld. Tað er grátt, ælingarnir eru frekir, og lotið er bæði frískt og kalt. Spælararnir eru við at hita upp.

 

Sigfríður Clementsen og nýggju liðfelagar hansara í Víkingi eru komnir úr Sarpugerði og út á Svangaskarð. Nýggi venjarin hevur umskipað liðið eitt sindur sammett við, hvussu Víkinga liðið hevur sæð út seinastu ferðirnar. Møguleiki er fyri tí, tá ið Sølvi Vatnhamar er komin av flatlondum og inn á sentrala miðvøllin, og tí at verjukendu miðvallararnir Jann Ingi Petersen og Hans Jørgen Djurhuus eru tøkur aftur, eftir at teir - viðhvørt annar og viðhvørt báðir - hava verið leikbannaðir ella darvaðir av skaðum:

 

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Hans Jørgen Djurhuus, Jann Ingi Petersen – Filip Djordjevic, Sølvi Vatnhamar, Kaj Leo í Bartalsstovu – Finnur Justinussen.

Á beinkinum: Elias Rasmussen, Dánjal Pauli Lervig, Hjartvard Hansen, Martin Olsen, Ingi Sørensen, Heðin Hansen, Per Gregersen.

Inter Turku: Bahne – Nikkari, Nyman, Aspegren, Hämäläinen – Kauppi, Gruborovics, Lehlonen –Gnabouyou,Sirbilactze, Paajanen