Í dag fær AB vitjan av Víkingi, og tað er heilt stórur munur á dagsskránni soleiðis, sum hon er í Sarpugerði og soleiðis, sum hon er á Argjum.
Argjamenn stríðast fyri lívinum. AB hevur vunnið eitt stig ellivu tær seinastu ferðirnar, men hugburðurin er framvegis tann sami. Tað sást, tá ið AB var um reppið at koppa KÍ í Klaksvík.
Tað kemur illa við, at fleiri av teimum, sum vera roknaðir at vera stuðulsspælarar, eru so illa skaðadarvaðir. Millum hesar eru Bárður Olsen og Rógvi Poulsen
Níggju tær seinastu ferðirnar hevur úrtøkan hjá Víkingi verið ein javnleikur og átta sigrar, eitt nú 3-1 á Argjum. Tveir av lyklaspælarunum – Hanus Jacobsen og Andreas Lava Olsen – vóru fyri einari viku síðani ikki við á Eiði, har tað kortini eydnaðist at vinna 4-1. Tað er ivasamt, um teir vera førir fyri at spæla á Argjum seinnapartin.











