Tað var tætt og spennandi í fína summarveðrinum í Runavík, og sum tað leið ímóti dystarenda, stóðu víkingarnir uttan fyri girðingina friðarligir og sum á nálum. Tað var væl skiljandi. Eftir nett ein tíma og hornasparksinnlegg úr høgru hevði miðverjin og liðformaðurin, Atli Gregersen, sum var blankur við handara stólpan, við høvdinum stýrt bóltin inn undir samankomingina aftanfyri annars óføra Andras Gango.
Púra uppløgdu málmøguleikarnir vóru ikki so nógvir. Spælið skifti millum báðar brotsteigarnar. Tað knípti eitt sindur at varðveita bóltin, og tað vóru ov nógvar skeivar sendingar. Hóast NSÍ var undirmannað, tí miðverjin Jens Joensen hevði tiltuskað sær fullkomuliga óneyðugt beinleiðis reytt kort, so lúrdi møguleikin síðsta korterið, at NSÍ skuldi javna.
Fyri Víking var munurin millum sigur og trý stig og javnleik og eitt stig í fyrra førinum framvegis at vera einasti avbjóðarin til B36 í stríðnum um FM heitið, og í seinna førinum í gásareygum bara at savna seg um silvurmerkjaplássið.
Tá ið Rúni Gaardbo, sum hevði gott tak á grannauppgerðini, bríkslaði fyri síðstu ferð, lætnaði tað hjá víkingunum á og kring vøllin, og tað var lætt at skilja, at teir stórfegnaðust.
Tað er altíð torført hjá teimum hinumegin Gøtueið at vitja við Løkin, og stigaposin man kennast at tyngjast eyka nógv, tá ið trý stig verða vunnin í Runavík.
Gott tak á verjupartinum
Í útgangsstøðuni ráddi tað hjá Víkingi um at halda tørn í verjupartinum. Tað eydnaðist, og tað komst partvís av góðu organiseringini. Avtalurnar í verjupartinum eru nógvar og eyðsýndar. Vongverjarnir eru álopshugaðir, men bara annar sleppur fram í senn. Hjartvard Hansen í høgru og Hanus Jacobsen í vinstru bjóðaðu seg til í álopsspælinum, og teir bakkaðu væl upp fyri miðverjarnar.
Á miðvøllinum var Evrard Ble framúr eyðsýndur. Hann stríddist væl og nógv í verjukenda partinum, og hann var sera skilagóður í avspælinum og í at flyta seg og bjóða seg fram.
Tað var ikki so ofta, at Víkingur spældi seg til upplagdar málmøguleikar. Ikki so sjáldan gekk tað ov seint fyri seg at flyta liðið fram á vøllin, tá ið bólturin var vunnin, og tað bar aftur við sær, at Finnur Justinussen, sum ofta rann seg í rangstøðu, var ov einsamallur í brotsteiginum hjá mótstøðumonnunum.
Leita eftir málinum
Hin parturin av søguni er, at NSÍ tykist hava mist flogið, tá ið tað snýr seg um at skjóta mál. Christian Høgni Jacobsen og Klæmint A. Olsen eru framvegis ovarlaga á máltindinum, men seinastu ferðirnar hava teir drigið svart.
Sunnudagin 19. juni vann NSÍ 6-4 í Sørvági. Ta ferðina skoraði Christian Høgni tvey mál og Klæmint eitt mál. Síðani tá hava teir gulu spælt tríggjar ferðir í landskappingin. Tað hevur bara eydnast at skjóta eitt mál – í 1-1 uppgerðini á heimavølli ímóti B71, tá ið Christian Høgni skoraði sjey minuttir undan síðsta bríkslinum. Síðani hevur NSÍ spælt málleysan javnleik á Ólavsøku, og nú taptu teir 1-0 ímóti Víkingi.
Bæði ímóti HB og ímóti Víkingi hevði einki forgjørt verið, um úrtøkan varð størri, enn hon bleiv, men marginalirnir eru ikki við. At tað mest sum hvørja ferð hevur verið neyðugt at gera broytingar, tí spælarar ikki eru tøkir, hevur ikki økt um tryggleikan – hvørki í verjupartinum ella í uppbyggjandi partinum.
Jústinus R. Hansen var eyðsýndur á sentrala miðvøllinum, meðan Mamuka hesa ferð var blindur ferðamaður sammett við á Ólavsøku, tá ið hann leikti framúr væl og var støðug hóttan í vinstra borði. Sum tað leið fram ímóti endanum, royndi Pauli Poulsen at spenna álopsbogan, eitt nú við at senda Heðin á Lakjuni, sum hesa ferð í útgangsstøðu var vinstri vongverji, longri fram á vøllin, men tað segði tað sama.
Eftir landsliðssteðgin skal NSÍ til Fuglafirðar, meðan Víkingur fær vitjan av illa sperdu meistarunum í HB.
---------
NSÍ-Víkingur 0-1 (0-0)
0-1: Atli Gregersen 60.
Dómari: Rúni Gaardbo
NSÍ: Andras Gango - Jónhard Fredriksberg, Petur Pauli Mikkelsen, Jens Joensen, Heðin á Lakjuni - Debes Danielsen (Árni Frederiksberg, 61.), Fritleif í Lambanum (Ari Ó. Ellingsgaard, 73.), Jústinus R. Hansen, Mamuka Toronjadze (Jann Martin Mortensen, 66.) - Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen
Gult kort: Jens Joensen
Reytt kort: Jens Joensen (beinleiðis reytt) 79.
Víkingur: Geza Turi - Hjartvard Hansen (Bárður Hansen, 83.), Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar, Niclas Niclassen, Sam Jacobsen, Evrard Ble (Páll A. Klettskarð, 90.), Símin Hansen (Andreas Lava Olsen, 78.)- Finnur Justinussen
Gult kort: Evrard Ble, Atli Gregersen, Hjartvard Hansen