Víkingur leitar sær styrk í Serbia

Í dag hevur felagið skrivað sáttmála við tveir spælarar úr Serbia

Víkingur er av álvara við at styrkja liðið. Í dag boðar felagið frá, at sáttmáli er skrivaður við tveir spælarar úr Serbia. Annar er verjuspælari, og hin er miðvallari.

 

Verjuspælarin er 31 ára gamli Vukasin Tomic, sum er 198 cm høgur. Hann plagar at vera miðverji. Síðsta felagið, sum hann royndi seg í, var Grandzasar Kapan í armenska høvuðsstaðarfelagnum Jerevan.

Miðvallarin er 33 ára gamli Milan Svojic, sum er 180 cm høgur. Síðsta felagið, sum hann hevur roynt seg í, er Shan United FC í Myanmar ella Burma, sum tað fyrr varð nevnt.

 

Sámal Erik Hentze, sum var ábyrgdarmaður, tá ið Víkingur vann FM í 2016 og 2017, er aftur við róðrið í Víkingi.

Fyrsta umfar í landskappingini verður 10. mars. Tá verður grannauppgerð í Sarpugerði, har Víkingur verður vertur fyri ÍF, sum í heyst tryggjaði sær uppflyting í bestu deildina.