hevur røkt henda leiklut. Spurdur um tað eru nakrar serligar hendingar frá hesum mongu sendingum, ið Rudolf minnist aftur fram um aðrar, sigur hann. - Tað eru altíð okkurt, ið ein minnist serliga væl. [...] blómum til mín, meðan vit sendu beinleiðis. Tá má eg siga, at eg bleiv tikin á bóli, og eg var fullkomiliga ørkymlaður fyrstu løtuna, greiðir Rudolf frá. Fer ikki at spæla sjálvur Nú Rudolf gevst sum vertur [...] Rudolf Joensen er vertur. Rudolf hevur verið við, síðani Gekkurin byrjaði í februar mánað 1997, men nú fer dámligi klaksvíkingurin burturav at virka sum lærari í Kaldbaks skúla, har hann hevur starvast
strategiska partinum, sum eru náttúrligar leiðsluuppgávur, eins og menning av skúlanum. - Vit hava fantastiska góðar og dugnaligar lærarakreftir á skúlanum, og hetta eru fólk, sum eru roynd í leikum og duga [...] hevði sína ávirkan á næmingatalið síðsta ár, men nú eru aftur fleiri næmingar. Flokkarnir eru tó ikki fullteknaðir og heilsuhjálparaflokkurin, sum byrjaði nú í august, hevur 14 næmingar. Skúlastjórin vísir [...] innan serøkið er aftur ástøði í 10 vikur, og tá vit so eru komin út í mai annað árið eftir byrjan, taka næmingarnir prógv sum námsfrøðihjálparar. - Vit hava fingið ógvuliga góðar afturmeldingar frá teimum
til eftirtektar: "Hví freista tit tá nú Guð við at leggja eitt ok á nakkan á lærusveinunum, sum hvørki fedrar okkara ella vit orkaðu at bera? Men vit trúgva, at vit verða frelstir við Harrans Jesu náði [...] skrivað fyri einum ári síðan, er rættilig gongd komin á øsingina frá føroyskum skriftlærdum at rættvísgera sínar fordómar við at byggja á Móselóg. Kunnu vit ikki nú eins og ápostlarnir og hinir elstu á sinni [...] saman við einum slíkum. Tí at hvat havi eg við at gera at døma teir, sum uttanfyri eru? Døma ikki tit teir, sum innanfyri eru? Men teir uttanfyri skal Guð døma. Koyrið hin vánda burtur frá tykkum sjálvum!"
enn um veturin, tá avlýsingar javnan eru vegna brim í Skúvoy. Vit hava altíð havt sera gott samstarv við teir, sum sigla við Sildberanum, og tá ivaveður er, eru tað vit, sum lata teimum boðini um líkindini [...] gerast lumpaður. - Tað kemur fyri, at vit biðja teir koma, men so broytist kyrran knappliga til ókyrru, og vit noyðast at biðja teir venda aftur til Sands. Tað eru eisini eru dagar, har tað sær keðiligt út, [...] vetrardegi. Men, hinvegin verður tað eisini lættari og høgligari hjá okkum, tá vit eru komin upp á land á Sandi, at kunna koyra hagar, vit vilja. Hann væntar, at sandingar fara at fáa ein trupulleika við bilum
endamáls at endurvenja sosialu og fakligu førleikarnar hjá sálarliga sjúkum og sinnisveikum, sum eru komin illa fyri. Tí má høvuðsstaðurin traðka til. Tórshavnar kommuna skal vera kveikjari við at veita [...] Mann hevur isolerað seg frá umheiminum, og sjálvsálitið er í botni. Í Havn hava vit tíverri nógv medmenniskju, sum eru illa fyri á henda hátt. Tey ferðast millum psykiatrisku deildirnar og aðrar viðg [...] ikki fáa ágóðan av øllum teimum virðum, hesi fólk saktans kundu skapt, høvdu vit bert rætt teimum eina lítla hjálpandi hond. Vit mangla liðið millum deildirnar/viðgerðarstovnarnar og samfelagið, sum loftar
skipanin kemur upp á pláss. Síðan taka vit okkum eisini av tænastuveiting, tá skipanin er komin upp at koyra. Jóhan Hendrik Hansen vísir á, at báðar skipaninar eru luft-til-vatn skipanir, og tað merkir [...] instalatiónir, sum frammanundan eru í húsinum - antin húsini hava radiatorar ella gólvhita. - Taka vit skipanina hjá Polar Energy, er tøknin her øðrvísi enn í vanligu varmapumpunum, vit kenna í Føroyum. Henda skipan [...] hesar tænastur. Maðurin aftan fyri VVS Import hevur í nógv ár starvast innan vvs-økið, og hann var eitt nú á skrivstovuni hjá einum størri føroyskum veitara í fleiri ár. Jóhan Hendrik Hansen hevur soleiðis
og flutningur er tað vit kenna best til - síðani telefon, telex, telefax og nú eisini internetið. SKAL tú í dag hava eini boð fram til ein vin og kenning, til ein kunda osfr. tá eru ráðini mong. Størsta [...] stendur í stað, og tí kemur eisini tann dagur, tá vit fáa ein avloysara til telefaxið eisini. MØGULIGA kann ein siga, at hesin avloysarin longu er komin, og hann er internetið. Hetta er enn nýtt og fremmant [...] skjótt, at í øðrum londum, her serliga USA, eru teldan og internetið vorðin ein partur av gerandisdegnum, sum fólk als ikki kunnu vera fyriuttan. So smátt eru hesi amboð eisini við at finna sær leiðina
ikki so longi afturat, áðrenn tað fer at batna vð ganginum. Teir eru nú komnir umleið 65 metrar inn, og nærkast svinginum. ? Tá vit eru komnir í svingið, fer tað at batna skjótt, men ristingarnar fara [...] Borðoyavík í einar tvær vikur nú. Ristingarnar frá skotunum kennast gjøgnum mergin. Buldrini hoyrast langt inn í býin, men tó kemst ikki rundan um, at tey, ið hoyra og føla mest, eru tey, sum búgva nærmast við [...] ristingarnar eru tær somu, men tað er ikki tað sama, sum tá fólk liggur og svevur. Tó er hetta ikki nakað, sum fólkini klaga um. Tey siga, at tey vita, at tað er bert ein stutt tíð, so eru teir komnir so
og fýra teir seinastu eru taptir, og nú er av álvara farið at sansa at. - Tað eru framvegis 60 stig eftir at spæla um, so har er einki sum helst avgjørt, men tað er klárt, at vit skjótt skulu i gongd við [...] við at vinna nakrar dystir. Leygardagin skulu vit spæla á heimavølli móti Exeter, sum er miðskeiðis á stigatalvuni, og tann dystin skulu vit altso vinna, um vit framhaldandi skulu halda stutt tjóður í triðja [...] við sær. Luton og Plymouth, sum eru í oddinum, verða í øllum førum sera tung at basa. Leiðslan sett vaktarfólk Spurdur, um leikararnir annars hava kent nakað trýst á sær, nú gongdin ikki hevur verið so hugalig
kommunur, sum nú í nøkur ár hava arbeitt av kraft fyri at gera vart við seg hjá oljufeløgunum og summar teirra hava ikki brúkt sørt av pengum til hetta endamál. Somuleiðis eru tað kommunur, sum eru farnar undir [...] føroysku kommunurnar, sum longu eru farnar at spekulera í møguleikunum, sum liggja í teirri oljuvinnu, sum eftir øllum at døma er á veg-men sum kortini ikki er komin enn. Síðani tað bleiv greitt, at [...] álvara komandi ár, eru tað fleiri føroyskar kommunur, ið hava sæð hetta sum ein ógvuliga góðan og lønandi vinnuligan møguleika, ið kundi verið eitt upplagt alternativ til fiskivinnuna. Tí eru tað fleiri kommunur