Strandferðsla
? Skulu ferðafólk, sum skulu við skipum hjá Strandferðsluni, hava rætt til at fara á hotel at eta og at sova, tá ið ólag er á siglingini.
? Tað er ein spurningur, sum Strandferðslan nú vil hava greitt svar til uppá frá landsstýrinum.
Og er hetta ein rættur, sum ferðafólk skulu hava, vil Strandferðslan eisini hava at vita frá landsstýrinum, hvør skal betala fyri hesa nýggju tænastu.
Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at hetta eru spurningar sum krevja greitt svar frá landsstýrinum og tí fer hann nú at senda innlendismálaráðnum ein skrivligan fyrispurning um hesi viðurskifti.
Endaðu á Sjómansheiminum
Tað er eftir eina hending eitt hóskvøld herfyri, at hesin spurningurin hevur tikið seg upp.
Smyril hevði mist róðrið og mátti í dokk á Skála.
Hann skuldi sigla av Havnini til Suðuroyar klokkan sjey á kvøldið, men av tí at hann var í dokk, fekk hann ikki siglt fyrrenn klokkan fýra um náttina.
Í hesum sambandi vendu ferðafólk sær til Strandferðsluna, tí tey meinti, at Strandferðslan hevði skyldu til at útvega teimum annan flutning til Suðuroyar ella at útvega teimum innivist.
Men Strandferðslan vísti aftur at veita hesum fólkum serligar sømdir.
Tað fekk ferðafólk at venda sær til Løgmann, sum aftur vendi sær til Landsstýrismannin í innlendismálum, sum umsitur Strandferðsluna og hann gav Strandferðsluni boð um, at ferðafólkið kundi fara á Sjómansheimið at vera. Endin var, at summi av teimum eisini fingu kamar á Sjómansheiminum.
Spurningurin er, so, hvør skal betala hesa rokningina.
Eitt av ferðafólkunum, sum var á Sjómansheiminum, Hans Olaf Andersen í Lopra, sigur, at hann betalir onga rokning, so skal hann fyrr í rættin við Strandferðsluni.
Strandferðslan ongar skyldur
Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni, staðfestir, at Strandferðslan hevur ongar skyldur mótvegis ferðafólki, tá ið ólag er á siglingini ella á koyringini hjá Bygdaleiðum
? Tað stendur á síðu 45 í ferðaætlanini, at Strandferðslan hevur ikki skyldu til at skipa fyri øðrum flutningi, ella hevur endurgjaldsskyldu, tá ið bussar ella ferjur eru fullsett, ikki koyra ella sigla orsaka av veðri, seinkingum, væntandi samskifti, verkfallið o.s.fr.
Kristian Davidsen sigur, at sostatt eru reglarnar púra greiðar og hetta er eisini tann siðvenja, sum Strandferðslan hevur arbeitt eftir.
Stjórin á Strandferðsluni nevnir at um veturin kemur tað javnan fyri, at siglingin verður avlýst restina av degnum.
? Í tí sambandi hevur Strandferðslan ongantíð goldið fyri innivist ella mat til ferðafólk.
Hann sigur, at tað hevur sína orsøk, at reglarnar eru so greiðar og at Strandferðslan frásigur sær alla ábyrgd.
? Tað er umráðandi at hava í huga, at ferðafólkið keypa ikki ferðaseðil, fyrrenn tey eru komin umborð. Tí kann hetta ikki samaberast við eina flogferð, har ferðaseðilin verður bílagdur frammanundan.
? Vit kunnu so hugsa okkum, hvussu skilið hevði verið, um so var, at vit høvdu skyldu til at geva ferðafólki mat og innivist, tá ið ólag var á siglingini ella koyringini.
Hann heldur, at tað verður ómetaliga torført at gera sær eina meting av, hvørjar avleiðingar ein slík skipan kundi fingið fyri Strandferðsluna.
Hann sipar til, at so kundi hundraðtals fólk troppa upp úti á Strandferðsluni og kravt døgverða og innivist á hotelli.
? Hetta er orsøkin til, at ferðafólkið hevur eitt slag av sjálvsábyrgd og at Strandferðslan ikki átekur sær at veita ferðafólki endurgjald, hóast tað sjálvsagt er ógvuliga óheppið fyri tey, leggur hann afturat.
Vilja hava greið boð
Kristian Davidsen sigur, at í hesum serliga føri, tá ið Smyril misti róðrið, varð tann avtala gjørd, at tey kundu fara á Sjómansheimið at fáa ein drekkamunn og sita heitt innandura.
? Men vit hava ongantíð góðtikið at gjalda fyri gisting og tað undrar okkum, at tey skulu hava fingið tilsøgn um gisting fyri okkara rokning.
Stjórin á Strandferðsluni sigur hann vil nú hava greiði á um Landsstýrið ætlar, at Strandferðslan skal broyta siðvenju á hesum øki.
Og hann fer nú at skriva til landsstýrið fyri at vita, hvussu galdandi reglar skulu vera á hesum øki.
? Seta vit eina slíka skipan í verk fyri Strandferðsluna, verður tað sjálvandi eisini ein fíggjarligur spurningur og vit mugu eisini fáa at vita frá Landsstýrinum, hvussu tað skal fíggjast, sigur Kristian Davidsen.