Hinvegin kann hann eisini gera sum allir hinir 11 og lata standa til, soleiðis at vit at enda bara hava eitt útarmað alemnt kringvarp og nakrar privatar heimasíður, sum leggja tíðindaskriv út á netið.
Tá verður helst lítið tosað um kritiskan journalistikk – ella um konstruktivan journalistikk.
Á ráðstevnu í Keypmannahavn í síðstu viku vóru fjølmiðlar úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Noreg komnir saman at umrøða viðurskifti í útnorðuri, sum hava við miðlar at gera. Har eru sjálvandi fleiri mál av felags áhuga – men eitt er, sum skilir føroyska miðlaheimin frá hinum: Í øðrum londum verður tosað um, hvussu tað almenna skal stuðla miðlunum, hvat kundi verið gjørt øðrvísi, og heilt konkret var í síðstu viku tosað um, hvussu vit kundu skipað eina tíðindatænastu fyri útnorðurlondini.
Í Føroyum eru vit als ikki komin til at tosa um nakran stuðul. Tí í Føroyum fáa miðlarnir ongan stuðul. Ikki eina krónu. Føroyska fjølmiðlavinnan er ein stuðulsfrí vinna, og tað átti at klingað væl í politikaraoyrum. Og tað ger tað eisini. Tað klingar so væl, at teir halda, at Kringvarp Føroya eisini skal klára seg á sama marknaði. Politikararnir halda, at kringvarpsgjaldið kann vera tað sama, sum tað var í lagt afturi í farnu øld, og so skal kappingin við privatu miðlarnar gjalda restina.
Soleiðis hava politikararnir valt, at almenna Kringvarp Føroya skal kappast við privatar miðlar um lýsingar. Privata fjølmiðlavinnan kappast tí við landskassan, sum beinleiðis undirgrevur eina heila vinnu, bara tí at politikarar ikki vilja geva okkara almenna public service kringvarpi nátúrligar sømdir.
Tað er her, at ein mentamálaráðharri við formati eigur at langa nevan í borðið. Hinir 11 mentamálaráðharrarnir í hesi øldini hava ikki megnað tað. Teir hava bara ypt øksl, meðan støðan er versnað. Total útsøla er nú í Krinvarpinum, har sjálvt køkurnar til vertirnar eru sponsoreraðar.
Vit vóna, at Bjørn Kalsø hevur tað, sum skal til. Ikki fyri at stuðla privatu miðlavinnuni fíggjarliga, sum onnur lond gera. Men til at fáa skil á, soleiðis at lýsingar og sponsorat bara vera í privatu miðlunum.
Alternativið er, at kringvarpsgjaldið má lutast til allar miðlar.