Klaksvík:
Gull álmanakkin hevur verið vælumtóktur millum ungu brúkararnar hjá Norðoya Sparikassa øll árini, síðani hann kom í 1992. Men tað hava ikki verið nógvar broytingar á honum gjøgnum árini. Inntil nú.
Bill Jacobsen, ungdómsráðgevi í Norðoya Sparikassa, sigur, at ætlanin hevur verið at dagføra álmanakkan seinastu tvey árini, men tað er so ikki blivið til tað.
- Tí hildu vit, at 10 ára haldið fyri Gull Kontoina var eitt gott høvi til at broyta hann, sigur Bill.
Og álmanakkin er broyttur nógv í mun til í fjør.
Bill sigur at, eftir ynski frá nógvum er, álmanakkin nú vorðin øðrvísi í sniði. Tann gamli var minni, og tað var ikki so nógv pláss at skriva á. Hann var heldur ikki í litum.
- Eisini er spiralur í nú, so hann kann liggja opin á einum borði framman fyri ein næming, og tað er nógv betur, heldur Bill.
Tað eru tey frá grafikaravirkinum Vasti í Klaksvík saman við fólkum frá Norðoya Sparikassa, sum hava staðið fyri arbeiðinum við at gera nýggja álmanakkan hjá Norðoya Sparikassa til tey ungu, sum hava Gull Konto.
Fyri at fáa Gull Konto krevst, at tú ert millum 13 og 26 ár.
Kend andlit
Sera snøgga forsíðan á álmanakkanum má sigast at vera væleydnað. Tað er ein mynd av nøkrum ungum fólkum í eini ballón omanfyri Klaksvík í allarfagrasta summarveðri. Spurdur um, hvussu myndatøkan gekk fyri seg, sigur Bill við einum loyniligum smíli, at Per á Hædd hevur tikið myndina.
- Ja, hann var í tyrluni tann dagin beint oman fyri ballónina, sigur Bill og flennir, og sigur seg ikki vilja siga meira um myndatøkuna.
Annars stendur, at tað eru tíggju ár síðani Gull kontoin kom, á forsíðuni á álmanakkanum.
Bill vísir á, at tá álmanakkin kom fyri fyrstu ferð fyri tíggju árum síðani, tá vóru tað eisini ung fólk, sum myndaðu permuna á álmanakkanum. Millum tey vóru tá Todi Jónsson, Allan Mørkøre, Jákup Mikkelsen og Mildrið Jacobsen.
- Hesi eru øll komin sera langt í teirra lívi. Teir í fótbóltinum og Mildrið luttók einaferð í Miss Føroyar kapping, har hon endaði heilt frammarlaga í kappingini. So tað verður spennandi at síggja, hvar hesi ungu, sum vit hava valt hesuferð, verða um eini tíggju ár, heldur Bill.
Vangamyndir
Um ein so hyggur álmanakkan í gjøgnum, so kann ikki annað sigast enn, at hann er sera fjølbroyttur við nógvum ymiskum til tey ungu.
Nógv av teim ungu nýta álmanakkan til eitt slag av Minn meg á bók, og tað er hann sera væl egnaður til eisini, tí hvør dagur hevur einar fimtan reglur til at skriva á. Á hvørjari síðu standa eisini ymiskir upplýsningar ella ymiskt annað, sum hevur áhuga millum ung. Til dømis standa onkur orðatøk, onkrar skemtisøgur og so eisini, hvat ein skal gera fyri at forbrenna mat, sum ein hevur etið.
Haraftur at eru stjørnutekini eisini við. Her hava tey valt at taka ymiskar kendar persónar kring landið og gjørt eina vangamynd av teimum saman við teirra egna stjørnutekini. Millum tey, sum eru við kunnu nevnast Eivør Pálsdóttir, Jákup Mikkelsen, Brandur Enni og Kristina Eyðbjørnsdóttir.
Bill sigur, at hetta varð gjørt fyri at fáa kalendaran meiri fjølbroyttan og áhugaverdan fyri tey ungu.
- Allir hesir persónarnir standa frammi í føroyska umhvørvinum og øll kenna vit tey, so tað var so upplagt at gera eina vangamynd av teimum og á tann hátt fáa tey við í kalendaran.
Silvi og so Gull
Bill Jacobsen sigur, at tað eru sera nógv ung, sum nýta Gull Kontoina. Og hann væntar, at tað fer at halda fram. Fyri ikki so langari tíð síðani, kom Sparikassin við Silva og er ætlanin at børnini, sum hava havt Silva skula fara beinleiðis til Gull Konto, tá tey eru fylt 13 ár.
- Vit eru sera vælnøgd við gongdina sum heild. Og fólk hava eisini tikið sera væl ímóti Silva, so nú skal hann bara koyra í eina tíð, meðan Gull Kontoin treingir til eina vakurleikaviðgerð, sigur Bill uttan at vilja koma nærri inn á, hvat ungu brúkararnir hjá Norðoya Sparikassa kunnu vænta sær í framtíðini.
- Men tað verður okkurt spennandi, tað er heilt vist, sigur Bill avgjørdur.
Tað er sum sagt Per á Hædd, sum hevur tikið myndirnar í álmanakkanum, meðan Vasti (grafiskt design) hevur tikið sær av sniðgevingini á tí nýggja álmanakkanum hjá Norðoya Sparikassa, sum fæst við at venda sær til avgreiðsluna.