At sleppa sær av við tað gamla og enntá at vinna pening fyri tað. Hetta ljóðar sum ein dreymur hjá nógvum børnum og foreldrum við, og verður hann veruleiki, tá skipað verður fyri leikumarknaði í miðbýnum leygardagin.
Børnini vaksa ikki bara úr klæðunum við rúkandi ferð, men eisini frá leikunum, sum tey eiga í ovurmát. Og hvat er tá meira upplagt, enn at onnur fáa gleði av leikunum, samstundis sum, at børnini fáa eina góða uppliving og forvinna sær nøkur oyru, sum so kanska kunnu verða brúkt til eitt hvørt annað, sum barnið ynskir sær. Tí ein síðuvinningur við brúkarasamfelagnum er, at vit eru um at drukna í vørum, tilboðum og freistingum. Og børnini vita júst, hvussu tey skulu noyða foreldrini at keypa sær avlát, við at plága seg til skrambul av øllum slag. Og sum vit vita, tað sum kemur inn skal eisini út. Og eitt er púrasta vist: Vit fáa munandi meira yvirskot til alt annað í lívinum, um vit rudda út í heiminum.
Barnið situr í básinum
Tað er kunningarstovan í Havn, sum hevur tikið stig til leikumarknaðin í sambandi við langa leygardagin, sum verður 22. juli. Ætlanin er, at øll børn, sum hava hug, kunnu tekna seg hjá kunningarstovuni, sum síðani skipar fyri, at borð og stólar verða sett upp í miðbýnum. Barnið setir síðani sín egna sølubás upp og situr hjá honum og selur gomlu leikur sínar og tá dagurin er at enda komin, eigur barnið sjálvt peningin, sum forvunnin verður.
Eru glað um leikurnar
Ingigerð á Trøðni, leiðari fyri Kunningarstovuna og stigtakari til tiltakið sigur, at hugskotið til leikumarknaðin fekk hon frá dóttrini Kristinu, sum hevur roynt tað við børnum sínum í Odense. Ingigerð greiðir frá, at ommubørnini bæði hava selt og keypt nógvar leikur á leikumarknaðinum, og mamma teirra vil vera við, at tey eru óvanliga glað um leikurnar, sum tey sjálvi hava keypt sær á marknaðinum, tí prísstøðið er somikið lágt, at børnini hava ráð til at keypa sær okkurt ordiligt.
Vána veður ongin forðing
Børnini skulu tekna seg í Kunningarstovuni í seinasta lagi fríggjadagin, og leikumarknaðurin verður opin millum klokkan 11 og 15. Tað er ókeypis at taka lut. Annað verður eisini á skránni langa leygardagin. Eitt nú verður nýggja tjaldið hjá Tórshavnar Ítróttarráð roynt á fyrsta sinni, og verður tað sett upp í Tinghúsgarðinum. Har verður skipað fyri ymiskum, so sum sølubásum hjá handlunum í miðbýnum, so sum mótasýning, sum verður klokkan 13 og okkurt undirhald verður eisini. Ingigerð á Trøðni sigur, at børnini og leikumarknaðurin hava eisini møguleika fyri at vera inni í tjaldinum, um so verður at veðrið ikki verður til vildar.
Sagt verður, at leikurnar skulu rigga og allir lutir skulu vera til spøl og líknandi.










