Annlis Bjarkhamar er vónbrotin

Hendan samgongan er ikki frægari enn tann undanfarna var, sigur Annlis Bjarkhamar, sum ynskir sær eina heilt ávísa jólagávu

- Hondina á hjarta, eg hevði væntað mær meira av teimum, enn tað tey hava víst!

 

Soleiðis ljóðar atfinningin hjá Annlis Bjarkhamar ímóti sitandi samgongu.

 

Annlis Bjarkhamar tók stig stig til at stovna hjálparfelagsskapin, "Í Menniskjum Góðum Tokki" og hon stóð á odda fyri felagsskapinum í fleiri ár, har endamálið er at lata fátækum børnum stuðul til at halda jól fyri.

 

Á Facebook ásannar Annlis Bjarkhamar, at hon var rættiliga atfinningarsom ímóti undanfarnu samgongu, tí hon onki gjørdi fyri at basa fátækadøminum ímillum børn í Føroyum.

 

Men hon heldur, at haðani var einki væntandi, tí hon var ein høgravend samgonga. Og hon ásannar, at hon hevði vænta sær meiri av samgonguni, sum kom til valdið eftir løgtingsvalið fyri einum góðum ári síðani.

 

Nú sita tey, sum eg havi valt, við valdið, staðfestir hon. Men hon sigur, at í roynd og veru er tað ongin munur á hesari samgonguni og á hesari, langar hon til á Facebook.

 

– Framvegis eru tað Frelsunarherurin við sínum mateskjum, sum hjálpir har peningur ikki er til mat. Framvegis er tað Reyði Krossur, sum hjálpir við heitum klæðum, nú kuldin er komin. Og aftur í ár fáa fátækar familjur eina hjálpandi hond frá Í Menniskjum Góður Tokki á jólum, staðfestir hon á Facebook

 

– Hondina á hjarta, eg hevði væntað mær meira av teimum, enn tað tey hava víst. Eri vónbrotin vegna teirra, sum veruliga høvdu tørv á eini nýggjari politiskari kós, sum lyfti børn úr fátækadømi, heldur hon fram

 

– Tey hava, eins og undanfarna samgonga, svikið fátøku børnini, leggur hon afturat. 

 

– Fyri árið síðan kom familjuískoytið, men hetta er bara ein bráðfeingis hjálp til tey sum eru ringast fyri. Familjuískoytið lyftir ongi børn úr fátækradømi. Nú hækkað tey barnafrádráttin, men hann minkar ikki um gjónna millum rík og fátøk. Tí har fær millióningurin og tann undir fátækramarkinum somu upphædd. 

 

– Ongi miðvís stig eru tikið og ongar ætlanir lagdar fram fyri hvussu vit basa fátækadøminum.

 

Hon sigur, at tað vísir seg, at tá ið samanum kemur, er tað ikki so stórur munur á, hvør situr við valdið. Hon sigur, at tað eru í øllum førum ikki tey á niðastu rók, sum merkja nakran mun. 

 

– Tey hava merkt alt ov lítið til, at hesi sum nú sita, eru betur enn tey sum sótu áðrenn. 

 

– Kanska er trupulleikin, at politiska skipanin við sínum embætisverki, er vaksið so langt burtur frá teimum sum dagliga stríðast fyri at fáa breyð á borðið, og at gjáin nú er so stór, at ábyrgdarkenslan er burtur.

 

– Eg ynski mær til jólar, at løgmaður, fíggjarmálaráðharrin og almannamálaráðharrin hyggja inneftir og finna sama hjálpsemi, sum tey í Frelsunarherinum, Reyða Krossi og Í menniskjum góður tokki vísa í verki, sigur Annlis Bjarkhamar