Bank of America leikvøllurin í Charlotte í North Carolina hevur 74.867 áskoðarapláss, men bert 20.000 áskoðarar vóru til HM-áttandapartsfinaluna millum Inter Milan og brasilska liðið, Fluminense.
Hóast Inter hevði bóltin 68 prosent av tíðini, og Inter hevði fleiri royndir á málið hjá mótstøðuliðnum, so eydnaðist tað Fluminense at vinna dystin 2-0. German Cano legði Fluminense á odda longu í triðja minutti, og móti dystarenda økti Hercules til 2-0.
Inter Milan-Fluminense 0-2 (0-1)
0-1 German Cano ('3 )
0-2 Hercules ('90 )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá HM-áttandapartsfinaluni millum Inter Milan og Fluminense:
##med2##