Aftaná søguliga og minniliga HM-bronsudystin, finaluna og heiðursmerkjahandan var tíðindafundur við U21-landsliðsvenjarunum hjá Føroyum, Danmark og Portugal.
Á tíðindafundinum staðfesti føroyski U21-landsliðsvenjarin, Hjalti Mohr Jacobsen, at tað hevur alstóran týdning fyri Føroyar at vinna HM-bronsu. Hjalti gleðist eisini um, sum hann greiddi frá, at tað mesta av Føroyum hugdi eftir HM-bronsudystinum, ið Føroyar vunnu 27-26 (12-12) á Svøríki.
HER ber til frá Viasat at síggja og hoyra nakað av tí Hjalti Mohr Jacobsen segði á tíðindafundinum, ið fór fram á enskum.