skipanina í kjakinum. Teir umboðaðu ávikavist samgongu og andstøðu umframt at báðir sita í Trivnaðarnevndini í Løgtinginum, har Jørgen Niclasen eisini er formaður. Fitt av fólki hevði leitað sær oman í Miðlahúsið [...] Trapputingi í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Hesaferð vóru aftur alternativar løgmannarøður á skránni, og evnið hesaferð var forsorg. Tað er Tinghelluredaktiónin á Sosialin, sum skipar fyri Trapputingum. Í hesum [...] minuttir í part at leggja sínar hugsanir fram fyri almenningin. Síðani fingu politikararnir 6 minuttir í part til at gera viðmerkingar. Eftir at Sosialurin hevði bjóðað fundarfólkinum ein kaffimunn í steðginum
síðani víst, at uml. 2-3 næmingar í hvørjum skúlaflokki í Føroyum hava hesar trupulleikar. Og í øðrum Norðurlondum hevur tað leingi verið vanligt at kanna børn heilt niður í 3 ára aldur fyri tekin um lesi- [...] forðað fyri, at onnur børn endaðu í somu støðu, so skuldi eg gera tað. Tí tók eg stig til at stovna felagið, sigur Anne-Karen. Eg vónaði, at um vit sum felag settu okkum í samband við skúlaverkið, varð møguleikin [...] eitt samstarv í lag betri. Nú meir enn tvey ár seinni má Anne-Karen ásanna, at hennara vónir ikki gjørdust veruleiki. Tíverri hevur hvørki skúla- ella almannaverkið verið serliga áhugað í at samstarva við
virknir áhugatónleikarar og sangarar eins og professionel. Øll gjørdu nakað í felag. Og mitt í øllum mínir fittu beiggjar. Eg var í tí dulda sera spent uppá, hvat vit skuldu vænta: ein føroysk vælgerðarkonsert [...] hava so kært. Vit kenna forrættin at búgva í Føroyum, her vit hava tað so gott. Ígjøgnum ta sonnu listina, borin okkum ígjøgnum listafólkini, verða vit leidd inn í ærufrykt fyri Gudi, sum øllum ræður, og [...] eri glað um, at eg kundi - havi ikki tikið so nógv lut í tiltøkum og kjaki elvd av hendingunum. Men eg takki øllum fyri tað tey hava gjørt. Og í júst hesum sambandi takki eg fyri alt tey hava vant, fyri
Ólavur Rasmussen, Inga Poulsen Dam og Heri Joensen. ? Sum støðan í landinum er í dag, so hevði ongin kvinna verið sett í starv sum prestur í nakrari føroyskar fólkakirkju, svarar Armgarð Arge við einum skeivum [...] starvsfeløgum. Hon hevur arbeitt í har, síðan í 1989, eitt ár eftir at hon var liðug at lesa til gudfrøðing. Hon var undir útbúgving saman við fleiri av okkara prestum í dag. Til dømis Jógvan Fríðriksson [...] sigur, tá vit sessast í hennara skrivstovu er, at hon ikki finnur allar søgurnar til sendingina sjálv. Áheitanir koma eisini frá fólki, sum hon so kannar. Síðani setur hon seg í samband við fólk fyri at
útbjóðingarrundu, sum teir fingu í fyrstu útbjóðingarrundu. Í tí 1. útbjóðingini bundu feløgini seg til at bora heilar 8 brunnar. Hetta kann man ikki rokna við í aðru útbjóðing í ár. Tað verða færri - kanska [...] Oljuframtíð Hetta sigur sigur Rúni Hansen, leitistjóri hjá Statoil í Føroyum. Vit hava spurt hann, um tað ikki er trupult í dag hjá tí vanliga føroyinginum at vita akkurát, hvat fyriferst á oljuøkinum [...] tann rætta og mest optimala. 18. útbjóðing í Norra hevur júst verið, og tann 22. útbjóðingin á enskum øki er í gongd nú, og har skulu umsóknirnar latast inn fyrst í juni. Og so kemur tann føroyska nú beint
einaferð gerst veruleiki. Í løtuni hevur hon úr at gera í Føroyum, har hon saman við pápa sínum er farin undir at gera eina sending fyri KVF – og so hevur hon esini fingið starvsløn í tveir mánaðar frá Men [...] møttust í Keypmannahavn, har eg greiddi teimum frá hugskotinum, og legði dent á, at eg ikki bara vildi vísa ta ljósareyðu myndina, men eg vildi niður í dýpdina og tosa um tað, sum er avbjóðandi í teirra [...] hvat eitt heim er, tá ið ein hevur fleiri heim nógvastaðni í senn. Í hesum sambandi bleiv spurnartekin sett við, um ein kundi føla seg heima í einum landi, sum ikki altíð rúmar so mikið stórum persónligheitum
Jensen úr Havn, sum í næstum fer at senda langa hesthalan, ið bleiv kliptur av í summar, til Amerika. Hesthalin verður síðani brúktur til at gera parúkkar, sum sjúk fólk yviri í Amerika hava fyri neyðini [...] slíkir felagsskapir vóru í Danmark, har hon býr, meðan hon er í lestrarørindum. - Eg forhoyrdi meg hjá danska Krabbameinsfelagnum, men tey søgdu, at eingin føst skipan er við slíkum í Danmark. Og tað er so [...] hárfríðkanarstovur í Amerika klippa langt hár ókeypis, um kundin velur at lata hár til felagsskapir, ið gera parúkkar til sjúk fólk. - Tað haldi eg avgjørt eisini, at hárfríðkarar í Føroyum kundu gjørt. Tað
sum tey halda sjálvi. Eg fari nógv heldur út at renna einar fimm til 10 kilometrar, sigur hann. Í Føroyum hevur Tummas Jákup íðka nakað av ítrótti. Hann hevur runnið og súkklað. Hann ger tað, tí hann kennir [...] Hetta hava tey skipað á tann hátt, at skáp og stólar, sum tey aloftast hava funnið í einum loppu- marknaði, sum er í tveimum teimum niðaru hæddunum, verða sett upp so, sum tey hava hug. Á hendan hátt ber [...] hugnaligt. Og hugnaligt er tað at sita hjá friðarliga gøtumanninum við einum kaffikopppi í aðrari hondini og einari banan í hinari. Longsul skapar list Soleiðis sita vit báðir, meðan vit práta um veður og vind
Trý vikuskiftið í heyst hevur rútmiskur tónleikur úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi fingið innivist á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn. Føroyar hava verið umboðaðar av Teiti, Stanley Samuelsen og [...] útlivað sítt potentiali enn. Sum tey flestu, ið gerast kend í tónleikakappingum sum Stjerne for en aften , hevur Guðrun ikki megnað at sligið ordiliga í gjøgnum á tí breiða marknaðinum. Konsertin fríggjakvøldið [...] heimasíðuni hjá Guðrun verður júst Ironic tikið fram, sum lagið í fekk Guðruna at syngja alment á fyrsta sinni. Tá Alanis Morrisette gav lagið út í 1996, fall Guðrun fyri tí, henni dámdi tað so øgiliga væl,
Filmurin, sum av onkrari løgnari grund, varð forboðin í Føroyum. Í Degi og Viku ber væl til at síggja fólk verða skotin ella síggja lík liggja og flóta í gøtunum, men er tað á filmi, nei, so gongur tað ikki [...] serliga áhugaverdir, sjálvt um tónleikurin er avbera góður. Næsta fløgan kom út í 1987. Upptikin live í "Church of the Holy Trinity" í Toronto. Aftur hesu ferð mest góð coverløg. Sera góðar innspælingar av "I [...] Cowboy Junkies vóru stovnað í 1984 í Toronto. Tað eru tey trý systkini Margo, Michael og Peter Timmins, og Alan Anton. Tey hava givið níggju fløgir út. Tey eru sera væl dámd av tónleikaummælarum, men ókend