Eitt slag av ummæli

Hanna Jensen


Kjak hevur verið um innsavningarháttin í sambandi við náttúruvanlukkuna, sum rakti so mong menniskju 2. jóladag. Lýsingarherferðir og annað eru viðgjørd. Tað fari eg einki at siga um. Mangt býtt siga og gera vit menniskju. Hvussu er og ikki, so var ein stuðuls- og minniskonsert sunnukvøldið. Vit hava øll kunnað sæð hana. Og eg eri glað um, at eg kundi - havi ikki tikið so nógv lut í tiltøkum og kjaki elvd av hendingunum. Men eg takki øllum fyri tað tey hava gjørt. Og í júst hesum sambandi takki eg fyri alt tey hava vant, fyri tíðina tey settu av, hvussu tey skrýddu seg og gjørdu seg til reiðar at tæna okkum við gleði við sínum gávum. Her vóru ung og gomul, virknir áhugatónleikarar og sangarar eins og professionel. Øll gjørdu nakað í felag. Og mitt í øllum mínir fittu beiggjar.
Eg var í tí dulda sera spent uppá, hvat vit skuldu vænta: ein føroysk vælgerðarkonsert!
Hvat var tað gott fyri? Kundu fólk ikki bara geva uttan nakað annað roks?
Tað sá eg skjótt, hvussu alt hekk saman. Hetta var eins og ein gravarferð, har vit kundu gráta saman um øll tey deyðu og vanlukkuna, sum hevur rakt so nógv. Og sum vit eftir førimuni og hjartalagi ofta eftir áheitan hava givið til. Hjálparloysið, sum vit hava kent stíga upp í okkara innasta og vaksa við tíðindunum um fleiri og fleiri deyð og tílíkt, hetta hjálparloysið kundi nú fáa rúm. Hetta er eitt katharsis, ein felags reinsan. Kenslurnar kundu flóta, og nógv av okkum skilja nústani veruliga, hvussu nógv tað rakar okkum, at hesi menniskju, sum búgva á somu klótu sum vit, hava liðið so stórt tap - enntá mist lívið. Hetta dýrabæra lív, sum vit - hóast stríð og strev og sorg - hava so kært. Vit kenna forrættin at búgva í Føroyum, her vit hava tað so gott.
Ígjøgnum ta sonnu listina, borin okkum ígjøgnum listafólkini, verða vit leidd inn í ærufrykt fyri Gudi, sum øllum ræður, og sum er hin einasti, sum veruliga kann hjálpa. Hann er upphavið til, at vit kunnu gera hetta hjálpararbeiðið, vit eru amboðini hann nýtir. Bill Bourne segði nakað rámandi í Mentanartíðindum herfyri. Hann segði, at tónleikur var á ein ella annan hátt at samskifta við Gud. Vit vita eisini, hvussu menniskju samskifta ígjøgnum tónleik. Og tað vóru vit vitni til á hesi nýggjárskonsert.
Hon var ein vøkur sjón og eitt vælgerandi ljóð. Og eg vænti, at hon leiddi flestu okkara til eyðmjúkleika. Ja, nógvur peningur kom inn, og tað gleðir okkum øll, tí nógvur peningur skal til. Men, hvat er tað ímóti øllum tí, vit ikki makta og ikki hava ræði á? Vit hava fingið nógv meiri, enn vit hava givið. Og konsertin hevur sín leiklut í tí, tí vit fingu eitt andarhol í tilveruni, har vit - borin av sangi og tónleiki og skaldskapi - kundu njóta nakað, sum er ævigt. Eivør hevur einaferð sagt, at tær løtur, hon kennir mestan kærleika og gevur mestan kærleika, eru meðan hon syngur, meðan hon gevur sína gávu. Og eg trúgvi henni. Verði næstan altíð rørd til tár, tá hon syngur.
Eitt sindur um framførslurnar
Sjónvarpið hevur gjørt eitt sera gott arbeiði, og tey fingu eisini rós frá landsstýrismanninum í mentamálum. Alt tað tekniska riggaði væl, og vertirnir vóru góðir og innsløgini viðkomandi og áhugaverd. Tað sýntist, sum konsertin var mest fyri hyggjaran. Um nakað skal viðmerkjast, so haldi eg, at ikki allir partar av symfoniorkestrinum vórðu nóg væl umfataðir av myndatólunum. Ov lítið sást til strúkararnar, sum sótu til høgru fyri hyggjaran.
Eivør saman við Tórs-havnar manskóri var eitt gott val til at byrja kon-sertina. Hetta íslendska lagið Ave Maria er sera inniligt og vakurt. Dupultkvartettin hóskaði væl til, og teir sungu sum altíð ógvuliga væl.
Symfoniorkestrið var ómetaliga gott. Tey spældu so dynamiskt. Onkuntíð brúsandi, og so eymt og milt. Skráin var góð og hóskandi. Tey áttu konsertina frá fyrstu tíð, og teirra partur saman við kórunum var framúrskarani. Tey løgdu ta sorgblíðu linjuna, sum skuldi eyðkenna og sum eisini veruliga eyðkendi kvøldið. Tey vóru øll líka vøkur og hábærslig, pyntað til hesa árliga afturvendandi stórhending: nýggjárskonsertina. Og hesaferð syntist tað mær, at tey vildu vísa teimum raktu virðing eisini við hesum.
Ólavur Jacobsen var ein sera góður, greiður og vælegnaður frásøgumaður. Hann skapti virðiliga atmosferu. Og Ernst Sondum Dalsgarð syngur ótrúliga væl og dugir sera væl at vera í leiklutinum til hvørt stykki.
Dropar, tað fitta barnakórið við Sigrið Sivertsen sum leiðara var gott og eitt sindur óvanligt, tey vóru cool Tey sungu so rútmiskt og við kraft og góðar innihaldsríkar sangir. Og solosangarinnan var framúr góð.
Enekk eru altíð berg-takandi og egnir. Serliga væl dámdi mær Tólvti septembur, bæði orð og lag.
Aldubáran spældi sum altíð væl og sangararnir Karl Martin Samuelsen og Anna Maria Olsen hava vakrar røddir, sum hóskaðu ógvuliga væl saman við hesum klassiska bólki. Tilfarið var eisini áhugavert.
So komu tey trý Teitur, Eivør og Kári P. á pallin. Og tað var eitt hæddarpunkt, tí Teitur var jú komin við hesum hugskotinum at hava stuðulskonsert, og hann samskipaði tað, sum ikki hevði við symfoniorkestrið at gera. Og her sótu tey so við hvør sínum guittara, og eingin kundi ímynda sær, hvat fór at fara fram. Men tey sungu bara einfalt hvør sín egna sang, fyrst ein í part og so umaftur ein í part. Og tað var so gott og so einfalt og væl sungið hjá teimum øllum - mestsum eyðmjúkt. Og ótrúliga stuttligt og forloysandi var tað at hoyra tey øll saman til seinast syngja Súrligar nætur í Keypmannahavn hjá Kára. Teitur og Eivør valdu eisini teir røttur sangirnar, haldi eg. Serliga Josephine hjá Teiti, sum rakar meg beint í hjartað hvørja ferð, eg hoyri hann, og so hesin nýggi sangurin hjá Eivør, Elinborg og Elisabeth Maria. Eg hoyrdi hann í sendingini Nón og havi hungrað eftir at hoyra hann aftur. Eg havi ikki hoyrt so vakurt, so inniligt, so beinrakið. Tað er ikki so lætt at seta orð á kensluna. Hendan lýsingin av barnaverðini, spælið og kvøldið, tá barnið sovnar trygt, meðan pápin fortelur søgu. Eitt evni, sum finst í óteljandi sangum, men sum nú aftur livnaði og skapti eina kenslu av onkrum kendum, farnum - hetta mista paradísið sum barndómurin er fyri flestøll. Sum ikki kemur aftur, men sum vit gleðast um at síggja inn í og hoyra um.
Tá tey trý komu innaftur eftir lógvabrestirnar, líktust tey mest guittarkammeratum við hvør sínum sleingjandi um seg, og tað var ein óvanliga góð løta.
Endin á konsertini, har øll vóru við, var passandi ein sálmur um júst hetta her, at vit kunnu ikki bjarga hvør øðrum, vit eru øll í sama báti. Bert Hann, sum er hægri, kann.