Theodor E. D. Olsen
Mánakvøldið skipaði Sosialurin aftur fyri Trapputingi í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Hesaferð vóru aftur alternativar løgmannarøður á skránni, og evnið hesaferð var forsorg. Tað er Tinghelluredaktiónin á Sosialin, sum skipar fyri Trapputingum.
Í hesum sambandi vórðu Jóanes N. Dalsgaard, sum arbeiðir innan tað almenna á serforgarøkinum, og Svenning av Lofti, avvarðandi og fyrrverandi formaður í Sinnisbata, bodnir at koma við sínum boðum upp á, hvussu ein løgmansrøða eftir teirra tykki kundi ljóðað.
Harafturat vóru Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum og Bill Justinussen úr Miðflokkinum bodnir at umboða ta politisku skipanina í kjakinum. Teir umboðaðu ávikavist samgongu og andstøðu umframt at báðir sita í Trivnaðarnevndini í Løgtinginum, har Jørgen Niclasen eisini er formaður.
Fitt av fólki hevði leitað sær oman í Miðlahúsið mánakvøldið, og fyrireikararnir høvdu úr at gera við at finna fleiri stólar fram til tey umleið 60 fundarfólkini.
Fundurin var eins og seinast skipaður á tann hátt, at teir alternativu løgmenninir sluppu at leggja hvør sína løgmansrøðu fram, og teir fingu 12 minuttir í part at leggja sínar hugsanir fram fyri almenningin. Síðani fingu politikararnir 6 minuttir í part til at gera viðmerkingar.
Eftir at Sosialurin hevði bjóðað fundarfólkinum ein kaffimunn í steðginum, var orðið frítt, og tað vóru ikki so fá, ið nýttu høvið til at siga sína hugsan. Jóannes Hansen, ið var fundarstjóri hetta kvøldið og stýrdi kjakinum við at geva fólki orðið og spyrja luttakararanr um ymiskt, tey bóru fram.
Hvør borgari sín sosialráðgeva
Í stuttum kann sigast, at Svenning av Lofti legði stóran dent á, at hann nú helt tað vera nóg mikið tosað og skrivað um ymiskt viðvíkjandi forsorg. Álit eru skrivað og mál eru viðgjørd, men tað tyktiskt, sum at lyftini fyri hvørt løgtingsval heldur vóru valagn enn hjaratamál hjá politikarunum, og tí var umráðandi at bróta upp um armar, og fara í gongd við at raðfesta menniskjað fram um tunlar, vegir og aðrar deyðar lutir, segði Svenning av Lofti m.a.
Somuleiðis nevndi hann stríðið, sum foreldur hjá sjúkum og brekaðum børnum hava upplivað, tá tey hava noyðst at farið ígjøgnum ta almennu skipanina, fyri at veita børnunum sømilig kor.
Hin "løgmaðurin", Jóanes N. Dalsgaaard, spurdi m.a. retoriskt, hvat eitt gott samfelag er, og svaraði, at ein mátistokkur, vit kunnu brúka, er at hyggja eftir, hvussu okkara veikastu hava tað í samfelagnum. Hann nevndi, at eins og øll sjúk í Føroyum hava rætt til ókeypis læknahjálp, so áttu øll tey við skerdum førleikum havt rætt til t.d. stovnspláss.
Hann skeyt eisini upp, at líkasum øll hava atgongd til egnan kommunulækna, so áttu øll eisini at havt sín egna sosialráðgeva, sum kundi verið eitt slag av advokati ella talsmanni hjá borgaranum, tá tørvur varð á tí.
Jørgen Niclasen var positivur fyri fleri av uppskotunum, sum vóru løgd fram hetta kvøldið. M.a. helt hann uppskotið um, at allir borgarar skuldu hava hvør sín sosialráðgevara, kundi vera við til at lætta um hjá borgarunum og gera at fólk sluppu frá at fara til hvønn Per og Pól í tí almennu skipanini, og at hetta tí kundi gera skipanina smidligari og harvið bíligari.
Hinvegin segði Bill Justinussen seg hava hoyrt frá einum av teimum mongu fakfólkunum, sum vóru komin hetta kvøldið, at hetta kanska ikki var tann besta loysnin at koma við.
Jørgen Niclasen legði dent á, at samfelagið hevur brúk fyri øllum, og at ein gongd leið kundi vera hjálp til sjálvhjálp við t.d. vardum størvum.
Bill Justinussen tosaði m.a. um týdningan av skjótari hjálp, tí sum er, helt hann avgreiðslutíðina vera ov drúgva, og nevndi fólk, sum høvdu mist húsini, av tí at bíðitíðin eftir pensión o.ø. hevði ført við sær, at tey ikki megnaðu at gjalda rentur og avdrøg.
Stórar játtanir men eingir pengar
Sum nevnt vóru nógv fólk komin saman í Miðlahúisnum, og fleiri nýttu høvið at siga sína meining. Ein fundarluttakari metti, at játtaður peningur átti at fylgja brúkaranum, tí eins og øll eiga rættin til eitt pláss í fólkaskúlanum, so áttu øll eisini at fingið eitt stovnspláss, ið høvdu tørv á tí, tí sama átti at galda fyri brekað og menningartarnað sum fyri fólkaskúlanæmingar. Lut-takarin metti eisini, at landið eigur at yvirtaka tey sambýlini, sum hoyra sjálvsognarstovnar og eru niðurslitin.
Onkur eftirlýsti fleiri verkstøð, og ein annar fýltist á, at fleiri milliónir vórðu játtaðar, men blivu ikki brúktar. Hetta kemst av, at um játtaður peningur ikki er brúktur í einum fíggjarári, so fellur játtanin aftur til lands-kassan, og er hetta galdandi fyri allar játtanir á fíggjarlógini. Tá er lagamanni at játta pening, tí hann verður kortini ikki brúktur, helt onkur fyri.
Ein kona á fundinum spurdi, hvønn leiklut brúkarin ella áhugafeløgini hjá sjúkum og brekaðum hevur, tá avgerðir um játtanir og skipanir verða tiknar, og hon helt, at ikki bara fakfólk skuldu hoyrast, tá slíkt var fyri.
Tvingað úr heimstaðnum
Umframt fakfólk, vóru sum nevnt eisini fleiri avvarðandi til staðar á Trapputinginum, og ein mamma fýltist á, at t.d. sálarliga sjúk havnarfólk, sum høvdu búð alt sítt lív í høvuðsstaðnum, blivu noydd av myndugleikunum til at taka av einum plássi á einum sambýli á bygd, tí annars vórðu tey sanktionerað fíggjarliga.
- Hesi fólkini eru tvangsflutt, segði hendan mamman hjá einum sálarsjúkum manni.
Onkur vildi hava at vita, hvørj-ar arbeiðsuppgávur Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum hevur, meðan eitt annað fundarfólk reisti seg og skeyt upp, at hækka pensiónirnar og samstundis skapa størri møguleikar fyri part-tíðararbeiði.
Sum heild kann sigast, at politikararnir fingu toyggið viðhvørt, men tað var kanska heldur ikki so løgið, tá hugsað verður um, at hesir eru valdir at býta ta samfelagsligu lagkøkuna fyri okkum. Fleri av fundarfólkunum vóru jú avvarðandi hjá sálarsjúkum og brekaðum, og greiddu frá teirra baksi við at stríðast við ta almennu skipanina og bíðitíðina eftir stovnsplássum, verkstøðum o.ø. Fleiri enn tann eini av fundarluttakarunum gjørdi vart við, at álit og tilmæli vórðu skrivað, og nú var at bróta upp um armar og fara í gongd, men at tað krevst peningur til slík endamál.
Trapputingið fólksins rødd
Í mun til Trapputingið seinasta mánakvøld, tá evnini vóru mentan og gransking, ber til at siga, at kjakið hesaferð var munandi meira livandi og kanska eisini kensluborið viðhvørt. Sum nevnt nýttu fleiri møguleikan at gera viðmerkingar og spyrja um ymiskt viðurskifti, sum hava við almannasektorin at gera.
Sjálvur helt orðstýrarin, Jóannes Hansen, fyri, tá fundurin var við at enda, at hetta var demokrati, tá tað riggaði eina best, tí hóast tveir tingmenn, Óli Breckmann og Finnur Helmsdal, vóru til staðar umframt teir báðar politikararnar við pallborðið, so tóku ella fingu teir ongantíð orðið. Fólkið átta fyrsta rætt til at fáa orðið.
Fundurin endaði kortini við, at Óli Breckmann varð biðin um at syngja fyri, tá fólk vórðu biðin um at reisa seg og syngja fyrsta ørindi av tjóðsanginum, Tú alfagra land mítt.