Oljuframtíð
Hetta sigur sigur Rúni Hansen, leitistjóri hjá Statoil í Føroyum. Vit hava spurt hann, um tað ikki er trupult í dag hjá tí vanliga føroyinginum at vita akkurát, hvat fyriferst á oljuøkinum. Hevur eitt felag sum Statoil pakkað saman ella arbeiðir tað framvegis hart við økinum ?
- Eg kann siga fyri okkara viðkomandi, so hava vit ikki pakkað saman. Vit
hava borað ein brunn, og hann gav ikki tað, sum vit høvdu vónað. Vit kendu tó
váðan, so tað var ikki ein støða, har vit stóðu heilt undrandi
og gánaðu. Vit fingu tó meira vitan, sjálvt um vit ikki høvdu vónað at skula
havt útreiðslur fyri ein heilan brunn fyri at fáa ta vitanina. Men soleiðis
er tað nú einaferð innan oljuøkið, og vit hava - ja tíanverri - roynt tað
fyrr. Men tó skal sigast, at tað øvugta hava vit eisikni upplivað, nevniliga
at rakt við olju, og tað rættiliga ofta. Tað kann hóast alt síggjast á
inntøkuni hjá felagnum. Og bæði út frá teimum royndunum vit hava gjørt
gjøgnum árini runt um í heiminum, tá vit hava rakt við olju og tá vit ikki
hava rakt við, umframt við tí vitan við hava fingið ígjøgnum seismikk o.a. á
Føroyaøkinum, hevur gjørt, at vit hava avgjørt ikki at pakka saman á
Føroyaøkinum, men heldur at brúka tíð at arbeiða meira við økinum, soleiðis
at vit kunnu, út frá bestu sannføring vita, so neyvt tað nú einaferð ber
til, hvar vit skulu bora næstu ferð. Vit hava ætlanir um at bora ein brunn
afurat á Føroyaøkinum. Nær og hvar tað verður, er ikki avgjørt enn.
-Kann tað hugsast, at tit fara at bora á einum heilt øðrum øki næstu ferð?
- Tað kann hugsast, men einki er avgjørt enn. Vit hava eitt øki longur
norðuri, har vit skutu meira seismikk síðsta summar. Á tí leiðini er einki
borað enn, og á tí økinum er, mótvegis teimum longri suðuri, har allir
brunnar higartil eru boraðir, nógv basalt. Trupulleikin her hevur verið,
at við tí seismikkinum, sum áður er skotin á basaltinum, hevur tað verið
sera trupult at sæð nakað undir basaltinum. Eg kann siga so mikið sum, at
tað sær út til, at tey dataini vit í dag sita við, útfrá tí seismikkinum,
ið varð skotin síðsta ár, eru betur enn tey vit áður hava havt. So fara
kanska komandi tvey árini at vísa, um dataini, eftir at tey eru viðgjørd,
verða so mikið góð, at man tekur avgerð um at bora á leiðini. Um tað verður
veruleiki, so er ein onnur avbjóðing har, og tað er at bora ígjøgnum tað
harða basaltið. Hetta arbeiða vit eisini við í løtuni, saman við
kontraktørum o.ø.
Avgerandi
-Vil tað so siga, at tú sært at tey komandi tvey árini at verða sera avgerandi
fyri Føroyaøkið?
- Eg vænti, at komandi tvey árini verða rímuliga avgerandi. Loyvini frá
fyrstu útbjóðing ganga út um góð tvey ár, og tá skulu vit helst vita, hvar
restin av brunnunum skulu borast. Eisini longdu øll feløgini (Statoil, ENI
og Anardarko), teirra sokallaðu 9-ára loyvi, sum øll liggja á basaltinum,
við tveimum árum síðsta ár, tí tey ynsktu at gera meira arbeiði á økinum.
Og eg vænti ikki, at nakað av feløgunum fer at arbeiða óneyðugt við
loyvunum, tí tað kostar nógvar pengar at binda ressoursirnar, sum kanska
kundu verið frígivnir til aðrar meira lovandi verkætlanir aðrastaðni sigur Rúni Hansen og vísir á, at 2. útbjóðingarumfar verður nú. - Eg vænti ikki, at føroyskir myndugleikar fáa eins nógv út av 2. útbjóðingarrundu, sum teir fingu í fyrstu útbjóðingarrundu. Í tí 1. útbjóðingini bundu feløgini
seg til at bora heilar 8 brunnar. Hetta kann man ikki rokna við í aðru
útbjóðing í ár. Tað verða færri - kanska eingir - brunnar man fer at binda
seg til, men heldur at gera fleiri seismiskar kanningar o.a. Alt økið sum
hesuferð er bjóðað út, er meira ella minni sokallað basaltøkir, og her hava
flest feløg heilt einfalt ikki nógv nógva vitan enn - til at átaka sær
boriforpligtilsi. Tí skal meira forkanningararbeiði gerast her.
Rúni Hansen vísir á, at man í fyrstu rundu fekk trý ár at gera hesar kanningar í, og so skuldi avgerð takast um, hvat víðari skuldi gerast - um man skuldi bora ella ikki. -So siga vit, at tað sama verður galdandi nú - 2 ellar 3 ára
arbeiðsprogramm - so eru vit aftur í 2006 ella 2007. Tí vænti eg, at tey
komandi 2-3 árini verða sera avgerandi fyri Føroyaøkið, bæði við atliti til
1. og 2. útbjóðing. Vit koma í hesum tíðarskeiðnum, kanska at
síggja feløg fara úr økinum, og hvør veit, møguligt fara vit at síggja
okkurt nýtt felag koma inn, um væl veit við. Á einum sokallaðum "frontier"
øki, sum Føroyaøkið er, er tað ikki óvanligt, at tað er sera ymiskt, hvussu
feløgini síggja uppá tílík øki. Hetta er galdandi bæði á tí fakliga
jarðfrøðisliga og ikki minst reint strategiskt.
Við
-Statoil er fyristøðufelag fyri tvey stór loyvi á Føroyaøkinum og hevur
verið sera virkið her. Ætla tit eisini at verða við í 2. útbjóðingarrundu?
-Vanliga taka vit ikki endaliga avgerð um at verða við í eini rundu, fyrr
enn heilt stutt áðrenn, men sum landið liggur nú, so verða vit við.
-Onkur hevur hildið, at tað er óheppið við eini útbjóðing nú ?
Tað er ilt at siga, nær tíðin er tann rætta og mest optimala. 18. útbjóðing
í Norra hevur júst verið, og tann 22. útbjóðingin á enskum øki er í gongd
nú, og har skulu umsóknirnar latast inn fyrst í juni. Og so kemur tann
føroyska nú beint aftaná. Og nógv av feløgunum hava sama mannskap til allar
hesar útbjóðingarnar, so í so máta er tað kanska ikki heilt av leið. Og so
kunnu vit eisini seta spurningin, um størri áhugi hevði verið fyri tí
føroyska økinum, um man hevði bíðað eitt sindur við útbjóðingini. Eg veit
ikki. Tað er nakað av virksemi í gongd tætt upp at markinum bretsku megin,
sum kann hava týdning fyri Føroyaøkið. Umframt avmarkingarbrunnin, ið verður
boraður á Laggan gassfeltinum nú, er ætlanin er at bora Cambo brunnin
síðst í mai, og beint aftaná tað, uml. juni/juli, verður tann sokallaði
Rosebank brunnurin boraður. Hesir báðir liggja heilt upp at føroyska
markinum, og verða báðir óiva liðugt boraðir, áðrenn umsóknin til 2.
útbjóðing skal latast inn. Og við arbeiðinum á Føroyaøkinum, er einhvør
nýggj vitan kærkomin sigur Rúni Hansen, nú dagin fyri at stóra oljuráðstevnan letur upp í Norðúrlandahúsinum.