Rannvá G. Fossaberg
------
- Tað tók mær trý ár at fáa hárið at verða ta longdina, sum krevst. Sjálvt um tað til tíðir hevur verið strævið at ganga við hári niður á lendarnar, so eri ótrúliga glað fyri at kunna hjálpa á henda hátt.
Soleiðis sigur Beinta Birgitta H. Jensen úr Havn, sum í næstum fer at senda langa hesthalan, ið bleiv kliptur av í summar, til Amerika.
Hesthalin verður síðani brúktur til at gera parúkkar, sum sjúk fólk yviri í Amerika hava fyri neyðini.
- Felagsskapurin, sum eg lati hárið til, letur parúkkar til fólk, ið hava mist hárið av eitt nú krabbameini ella sjúkuni Alopecia. Í Amerika eru tað ikki øll, ið hava ráð til parúkkar, og tí gevur hesin felagsskapurin parúkkar til sjúk fólk, uttan at tey skulu betala fyri tað, sigur Beinta Birgitta H. Jensen, ið dagliga lesur til djóralækna í Danmark.
Fekk hugskotið á netinum
Hugskotið at lata hár til sjúk fólk, ið hava mist hárið, fekk Beinta Birgitta H. Jensen fyri trimum árum síðani, tá hon sat á netinum og hugdi eftir ymsum brotum á Youtube.
- Eg kom tilvildarliga inn á eitt video, har eg sá eina gentu klippa hárið, og har tað bleiv greitt frá, at avklipta hárið skuldi latast til sjúk fólk, sum hava mist hárið, og ynskja sær parúkk. Eg hugsaði alt fyri eitt, at tað hevði verið stuttligt, um eg undi gjørt tað sama, greiðir Beinta Birgitta H. Jensen frá, sum alt fyri eitt fór at leita eftir einum slíkum felagsskapi at senda hár til.
- Á Google frann eg fram til tveir felagsskapir, sum kalla seg Pantene Beautiful Lenghts og Locks of Love. Tann fyrri er amerikanska krabbameinsfelagið og sjampoframleiðarin, Pantene, ið samstarva um at gera parúkkar til krabbameinsraktar amerikanarar og fólk, sum hava mist hárið orsakað av sjúku. Locks of Love ger parúkkar til børn, ið hava mist hárið av sjúku. Mær dámdi væl tað, eg kundi lesa um hesar báðar felagsskapirnar, so eg avgjørdi, at eg vildi lata hár til tey, fortelur Beinta Birgitta H. Jensen og leggur afturat, at henni dámar væl at kunna gera okkurt fyri at hjálpa øðrum.
- Eitt nú eri eg samarittur hjá Reyða Krossi og plagi eisini at ganga við bússum, tá innsavnan er, og tá eg sá henda møguleikan at hjálpa, hugsaði eg bara ”hví ikki?”
Má sendast til Amerika
Tá Beinta Birgitta H. Jensen fyri trimum árum síðani tók avgerð um at lata hárið vaksa so mikið, at tað kundi latast einum av felagsskapunum, fór hon undir at kanna, um slíkir felagsskapir vóru í Danmark, har hon býr, meðan hon er í lestrarørindum.
- Eg forhoyrdi meg hjá danska Krabbameinsfelagnum, men tey søgdu, at eingin føst skipan er við slíkum í Danmark. Og tað er so tí, at mítt hár verður sent allan tann langa vegin yvir til Amerika, sigur Beinta Birgitta H. Jensen, sum síðani setti seg í sambandi við hárfríkanarkvinnuna, Guðrun Magnusardóttir, ið eisini er trýmenningur við Beintu Birgittu H. Jensen.
- Guðrun helt, tað var eitt fínt hugskot, og hon hugdi og metti um hárið og helt, at tað var væl egnað til endamálið. Hon visti heldur ikki um henda møguleikan at lata hár til sjúk fólk, men dámdi væl tankan, sigur Beinta Birgitta H. Jensen.
Á netinum hevði hon lisið, at hárfríðkanarstovur í Amerika klippa langt hár ókeypis, um kundin velur at lata hár til felagsskapir, ið gera parúkkar til sjúk fólk.
- Tað haldi eg avgjørt eisini, at hárfríðkarar í Føroyum kundu gjørt. Tað hevði ivaleyst eisini verið við til at eggjað fleiri kvinnum at lata hár til slíkar felagsskapir sum teir, eg lati mítt hár til.
Eisini børn lata hár
Tá Beinta Birgitta H. Jensen fyri trimum árum síðani valdi at lata hárið vaksa, var hon ikki tann einasta í familjuni, ið skuldi lata hár. Hárið hjá systirdóttir hennara, Jasmin, sum tá bert var eitt ára gomul, skuldi eisini vaksa og latast til Locks of Love, soleiðis at okkurt barn í Amerika, ið hevur krabbamein ella Alopecia, kann fáa gleði av hárinum.
- Tá hon bleiv klipt í summar, var tað fyrstu ferð, hon var til frisør. Hárið hevði tá voksið í trý ár og var komið niður á lendarnar, so tað bleiv til ein vakran, langan hesthala, sum bleiv kliptur av, sigur Beinta Birgitte H. Jensen og heldur fram:
- Men eg haldi, at hon var glað, tá hárið bleiv klipt, tí henni dámdi einki av verða greidd og hevði onkuntíð hug til at ilskast inn á síða hárið, fortelur Beinta Birgitta H. Jensen.
Lokkarnir, ið verða latnir Locks of Love, skulu vera minst 25 sentimetrar til longdar. Hárið, sum verður latið Pantene Beautiful Lenghts kann vera eitt sindur styttri, 20 sentimetrar.
- Tað er ivaleyst tí at smágentur helst vilja hava parúkkar við sindur av longd, meðan kvinnurnar aloftast velja parúkkar við styttri frisyrum, sigur Beinta Birgittta H. Jensen, sum í næstum letur sín hesthala, ið er 38 sentimetrar til longdar.
Krøv til hárið
Fyri at kunna lata hár, sum skal brúkast til parúkkarnar, eru ymisk krøv, ið skulu haldast. Annars kann hárið ikki nýtast.
- Eg las á heimasíðuni hjá Pantene Beautiful Lenghts, at hárið skuldi ikki vera kemiskt viðgjørt á nakran hátt. Tað vil siga, at hárið skal eitt nú ikki vera litað ella permenentað nakrantíð. Og annars ber heldur ikki til at lata grátt hár, greiðir Beinta Birgitta H. Jensen frá.
Hárið, sum verður nýtt til parúkkar, er natúrligt hár, og eingi kemikalium skulu vera ella hava verið í hárinum, sum verður latið inn. Orsøkin er, at viðgjørt hár mangan kann vera illa viðfarið og hóskar tískil illa til endamálið.
Hesthalarnir hjá Beintu Birgittu H. Jensen og lítlu systirdóttrini, Jasmin, verða sendir við posti til Californien ein av fyrstu døgunum.
- Vit kliptu hárið seint í august í summar, men vit náddu ikki at senda tað til Amerika tá. Nú eri eg komin heim í heystfrítíð, so nú verða halarnir sendir ein av nærmastu døgum, sigur Beinta Birgitta H. Jensen, sum tó ikki fær at vita nágreiniliga, hvar hennara hesthali endar.
- Eg veit, at eg fái eitt takkarbræv sendandi, men hvør persónur fær parúkkin við mínum hári á, og hvussu tað endaliga úrslitið verður, tað fái eg ikki at vita, fortelur Beinta Birgitta H. Jensen.
Í løtuni kemur hárið niður á akslarnar.
- Eg havi ikki avgjørt enn, um eg aftur skal lata hárið vaksa og lata enn ein hala til amerikanska felagsskapin., tí tað var til tíðir strævið at ganga við so longum hári. Men eg eri glað fyri tann hesthalan, sum eg nú kann lata sjúkum fólkum.
Til ber at lesa meira á hesum heimasíðum:
www.locksoflove.org
www.pantene.com/en-US/PanteneBeautifulLengths/Pages/default.aspx