ar í amboðsfimleiki, har kappast verður í einum, tveimum ella trimum amboðum hvørja ferð. Um nýggj amboð koma við, verður sum oftast kappast fyrstu ferð í teimum í einari steypakapping. Kappingin í morgin [...] morgin, sum verður í Fimi í Havn, er onnur av trimum, og hon koyrir líkasum í tveimum, tí gentur og smádreingir sleppa framat klokkan 11, men høllin er tøk til fyrireikandi venjing longu frá klokkan 9. Tey [...] og hjá monnum eru amboðini gólv, reck og paralell barr. Tann fyrsta av steypakappingunum var 22. januar, og tann triðja og seinasta verður 19. februar.
leggja allar Føroyar saman í níggju kommunur. Tað boðaði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður frá í formansfrágreiðing síni á landsfundi sambandsfloksins í Samljóði í Skopun í morgun. Hann sigur, at lóga [...] at leggja Føroyar í níggju kommunur eru skrivað og eru klár at leggja fyri Løgtingið. Og tað verða tey í seinasta lagi á ólavsøku og Føroyar skulu verða níggju kommunur frá 1. januar í 2013. Samstundis [...] og eisini skal fólkaskúlin skipast í níggju eindir tann 1. august í 2012. Hendan næsta tíðin skal brúkast til eina fólksliga tilgongd har landsstýrisfólk fara runt í økjunum at greiða frá ætlanini og ætlanin
landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Frank Jacobsen í tíðaravmarkað starv sum fyrstalærara í Sumbiar skúla. Frank er 54 ára gamal og tók læraraprógv í 2009 og bachelorískoyti í 2010. Umframt [...] privatum virksemi og í samkomuhøpi. Frank hevur seinastu árini verið lærari í Skúlanum við Løgmannabreyt í Havn. Frank tekur við starvinum sum fyrstilærari í Sumbiar skúla tann 5. januar 2022. [...] Umframt skeið í námsfrøðiligari leiðslu á Setrinum og eftirútbúgvingarskeið, hevur Frank tikið diplom á masterstigi í vegleiðing í 2015, har partar av útbúgvingini snúgva seg um leiðslu, persónliga leiðslu
prosent eru elbilar. Talið av bilum í Føroyum er nógv vaksið seinastu 10 árini. Tí tann 1. januar í 2012 vóru skrásett 29.913 akfør í Føroyum í min til 41.534 1. desember í ár. Tað hevur soleiðis verið ein [...] vil siga ikki telja við kampingvognar, viðfestisvognar og líknandi, so eru 36.826 motordrivin akfør í Føroyum. Av teimum eru 19.919 bensinbilar, 15.490 dieselbilar og 594 elbilar. Tað merkir, at 54 prosent [...] bensin PHEV og diesel HEV, men tey tølini eru so smá enn, tí áður hava hesir bilar verið roknaðir upp í ávikavist diesel og bensin.)
smittutilburðir við koronu í Danmark. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Statens Serum Institut. Hetta er samstundis næst størsta smittutal yvir eitt samdøgur síðan í byrjanini av januar, tá smittutølini vóru høg [...] Tey, sum vórðu staðfest smittað í Danmark seinasta samdøgur, vórðu funnin í 211.369 royndum, og talið av koronu-royndum er nógv økt seinastu mánaðirnar. Smittutølini í Danmark hava seinastu tíðina verið [...] 1355 smittutilburðir í Danmark, og soleiðis eru tølini seinasta samdøgur millum tey hægstu seinastu nógvu vikurnar. Talið av innleggingum minkaði seinasta samdøgur við 17 niður í 143, og eingin doyði við
Peningastovnarnir hava í samráð við TAKS framt broytingar í Lønarportalinum, sum merkja, at løn og eftirløn frameftir verða fluttar samstundis. Tað skrivar Vinnuhúsið. Hetta er lutvíst liður í fyrireikingunum [...] til pensjónsnýskipanina, sum ætlandi kemur í gildi 1. januar 2014. Í høvuðsheitum merkja broytingarnar, at lønar- og eftirlønarflytingar skulu avgreiðast samstundis. Harafturat verður møguligt at skriva [...] nýggir teigar gjørdir í Lønarportalinum. Fyri tey, sum innlesa lønarútgjaldsfílu í Lønarportalin, merkir hetta, at fílan skal hava eitt nýtt format. Hesa tillaging ber til at gera í samstarvi við KT-veitaran
óvanliga kalt í norðara parti av Evropa tann seinasta mánaðin. Í Berlin hevur mars verið tann kaldasti síðani 1883. Der Spiegel skrivar, at harafturat hevur tað verið sjáldsama lítil sól í vetur. Í Norðurtýsklandi [...] sóltímar í desember, januar og februar, og so fáar tímar við sól hava veðurstovurnar ikki skrásett fyrr. Tað er ikki bara í Týsklandi, at tað hevur verið óvanliga kalt. The Guardian veit at siga, at í Bretlandi [...] Bretlandi hevur mars verið tann kaldasti í meiri enn 50 ár, og í Vesturfraklandi hevur mars ikki verið so kaldur síðani 1987, skrivar Quest France. Í sveisisku býunum Basel, Bern og Zürich hevur mars verið
Í januar stoytti eitt hjálparfólk á einum frítíðarskúla í Thisted í Danmark eldfima vætu á eitt bál, og avleiðingin var, at seks ára gamli Magnus, sum hevur føroyska mammu, varð illa brendur í andlitið [...] Højgaard við blaðið BT í kvøld. Tí verður hjálparfólkið ikki ákært eftir revislógini, men sleppur við einari bót. Ætlanin var gera pannikakur yvir einum báli, men tey fingu ikki rættiliga eld í, og tí stoytti [...] stoytti maðurin eitt sindur av reinsibensini á bálið, og ein flamma rakti Magnus í andlitið. Magnus brendi seg illa, men hann er komin væl fyri seg eftir tilburðin.
verður í næstum farið undir at gera vatnverk á Langasandi. Í komandi ári verða reinsiverk gjørd við Gjógv, í Saksun og í Tjørnuvík. Miðað verður ímóti, at allir borgarar í kommununi hava reinsað vatn í 2009 [...] frammanundan eru bygd í Hósvík og Haldórsvík. Tá nýggja bygdaráðið fyri nýggju, samanløgdu Sunda kommunu tók við 1. januar 2005, var eitt av aðalmálunum, at reinsað drekkivatn er í øllum bygdum í kommununi. Vatngóðskan [...] Innan ársskiftið fer reinsað vatn at renna úr kranunum í Hvalvík og í Streymnesi Reinsiverk verður í hesum døgum sett upp við Hælá. Nomatek hevur latið útgerðina og FT-smíð byggir húsið. Reinsiverkið er
Í juni 2008 vóru skrásettir 26.040 løntakarar. Í mun til juni 2007 eru nú 97 fleiri løntakarar, hetta svarar til ein vøkstur upp á 0,4%. Tað var í januar 2006, at løntakaratalið aftur byrjaði at vaksa [...] vøksturin var í fyrru hálvu av 2007. Nú løntakaratalið er gjørt upp fyri juni 2008, er tað vaksið tríati ferðir upp í slag í mun til mánaðan árið fyri, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni. Gongdin í sýslunum [...] serliga í Vága sýslu hevur verið stórur vøkstur. Síðan 2004 er løntakaratalið í Vága sýslu vaksið góð 12%. Samstundis sæst, at í Norðoya- og Sandoyar sýslu er løntakaratalið minkað við góðum 1%. Í hinum