Reint vatn í Hvalvík og Streymnesi

Innan ársskiftið fer reinsað vatn at renna úr kranunum í Hvalvík og í Streymnesi Reinsiverk verður í hesum døgum sett upp við Hælá. Nomatek hevur latið útgerðina og FT-smíð byggir húsið. Reinsiverkið er av sama slagi sum tey, ið frammanundan eru bygd í Hósvík og Haldórsvík.

Tá nýggja bygdaráðið fyri nýggju, samanløgdu Sunda kommunu tók við 1. januar 2005, var eitt av aðalmálunum, at reinsað drekkivatn er í øllum bygdum í kommununi. Vatngóðskan er tí raðfest høgt seinastu árini, og eftir ætlan verður í næstum farið undir at gera vatnverk á Langasandi. Í komandi ári verða reinsiverk gjørd við Gjógv, í Saksun og í Tjørnuvík.

Miðað verður ímóti, at allir borgarar í kommununi hava reinsað vatn í 2009 eftir teimum krøvum, sum myndugleikarnir seta. Reint vatn er sjálvsagt ein umráðandi partur av gerandisdegnum, sum kommunan vil tryggja fólki.

Kelda: Sunda kommuna