Løntakaratalið økist mest í Vágum

Í juni 2008 vóru skrásettir 26.040 løntakarar. Í mun til juni 2007 eru nú 97 fleiri løntakarar, hetta svarar til ein vøkstur upp á 0,4%. Tað var í januar 2006, at løntakaratalið aftur byrjaði at vaksa, og vøksturin tók dik á seg á heysti 2006. Størsti vøksturin var í fyrru hálvu av 2007. Nú løntakaratalið er gjørt upp fyri juni 2008, er tað vaksið tríati ferðir upp í slag í mun til mánaðan árið fyri, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.

Gongdin í sýslunum er ymisk

Verður hugt at, hvussu løntakararnir býta seg á sýslur, sæst at serliga í Vága sýslu hevur verið stórur vøkstur. Síðan 2004 er løntakaratalið í Vága sýslu vaksið góð 12%. Samstundis sæst, at í Norðoya- og Sandoyar sýslu er løntakaratalið minkað við góðum 1%. Í hinum sýslunum er vøksturin um 5%.