Norðurevropa skelvir í kulda

Tað hevur verið óvanliga kalt í norðara parti av Evropa tann seinasta mánaðin.

Í Berlin hevur mars verið tann kaldasti síðani 1883. Der Spiegel skrivar, at harafturat hevur tað verið sjáldsama lítil sól í vetur. Í Norðurtýsklandi høvdu tey 91 sóltímar í desember, januar og februar, og so fáar tímar við sól hava veðurstovurnar ikki skrásett fyrr.

Tað er ikki bara í Týsklandi, at tað hevur verið óvanliga kalt. The Guardian veit at siga, at í Bretlandi hevur mars verið tann kaldasti í meiri enn 50 ár, og í Vesturfraklandi hevur mars ikki verið so kaldur síðani 1987, skrivar Quest France. Í sveisisku býunum Basel, Bern og Zürich hevur mars verið tann kaldasti tey seinastu 26 árini, skrivar RTS.

Várið hevur eisini ilt við at fáa fótin fyri seg í Danmark. Sambært veðurstovuni DMI hevur mars ikki verið so kaldur síðani 1987.