Broytingar í Lønarportalinum

Peningastovnarnir hava í samráð við TAKS framt broytingar í Lønarportalinum, sum merkja, at løn og eftirløn frameftir verða fluttar samstundis.

Tað skrivar Vinnuhúsið.

Hetta er lutvíst liður í fyrireikingunum til pensjónsnýskipanina, sum ætlandi kemur í gildi 1. januar 2014.

Í høvuðsheitum merkja broytingarnar, at lønar- og eftirlønarflytingar skulu avgreiðast samstundis. Harafturat verður møguligt at skriva viðmerking á flytingina. Tí eru nýggir teigar gjørdir í Lønarportalinum.

Fyri tey, sum innlesa lønarútgjaldsfílu í Lønarportalin, merkir hetta, at fílan skal hava eitt nýtt format. Hesa tillaging ber til at gera í samstarvi við KT-veitaran.

Hóast broytingarnar í Lønarportalinum verða framdar 15. apríl, fer framvegis at bera til at innlesa lønir eftir gomlu mannagongdini í eini skiftistíð fram til 1. desember. Seinni í ár verður hesin møguleiki tó ikki. Tí eiga arbeiðsgevarar at taka stig til neyðugu tillagingarnar í góðari tíð.