Í januar stoytti eitt hjálparfólk á einum frítíðarskúla í Thisted í Danmark eldfima vætu á eitt bál, og avleiðingin var, at seks ára gamli Magnus, sum hevur føroyska mammu, varð illa brendur í andlitið av einari flammu.
Løgreglan skuldsetti 25 ára gamla mannin fyri tilburðin, og nú hevur maðurin fingið eina bót á 800 krónur fyri hendingina.
- Maðurin brúkti skeiva vætu, men hann vildi sjálvandi ikki skaða nakran við vilja, sigur ákærin Christian Højgaard við blaðið BT í kvøld.
Tí verður hjálparfólkið ikki ákært eftir revislógini, men sleppur við einari bót.
Ætlanin var gera pannikakur yvir einum báli, men tey fingu ikki rættiliga eld í, og tí stoytti maðurin eitt sindur av reinsibensini á bálið, og ein flamma rakti Magnus í andlitið. Magnus brendi seg illa, men hann er komin væl fyri seg eftir tilburðin.