Smittutølini í Danmark eru veksandi

Talið av innleggingum minkaði seinasta samdøgur við 17 niður í 143, og eingin doyði við koronu í Danmark.

 

 

Seinasta samdøgur eru skrásettir 1351 smittutilburðir við koronu í Danmark.

 

Tað vísa nýggjastu tølini hjá Statens Serum Institut.

 

Hetta er samstundis næst størsta smittutal yvir eitt samdøgur síðan í byrjanini av januar, tá smittutølini vóru høg.

 

Hin 13. mai vórðu staðfestir 1355 smittutilburðir í Danmark, og soleiðis eru tølini seinasta samdøgur millum tey hægstu seinastu nógvu vikurnar.

 

Talið av innleggingum minkaði seinasta samdøgur við 17 niður í 143, og eingin doyði við koronu.

 

Tey, sum vórðu staðfest smittað í Danmark seinasta samdøgur, vórðu funnin í 211.369 royndum, og talið av koronu-royndum er nógv økt seinastu mánaðirnar.

 

Smittutølini í Danmark hava seinastu tíðina verið veksandi.

 

Ritzau veit at siga, at í byrjanini av hesi vikuni lógu smittutølini niðan fyri 1000 um samdøgnið.

 

Men, bæði mikudagin, hósdagin og í dag, fríggjadagin, eru fleiri enn 1000 fólk staðfest smittað um døgnið.