ST-sáttmálanum, so sigur grein 19 um at liva sjálvstøðugt og verða tikin upp í samfelagið, at Føroya Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek, eins og onnur, hava møguleika at velja, hvar og saman við hvørjum [...] Yvirhøvur saknar MEGD, at tað almenna arbeiðir við fleiri bústaðarverkætlanum í senn. Tóra við Keldu vísir á, at seinastu fýra árini eru 62 búpláss komin aftrat, men at sjálvt tilgongdin til búplássini [...] Men hetta nøktar á ongan hátt tørvin hjá øllum. Tóra við Keldu vísir á, at talan má ikki vera um at byggja stórar stovnar ella at miðsavna bústovnarnar í stórum økjunum. Hetta er ikki í samsvari við ST
er tí umráðandi, at tað verður arbeitt málrættað, samskipað og áhaldandi at fáa ferðmørkini vird, og at ferðmørkini verða lagað til viðurskiftini. Tað skal verða sosialt ikki góðtikið at koyra ov skjótt [...] skjótt. Komið eigur at verða hartil, at tað verður skomm at gera tað, samanborið við gongdina við rúsdrekka og ferðslu, stendur at lesa í nýggju ferðslutrygdarætlanini. Hvør koyrir ov skjótt? Tað gera tey flestu [...] , nevnd SARTRE, vísir á, at í aldursbólkinum hjá monnum millum 25 og 39 ár er ein bólkur, sum skilir seg burturúr, við at koyra sera skjótt. Um henda bólk kann m.a. sigast, at teir nýta næstan altíð bilbelti
sloppið at gingið sína gongd. At hon nú leikar í við einum lesarabrævi, broytir einki, nú hon ikki so frægt sum fær sín egna kassa at spýta í. Í veruleikanum skal Annika Olsen vera glað fyri, at tað eru [...] einaferð, skurrar øgiligt í oyrunum, tá hon fer at tosa um milliónir til verkætlanina. Veruleikin er jú, at Annika Olsen sjálv ikki hevur tikið stig til at seta so mikið sum eina einastu krónu av á fígg [...] hjá Tórshavnar kommunu næsta ár. At hon so haraftrat kemur so ketta upp úr høvdatrog og vil hava landið at játta pengar, er heilt kostiligt. Heldur átti borgarstjórin at fortalt almenninginum, hví Tórshavnar
sjálvstøðug tjóð, men mær nýtist tíverri ikki at leita longur aftur enn til xdagin eftir einum púra feskum dømi. Tá ið vit fingu at vita, at fuglfirðingar nú standa til at missa ein persón, sum seinastu árini hevur [...] fyri at sleppa inn í landið aftur. Ein skal sjálvsagt altíð vera varin við at lyfta einstøk mál fram, tí at vit vita av góðum grundum ikki alt um gongdina í málinum. Men hetta er ikki fyrstu ferð, at fólk [...] num, og luturin at taka sær av tí, sum stendur um útlendingamál í saamgonguskjalinum, er fallin á Poul Michelsen. Tí fari eg at enda við at heita á uttanríkis- og vinnumálaráðharran at geva hesum málinum
ikki at gera stórar íløgur í framtíðina undir verandi kørmum. Allar Føroyar fara at føla sviðan av øvundsjúkuni. Samgongan er í ferð við at saga greinina av, sum vit øll sita á. Hon er í ferð við at drepa [...] aðrar smábygdir at fáa ágóðan av Fólksins ogn, sum bleiv lovað ? Tað er umráðandi at peningur liggur eftir úti í økjunum. Tað er eins neyðugt sum at blóð og ilt kemur út í hvørja arterie og at ytstu greinarnar [...] orðavendingum eydnaðist teimum at tøla veljaran og vinna valið. Málsetningurin hjá hesi samgonguni Tað sær út sum, at málsetninguri hjá hesi socialistisku samgonguni er at knúsa sterkar reiðarafyritøkur
kommunurnar at umsita, so eri eg sannførd um, at allir partar ynskja at loysa málið. Hetta kom bæði fram á fundinum, ið Alzheimerfelagið skipaði fyri í vikuni, og nú frættist í tíðindunum, at Tórshavnar [...] til fyri at loysa uppgávuna. Tí er, eftir mínari fatan, ongin ivi um, at kommunurnar eru bestar til at geva hesa tænastu. Hvussu kann ein varandi loysn finnast? Hóast eg heiti á kommununnar um at taka hond [...] ung dement? Tað verður ført fram, at fólk við demensi ikki einans hava tørv á røkt, men eisini øðrum tænastum og tí eigur landið at veita hesar. Tað er ein sannroynd, at áðrenn økið var lagt út, veitti
hildi tað verið spennandi at eygleitt, hvussu eitt menniskja kann kann umskapa seg frá at vera seg sjálvt, til brádliga at blíva ein annar. Og at fortelja søgur, sum fær fólk at lurta og gloyma gerandisdagin [...] bara hevði droymt um at sloppi at spælt. Hvat er størsti mangulin innan føroyskan sjónleik? Tann allarstørsti mangulin er, at tað eru ov fáir politikarar sum tora at siga alment, at teir vilja stuðla y [...] løtu. Hvussu nógv hevði leikluturin sum Pippi at siga um avgerðina, at útbúgva teg sum sjónleikara? Ikki so nógv, eg visti longu, tá eg spældi tann leiklutin, at tað var sjónleikari eg vildi verða. Men tá
tíverri sær út til, at hann minnist okkurt skeivt, og tí loyvi eg mær at gera hesa lítlu rættleiðingina. Uppspardu einans blokkstuðul og læntan pening Hergeir sigur, at við einum varnum og skilagóðum f [...] samdar um at geva skattalættar. Skattalætti til tey ríku Hergeir Nielsen sigur við Dimmalætting: ”Vit góvu eisini onkrar skattalættar, men vit syrgdu altíð fyri, at teir vendu rætt, soleiðis at tey fingu [...] størst tørv á tí.” Hetta er ein pástandur sum er lættur at bera fram, tí hann er trupul at eftirkanna. Men um vit kortini gera tað, so síggja vit, at skattalættarnir í 2003 vórðu nokkso javnt býttir í krónum
na við Rókini og Slóðini, segði Rósa Samuelsen, at báðir stovnarnir skulu leggjast saman, og at teir skulu halda til í Mjørkadali. Hon legði aftrat, at flutt verður í Mjørkadal til várs. Politikarar øtaðust [...] óhøgligt Lagt verður aftrat, at børn, sum eru komin á Rókina at búgva, skulu vera undir uppsýni alla tíðina. - Vit fara við teimum allastaðni, og ikki fyrr enn vit halda, at tey umsíðir kunnu ferðast einsamøll [...] roynt umaftur og umaftur. Starvsfólk, sum ikki eru longur á Rókini, vísa á, at hugskotið við at hava stovnin nær býnum, er, at hesi børn og ung skulu kunnu verða við í tí sosiala lívinum, sum er. - Nú skulu
eina ferð var neyðugt at finna avgerðina í fimta settinum, og enn eina ferð máttu spælararnir hjá Fleyr síggja í eyguni, at teir høvdu verið ov stuttir, tá tað veruliga ráddi um at vinna. SÍ fann stevið [...] stóru møguleikarnar, og SÍ fekk bæði móttøkur og álopsspæl at rigga til fulnar. Tað skuldi tó vísa seg, at SÍ ikki í teimum næstu settunum megnaði at liva upp til spælið í fyrsta setti. Tvørturímóti kom Fleyr [...] SÍ at svara aftur, fann stevið og minkaði til 10-7, tá tað so fór at ganga heilt galið hjá Fleyr, samstundis sum SÍ fekk sítt besta spæl fram. Fleyr hekk í leingi og var á odda 11-10, men mátti at enda