Stovnar
Nú landsstýrið hevur gjørt av, at børn og ungu, sum hava verið brúkarar á teimum báðum stovnunum, Rókini og Slóðini, skulu flytast niðan í Mjørkadal, halda fyrrverandi starvsfólk, sum áður arbeiddu á Rókini, at Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, ikki sigur allan sannleikan.
Í sínum svari til Høgna Hoydal á tingfundi í gjár, tá løgtingsmaðurin spurdi landsstýriskvinnuna í almannamálum um framtíðarlagnuna við Rókini og Slóðini, segði Rósa Samuelsen, at báðir stovnarnir skulu leggjast saman, og at teir skulu halda til í Mjørkadali.
Hon legði aftrat, at flutt verður í Mjørkadal til várs.
Politikarar øtaðust
Í svari sínum til fyrispurnigin, segði landsstýriskvinnan eisini, at eitt nú starvsfólkið og barnaverndartænastan hava verið við í tilgongdini - at leggja stovnarnar saman.
Fleiri politikarar øtaðust á tingfundinum í gjár um ætlaninar hjá landsstýriskvinnuni, og eitt nú Jenis av Rana rópti ætlanina sinnissvaka - at flyta hesi børn og ung langt av alfaraveg og niðan í hagan, sum hann tók til.
Úttalilsini hjá Rósu Samuelsen førdu eisini til, at bæði feløg, barnaverndartænasta og fyrrverandi starvsfólk á Rókini gjørdu vart við seg.
Flestu eru farin
Fyrrverandi starvsfólk á Rókini vendu sær soleiðis eisini til Sosialin og Rás2 í gjár.
Tey halda ikki, at Rósa Samuelsen sigur allan sannleikan, tá hon í sínum svari vísir á, at starvsfólk og barnaverndartænastan høvdu verið við í tilgongdini, sum hon orðaði seg.
- Av átta starvsfólkum, sum arbeiddu á Rókini, eru vit seks farin úr starvi, tí okkum líkar ikki ætlaninar um samanleggin við Slóðina og tí, vit ikki vilja niðan í Mjørkadal við hesum børnum og ungum.
Tey siga seg hava verið á nógvum fundum við eitt nú stjóran á Almannastovuni.
- Vit halda, at ætlaða samanleggingin og flytingin niðan í Mjørkadal er heilt burtur við. Hetta hava vit víst á alla tíðina, og vit hava ongantíð tikið undir við hesi ætlan, siga tey.
Sera óhøgligt
Lagt verður aftrat, at børn, sum eru komin á Rókina at búgva, skulu vera undir uppsýni alla tíðina.
- Vit fara við teimum allastaðni, og ikki fyrr enn vit halda, at tey umsíðir kunnu ferðast einsamøll, eitt nú í bussi, lata vit tey fara uttan fylgjara. Tað hevði tí verið ógvuliga óhøgligt alla tíðina at farið oman úr Mjørkadali og niðanaftur, tá vit skuldu út við hesum børnum, eitt nú til svimjing og aðrar aktivitetir í Havn.
Tað riggar ikki altíð at geva børnunum fríar treymar, men so verður roynt umaftur og umaftur.
Starvsfólk, sum ikki eru longur á Rókini, vísa á, at hugskotið við at hava stovnin nær býnum, er, at hesi børn og ung skulu kunnu verða við í tí sosiala lívinum, sum er.
- Nú skulu tey eftir uppskotinum hjá landsstýrinum beinast – burtur – niðan í Mjørkadal, og tað líkar okkum slett ikki, leggja tey aftrat.
Ber ikki til
Fyrrverandi starvsfólkini siga, at tað snøgt sagt heldur ikki ber til, at børn og ung við so ymiskum trupulleikum skulu verða á einum og sama stovni.
- Eingin av okkum var fyri at leggja stovnarnar saman, og eingin av okkum var sinnaður at flyta niðan í Mjørkadal at hava ábyrgdina av hesum børnum, leggja tey dent á.
Fyrrverandi starvsfólkini vísa á, at meðan Rókin vanliga hevur havt børn, sum eru 14 ár og yngri, hevur Slóðin havt ung, sum eru 14 ár og eldri. Tó hava eisini tilkomnari børn verið á Rókini, og soleiðis er tað framvegis, nú tey fýra børnini, sum eru har í løtuni, eru millum 12 og 16 ár.
- Tey eldru eru fysiskt væl fyri; tey kunnu drekka, berjast, eru seksuelt aktiv, og onkur brúkar kanska eisini onnur rúsandi evni. Tí eru hesi slett ikki egnaði at búgva saman við 10-14 ára gomlum børnum, sum Rókin í fyrsta lagi er ætlað til, er greiða niðurstøðan hjá fyrrverandi starvsfólkum á Rókini, sum soleiðis gjørdu av at siga seg úr starvi.