Løgtingsformaðurin minnist skeivt

Løgtingsformaðurin, Hergeir Nielsen, hevur boðað frá, at hann gevst í politikki, og í tí sambandinum hevði Dimmalætting eina samrøðu við hann í blaðnum mánadagin.

Í samrøðuni sigur hann, at tey týdningarmestu politisku úrslitini hesi 24 árini, meðan hann hevur verið í politikki, vóru tey sum fullveldissamgongan fekk framt. Hann nevnir nøkur dømi um hetta, men tíverri sær út til, at hann minnist okkurt skeivt, og tí loyvi eg mær at gera hesa lítlu rættleiðingina.

Uppspardu einans blokkstuðul og læntan pening
Hergeir sigur, at við einum varnum og skilagóðum fíggjarpolitikki eydnaðist fullveldissamgonguni at leggja meira enn tvær milliardir krónur til síðis at standa ímóti við.

Hetta er ikki rætt. Tað stóð ein lítil milliard á bók í Landsbankanum longu áðrenn fullveldissamgongan tók við og har stóðu umleið tvær milliardir á bók, tá hon legði frá sær aftur, so teirra partur av uppsparingini var langt frá tveimum milliardum. Men tá skulu vit eisini taka við, at fullveldissamgongan fekk góðar 5 milliardir krónur í blokkstuðli hesi árini og harumframt vóru eisini brævalán partur av uppsparingini. So tað einasta sum bleiv spart upp var blokkstuðul og læntir pengar.

Flýddu undan undirskotinum
Viðvíkjandi tí varna fíggjarpolitikkinum, sum løgtingsformaðurin vísir á, so slepst ikki undan, at frá 1998 til 2003 øktust rakstrarútreiðslurnar hjá landskassanum við ikki minni enn 900 mió. krónum (tað svarar til eina hálva millión krónur í meðal um dagin).

Her kundi verið áhugavert at hugt eftir, hvussu avlopið hjá fullveldissamgonguni býtti seg ímillum tíðarskeiðið áðrenn blokkstuðulin minkaði og aftaná.

Samlaða avlopið var umleið 2,6 milliardir krónur, men av hesum stava 2,4 milliardir frá tíðini áðrenn blokkstuðulin minkaði og bara 0,2 milliardir frá 2002 til 2003. Í 2003 var avlopið komið heilt niður á 0,02 milliardir krónur. Tá legði fullveldissamgongan í skundi frá sær mitt í valskeiðinum.

Fullveldissamgongan slóðaði fyri skattalættunum
Løgtingsformaðurin sigur, at millum annað skattalættarnar hjá ABC-samgonguni sindraðu tann góða fíggjarpolitikkin hjá fullveldissamgonguni. ”Tann samgongan bant seg millum annað til í samgonguskjalinum at veita skattalættar fýra ár fram í tíðina, og slíkt er fullkomuliga ábyrgdarleyst,” sigur Hergeir Nielsen.

Her má eg minna á, at søgan um skattalættarnar byrjaði longu í 2003 (altso undir fullveldissamgonguni). Tá legði Karsten Hansen (sum tá var tjóðveldismaður) uppskot fyri tingið um at lækka landsskattin í 2003 og 2004 við tilsamans 125 mió. krónum (altso eitt vet meira í árligum skattalætta enn ABC-samgongan gav).

Í álitinum frá fíggjarnevndini sæst, at ætlanin hjá fullveldissamgonguni var eisini at geva skattalætta í 2005 og 2006. Meirilutin (Óli Breckmann, Kristina Háfoss, Tórbjørn Jacobsen og Kári P. Højgaard) skrivar: “Hesin skattalættin er liður í einum langtíðar skattapolitikki, ið hevur til endamáls at lækka skattin á arbeiði. Væntast skal tí í samsvari við samgonguskjalið ein framhaldandi minking í skattatrýstinum í 2005 og 2006.”

Sostatt kann eingin ivi vera um, at báðar samgongurnar vóru samdar um at geva skattalættar.

Skattalætti til tey ríku
Hergeir Nielsen sigur við Dimmalætting: ”Vit góvu eisini onkrar skattalættar, men vit syrgdu altíð fyri, at teir vendu rætt, soleiðis at tey fingu ágóðan, sum høvdu størst tørv á tí.”

Hetta er ein pástandur sum er lættur at bera fram, tí hann er trupul at eftirkanna. Men um vit kortini gera tað, so síggja vit, at skattalættarnir í 2003 vórðu nokkso javnt býttir í krónum millum hægstu og lægstu inntøkubólkarnar, men í 2004 vóru tað mestsum bara tær hægstu inntøkurnar, sum fingu skattalætta. Til dømis fekk ein sum hevði 120.000 krónur í inntøku 510 krónur í skattalætta, meðan ein sum hevði eina millión í inntøku fekk 10.410 krónur (ella meira enn 20 ferðir so nógv).

Ikki tí, tað er trupult at geva skattalættar til tey, sum ikki rinda skatt. Men tað er skeivt at siga, at skattalættarnir vóru latnir til lægstu inntøkubólkarnar, tá veruleikin er ein annar.

Eg vil enda hesa greinina við at ynskja Hergeiri Nielsen góðan byr framyvir, nú hann gevst í politikki. Hetta skuldi bara vera ein lítil áminning, tí sum vit øll vita, so kann tað vera skjótt at gloyma.