Fyri at hetta skal gerast til veruleika, skulu nakrar teljistøðir vera á landsvegum kring landið, har ferðsluteljingar javnan verða gjørdar. Trý støð eru vald, soleiðis at tey eru umboðandi fyri landið, og tey eru Suðuroy – við Hovstunnilin, Streymoy – við Áir og Vágar – á Vatnavegnum. Eisini verður arbeitt við at fáa tvey teljistøð í Eysturoynni – millum Fjarða og á Kambsdali.
Eitt annað av ítøkiligu málunum við nýggju ferðslutrygdarætlanini er, at talið av føroyingum, sum siga seg halda hámarksferðina á føroysku vegunum, skal verða 30% hægri í 2027 í mun til tøl frá 2018, stendur at lesa í nýggju ferðslutrygdarætlanini.
Støðið verður tikið í hugburðskanningum, sum eru gjørdar seinastu árini. Deilmálið verður fylgt við framhaldandi hugburðskanningum komandi árini.
Tølini vísa, at parturin av føroyingum, sum siga seg koyra 80 km/t ella lægri, á einum vegi við hámarksferð á 80 km/t, er spakuliga hækkandi. Tó sigur næstan annarhvør seg koyra 90 km/t á einum vegi við hámarksferð á 80 km/t. Í 2018 søgdu 46% seg halda hámarksferðina. Tá hetta skal økjast við 30% fram til 2027, er málið, at 60% siga seg halda hámarksferðina í 2027.
##med2##
Samband millum ferð og deyða/skaða
Tað finst altjóða viðurkend skjalprógvan fyri, at tað er beinleiðis samband millum ferð og talið á deyðum og skaddum í ferðsluni. Tess hægri ferð, jú størri er váðin fyri vanlukku, og tess meira álvarsligar eru avleiðingarnar. Eisini smáar broytingar í miðalferðini gera stóran mun, skrivar arbeiðsbólkurin, ið hevur gjørt ferðslutrygdarætlanina.
Tað er umráðandi ikki bara at fara eftir teimum stóru ferðsyndarunum, sum koyra nógv ov skjótt. Sjálvt tey heilt smáu ferðbrotini kunnu í eini álvarsligari løtu vera munurin millum lív og deyð, ella munurin millum at fáa álvarsligan ella lættari skaða. Váðin fyri at eitt fólk til gongu doyr, ið verður rakt av einum bili, økist munandi tess skjótari bilurin koyrir.
Tær smáu ferðbroytingarnar gera stóran mun. Kanning hjá ETSC (european transport safety counsil) vísir, at 2100 lív kunnu bjargast árliga í Europa, um miðalferðin á europisku vegunum verður lækkað við bara 1 km/t. Ferðin er uttan sammeting hin størsta avbjóðingin í ferðslutrygdararbeiðinum. Tað er tí umráðandi, at tað verður arbeitt málrættað, samskipað og áhaldandi at fáa ferðmørkini vird, og at ferðmørkini verða lagað til viðurskiftini.
Tað skal verða sosialt ikki góðtikið at koyra ov skjótt. Komið eigur at verða hartil, at tað verður skomm at gera tað, samanborið við gongdina við rúsdrekka og ferðslu, stendur at lesa í nýggju ferðslutrygdarætlanini.
Hvør koyrir ov skjótt?
Tað gera tey flestu, annaðhvørt ofta ella av og á. Hetta hongur saman við tí at fleiri undirmeta, hvussu stóran týdning ov høg ferð hevur, tá tað snýr seg um ferðsluvanlukkur. Menniskjaheilin er sambært granskarum ikki bygdur til at kenna vandar á sær, tá tað sum dømi snýr seg um ov nógva ferð. Hetta leggur eisini dent á týdningin hjá samfelagnum at stýra og fyribyrgja vanlukkum.
Ung millum 18 og 24 ár eru ein heilt serligur málbólkur við sera stórum vanlukkuváða. Hetta verður viðgjørt í einum parti fyri seg.
Royndir bilførarar
Framhaldandi evropiska granskingin, nevnd SARTRE, vísir á, at í aldursbólkinum hjá monnum millum 25 og 39 ár er ein bólkur, sum skilir seg burturúr, við at koyra sera skjótt. Um henda bólk kann m.a. sigast, at teir nýta næstan altíð bilbelti, men útyvir tað bróta teir ofta ferðslureglurnar. Teir hava ofta verið í 1–2 ferðsluvanlukkum, har bara var materiellur skaði, og eini ferðsluvanlukku við fólkaskaða. Teir koyra skjótt á øllum vegasløgum, koyra í nýggjum bilum og koyra sera nógv. Teir eru leiðarar ella millumleiðarar, og nógvir av teimum hava stóra inntøku, og bøtur hava onga fyribyrgjandi ávirkan á teir.
Vinnulívsbilførarar
Nógvir vørubilar koyra ov skjótt, og teir hoyra tí til ein heilt serligan vandabólk, tí at vanlukkur við vørubilum viðføra álvarsligari skaðar á „mótpartin“ enn vanligir persónbilar, tí teir sum oftast eru størri og tyngri, stendur at lesa í nýggju ferðslutrygdarætlanini.