Neyðugt við fleiri byggiverkætlanum í senn

Tað er ein trupulleiki, at tað eru ov fáir vardir bústaðir til teirra, ið hava tørv á teimum. Neyðugt er at projektera og byggja fleiri bústovnar í senn, heldur Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, sum samstundis vísir á, at bústovnarnir skulu taka atlit til tørv og rættindi hjá teimum, ið skulu búgva har

Yvirhøvur saknar MEGD, at tað almenna arbeiðir við fleiri bústaðarverkætlanum í senn. Tóra við Keldu vísir á, at seinastu fýra árini eru 62 búpláss komin aftrat, men at sjálvt tilgongdin til búplássini ofta er longri enn fýra árini. Tilgongdin frá hugskoti til projektering og til búfólkini sleppa inn tekur ofta langa tíð, heldur Tóra við Keldu.

- Meðan 62 búpláss eru komin seinastu fýra árini, so er arbeiðið við teimum búplássunum helst byrjað áðrenn. Tað er eitt stórt arbeiðið, sum liggur í at byggja bústovnarnar, so tað tekur tíð. Men samstundis sum vit hava fingið 62 búpláss aftrat, so er bíðilistin voksin, og 62 pláss nøkta ikki tørvinum.

Hetta sæst greitt aftur í tølunum, sum Sosialurin hevur fingið frá Almannaverkinum, ið vísa, at frá fjórða kvartali í 2017 til í dag er bíðilistin á búplássum vaksin við einari helvt - úr 104 búplássum upp í 152.

 

Fleiri løgd aftrat

Tað er ilt at siga nágreiniliga, hví tørvurin á búplássum er voksin so nógv upp á tvey ár, heldur Tóra við Keldu. Hon sigur tó, at talan er ivaleyst um, hvørji verða tald uppí, og hvørji gera vart við teirra tørv á bústaði.

- Eg trúgvi ikki, at talið á fólki, sum hava tørv á búplássi knappliga er voksið. Tað man heldur vera, at har eru onkur, sum áður ikki eru roknað uppí, men sum nú eru farin at gera vart við seg og sum eru komin á bíðilistan eisini. Her sakna vit almenn hagtøl um, hvussu tørvurin sær út. 

 

 

Umstøðurnar skulu vera virðiligar

- Tað, sum er mest umráðandi, er at øll hava virðiligar búumstøður. Borgarin skal vera í miðdepli, og umstøðurnar skulu vera til fyrimun hjá tí einstaka, sigur Tóra við Keldu.

- Um vit hyggja eftir ST-sáttmálanum, so sigur grein 19 um at liva sjálvstøðugt og verða tikin upp í samfelagið, at Føroya Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek, eins og onnur, hava møguleika at velja, hvar og saman við hvørjum tey vilja búgva. Her hava Bústaðir verið við, har 5. hvør íbúð, teir byggja, er rørsluvinarlig. Men hetta nøktar á ongan hátt tørvin hjá øllum.

Tóra við Keldu vísir á, at talan má ikki vera um at byggja stórar stovnar ella at miðsavna bústovnarnar í stórum økjunum. Hetta er ikki í samsvari við ST-sáttmálan fyri teirra, ið bera brek, og Tóra við Keldu  vísir á depilin til børn og ung við autismu sum ein góða loysn.

- Depilin til børn og ung við autismu, sum verður farið undir við í næstum, er eitt rættiliga gott dømi um, hvussu bú- og umlættingarplássini skulu byggjast. Tað er góð staðseting, tað er í sethúsaumhvørvi, og tað eru ikki ov nógv búpláss kroyst saman undir sama tak og somu eind, sigur Tóra við Keldu

 

Eisini byggja í ringum tíðum

Ein partur av trupulleikanum við búplássum er eisini, at tað ikki verður bygt miðvíst. Í dag eru góðar tíðir og trýstið á byggivinnuna er stórt, og tað verður trupult at fáa til vega neyðugu arbeiðsmegina til at seta byggingina í verk. Haraftrat verður kostnaðurin hægri, og hetta er óneyðugt, heldur Tóra við Keldu, ið sóknast eftir, at ein miðvís ætlan verður løgd, soleiðis at búpláss eisini verða bygd í verri tíðum.

 

Fíggingin er alt ov lítil

Í sambandi við játtanarkarmarnar, ið Kristina Háfoss, táverandi landsstýriskvinna í fíggjarmálum, legði fram í 2017, hevði táverandi samgongu í huga at seta av 200 milliónir krónur fram til 2022 til at bøta um bústaðarmøguleikarnar hjá fólki við serligum tørvi í Suðurstreymoy.

Ítøkiliga var talan um at byggja nýtt barnaheim, autismudepil og tveir bústovnar við 36 búplássum samanlagt.

Allur bati bøtir, men neyðugt er at seta upphæddirnar í samanhang, heldur Tóra við Keldu.

- Fíggingin til vardar bústaðir er ov lítil og má uppraðfestast. Um vit hyggja eftir ætlanunum hjá undanfarnu samgongu at seta 200 milliónir krónur av til ymsar bústaðir, so ljóðar tað kanska av nógvum. Men bíðilistin er nú 150 fólk, og tá røkka 200 milliónir ikki langt. Um tú sammetir tað við sethúsaprísin