Hevur tú altíð havt áhuga fyri sjónleiki?
Ja, tað haldi eg. Eg havi altíð hildi tað verið spennandi at eygleitt, hvussu eitt menniskja kann kann umskapa seg frá at vera seg sjálvt, til brádliga at blíva ein annar. Og at fortelja søgur, sum fær fólk at lurta og gloyma gerandisdagin, íhvørtfall fyri eina løtu.
Hvussu nógv hevði leikluturin sum Pippi at siga um avgerðina, at útbúgva teg sum sjónleikara?
Ikki so nógv, eg visti longu, tá eg spældi tann leiklutin, at tað var sjónleikari eg vildi verða. Men tá eg bleiv spurd, bleiv eg ófatuliga glad, tí Pippi leikluturin, var ein, sum eg bara hevði droymt um at sloppi at spælt.
Hvat er størsti mangulin innan føroyskan sjónleik?
Tann allarstørsti mangulin er, at tað eru ov fáir politikarar sum tora at siga alment, at teir vilja stuðla yrkisleiklistini. Haldi tað er stór skomm, at vit enn ikki hava nøktandi umstøður, ið kunna húsa yrkisleiklistini.
Føroyingar klára seg ofta væl í sang-, dansi- og tónleikakappingum. Eru føroyingar eins dugnaligir sjónleikarar?
Ja, heilt avgjørt. Tað, at vit í Føroyum, eitt land sum hevur so fáar íbúgvar, kunnu hava so nógvar yrkisleikarar og fleiri áhugafeløg við nógvum limum, er í mínari verð heilt ótrúligt. Eg havi arbeitt í Danmark, har eg bara hoyri rós um spæliháttin hjá føroysku sjónleikarunum. Vit hava eina langa traditión fyri søguforteljan, og eg haldi, at tann serføroyska leiklistin er sprottin úr tí.
Hvørjar ambitiónir hevur tú sum sjónleikari?
Eg haldi at tað burdi verði gjørt meir fyri tey ungu, eg haldi at hesin bólkurin er dottin eitt sindur niður ímillum øll hini tilboðini, tá tað snýr seg um sjónleik, tað er heilt klárt nakað, eg hevði kunna hugsa mær at gjørt meiri við.
Eg havi altíð sagt við meg sjálva, at tann dagin, eg ikki finni eina avbjóðing í mínum arbeiði, so má eg gevast. Mín ambitión er at mennast og finna nýggjar avbjóðingar innan leiklistina so leingi, sum eg eri sjónleikari.
Hvussu heldur tú teg í form?
Formurin kundi kanska verið betri, men spyr meg aftur um tveir mánaðir, so havi eg heilt víst eitt annað svar ;-)
Lesur tú nógv?
Ja, eg royni at lesa tá eg havi tíð, beint nú hevur tað verið mest lesnaður í samband við mítt arbeiði. Eg havi tó eina bók klára, tá eg fái betri tíð, og hon er ”Stormfulde højder” eftir Emily Brontë, havi hoyrt so nógv um hendan klassikaran, so nú er bara at koma ígongd.
Um tú kundi valt tær eina ferð, hvar hevði leiðin gingið?
Eg hevði so gott kunna hugsa mær at fari ein túr til Italia ella til Suðurfraklands, og bara sett meg á eina matstovu og eti lekran mat, eg elski mat!
Hvør er besti filmur, tú hevur sæð?
Ein av teimum filmunum, sum hevur havt størsta ávirkan á meg er »Breaking the waves«, men eg havi eisini tvær yndisseriur, sum eg altíd kann hyggja at, og tað eru »Six feet under« og »Angels in America«.
Hvat er tín lívrættur?
Eg fái ikki sagt ein yndisrætt, tí tað er alt ov torført.
Eg fái ikki nokk av sushi, tazizki, hummus, lekrum lambskjøti við nógvum hvítleyki, ovnbakaðum rótfruktum, skerpikjøti, fiski og mammusa brúnu sós og so ræðuliga nógv annað.
Um tú ikki búði í Føroyum, hvar vildi tú so búð?
Eg havi altíd dámt øgiliga væl í Keypmannahavn, býurin er í einari spennandi menning, beint nú, listarliga, haldi eg.
Men skuldi eg valt eitt heilt annað stað, so hevði tad helst eisini verið ein stórbýur, sum til dømis London ella Berlin.
Hvar sær tú teg um 10 ár?
Mær dámar illa at skula hyggja so langt inní framtíðinia, tí eg strembi eftir at liva í nú’iðnum, men vónandi havi eg tað gott, og eri saman við øllum tey menniskjunum sum eg eri allarmest góð við. Og eri ígongd við at spæla leik á nýggja tjóðpallinum.