FLOGBÓLTUR
Tað kann væl vera, at støðan hjá Fleyr sær eitt sindur keðilig út á stigatalvuni, men tað gera dystirnir afturfyri ikki. Higartil eru tríggir av fimm dystum hjá Fleyr endaðir við fimmsettarum, umframt at ein gekk yvir fýra sett. Men tíverri fyri Fleyr, so er einasti sigurin í kappingini higartil vunnin í einum trísettara.
Tí fortelur stigatalvan í løtuni, at Mjølnir og SÍ fara avstað, við ávikavist 10 og átta stigum, meðan Fleyr enn bara hevur skavað tvey stig saman og ÍF einki. Hetta kann tó alt broytast, sum tað líður út á kappingina – ikki minst, tá stigini verða býtt í helvt, tá kappingin er hálvrunnin og øll liðini hava spælt tríggjar ferðir ímóti hvørjumøðrum.
Hetta við teimum drúgvu og spennandi dystunum hjá Fleyr endurtók seg annars, tá SÍ var á vitjan í Gundadalshøllini leygardagin. Enn eina ferð var neyðugt at finna avgerðina í fimta settinum, og enn eina ferð máttu spælararnir hjá Fleyr síggja í eyguni, at teir høvdu verið ov stuttir, tá tað veruliga ráddi um at vinna.
SÍ fann stevið
Leygardagin vóru tað gestirnir úr Sørvági, sum løgdu klárt betur út. Talan var í veruleikanum um ein avsmurning, ið ikki gav Fleyr teir stóru møguleikarnar, og SÍ fekk bæði móttøkur og álopsspæl at rigga til fulnar.
Tað skuldi tó vísa seg, at SÍ ikki í teimum næstu settunum megnaði at liva upp til spælið í fyrsta setti. Tvørturímóti kom Fleyr ordiliga fyri seg og spældi sera væl. Bæði í øðrum og triðja setti megnaði Fleyr at leggja gott trýst á SÍ í servunum, samstundis sum sørvingar ikki fingu móttøkurnar upp á pláss.
Eisini í fjórða setti sá tað út til at ganga rætta vegin hjá Fleyr, ið kom á odda 5-1. Men so byrjaðu mistøkini at koma, og tey kostaðu. Serliga var hetta settið merkt av nógvum servufeilum, og tá avtornaði, var SÍ væl omaná og nú stóð 2-2 í settum.
Nú skuldi so alt avgerast í fimta settinum, og her kom Fleyr aftur væl frá byrjan og kom á odda 10-5. Men so byrjaði SÍ at svara aftur, fann stevið og minkaði til 10-7, tá tað so fór at ganga heilt galið hjá Fleyr, samstundis sum SÍ fekk sítt besta spæl fram. Fleyr hekk í leingi og var á odda 11-10, men mátti at enda geva seg og SÍ vann fimta setti 15-12 og dystin 3-2.
Mjølnir hevði munin
Undan dystinum í Badmintonhøllini í Klaksvík í gjár var Mjølnir stórfavorittur, tí her tók oddaliðið ímóti botnliðnum, ÍF. Tað vísti seg eisini, at Mjølnir vann ein rímiliga tryggan 3-0 sigur, men við til søguna hoyrir so eisini, at unga ÍF-liðið ger alsamt fleiri framstig og skjótt kann fara at taka eitt sett her og har – um ikki meira.
Í øllum trimum settunum megnaði ÍF at fylgja væl við í eina góða løtu, men tá komið var upp á eini 10-12 stig, fór at dragna, og so fór Mjølnir avstað og tók settini. Her gekk sjón fyri søgn, at royndirnar vóru fleiri á liðnum hjá Mjølnir, sum yvir allan dystin vísti meira støðugt spæl og hevði fleiri streingir at spæla uppá.
Men hóast talan gjørdist um fimta ósigurin á rað, kunnu fuglfirðingar fegnast um, at teir gera framstig og eru við at fóta sær. Liðið skal bara hava nakrar dystir aftrat, so fara úrslitini kanska eisini at koma.
Sum vit hava nevnt fyrr, so er tað ikki lætt at skula verja sigrarnar frá einum greipuári, tá tú noyðist at vera klassaspælarar sum Rúna Weihe, Bartal Eliasen og Boban Ilic fyriuttan, men tað gongur rætta vegin, og í gjár megnaði ein spælari sum Jan Ellingsgaard at traðka í karakter. Tað boðar frá góðum, so kanska kappingin hjá monnunum verður javnari, tá nakað er útliðið.