frá 1. apríl 1998 skal á sendingum til Føroya nýtast FO í móttakaraheitinum ístaðin fyri sum higartil FR. Síðani postverkini fóru at nýta bókstavir og postnummur fyri at fáa postin rættari og harvið skjótari [...] bókstavirnar FR, og hetta er ikki so heppið fyri okkum. Postverk Føroya hevur soleiðis tikið avleiðingarnar av áðurnevndu broytingum. Tá broytingardagurin er settur til 1. apríl, er hetta ikki heilt tilvildarligt [...] tilvildarligt. Sjálvt um hetta er stovningardagur Postverk Føroya, er dagurin heldur ásettur við tí fyri eygað, at hann skal fella saman við degnum, telefonnumrini verða broytt. Soleiðis kunnu rættingar á prentlutum
hetta til eitt av teimum stóru tiltøkunum í oynni. Vit gleða okkum bæði at vísa bygdina fram og at taka móti gestum úr øllum Føroyum. Fólk her í bygdini hava gjørt sítt besta til at skráin fyri stevnuna [...] her í bygdini, sum skipa fyri stevnuni, og hava lagt skránna til rættis. Annars eru eisini nógvir aðrir felagsskapir, áhuga?bólkar og einstaklingar við at fyrireika og skipa fyri stevnuni. Veðrið, sum vit [...] vit sjálvsagt einki kunnu gera við, er sera viðkomandi fyri, hvussu ein stevna eydnast. Er veðrið gott, so kemur alt annað av sær sjálvum. Vit vóna at so verður. Vit gleða okkum at síggja nógv fólk á v
ikki rætt til fosturtøku. Ístaðin fer tað at standa til hvønn stat sær at gera sínar egnu lóg um fosturtøku. Tað eru níggju dómarar í hægstarætti og fimm av teimum atkvøddu fyri at avtaka rættin til fosturtøku [...] panini. Tey, sum vildu varðveita rættin til fosturtøku, siga, at hetta er eitt óhugsandi afturstig fyri kvinnurættindi, men hinvegin er hetta ein stórsigur fyri krstna høgravongin í USA. Fleiri statir [...] skammiligt og sigur, at seinasta orðið er ikki sagt, tí nú fer hann at taka málið upp. Eygleiðarar stúra fyri avleiðingunum, tí tað verður mett, at hetta fer at kloyva amerikansku tjóðina í tvey.
seg til tiltakið á telduposti info@fuglafjordur.fo ella á telefon 66 80 00 er 22. Februar 2024. Fyri at fáa so nógvar ymiskar fyritøkur við sum møguligt er talið av luttakarum avmarkað til 2 fyri hvørja [...] r kommuna vinnuni í Fuglafjarðar kommunu til kunnandi fund og morgunmat. Fuglafjarðar kommuna fer nú at taka táttin upp, einaferð um árið, at bjóða vinnuni til óformligan morgunmat við framløgum og kjaki [...] verða millum annað hesi evnir umrødd: Íløguætlanin hjá kommununi í 2024 Heildarætlan fyri kommununa Miðbýarætlan fyri Fuglafjørð Grøna orkuskiftið Hvussu styrkja vit samstarv millum vinnuna og kommununa
sáttmálan í gildi fyri Føroyar og tá ið politiska arbeiðið verður tikið upp aftur seinni í hesum mánaðinum, fer flokkurin at leggja uppskot fyri Løgtingið um at seta Kyoto í gildi fyri Føroyar. Sostatt [...] eru eftirbátur á hesum øki og vit hava eina moralska skyldu til at seta Kyoto í gildi fyri Føroyar, søgdu tey fimm tjóðveldisfólkini, Hergeir Nilesen, Annita á Fríðriksmørk, Høgni Hoydal, Heidi Petersen [...] Sostatt sleppur Føroya Løgting nú at taka støðu til um Kyoto sáttmálin skal setast í gildi í Føroyum, ella ikki. - Vit hava alt ov leingi skúgvað hesa ábyrgdina frá okkum. Men ongin kann renna undan, at vit eru
í landsstýrinum at leggja fyri løgtingið. Tí verður heitt á tygum at virka fyri, at pensiónsskipanin til landsstýrismenn gerst ein sømilig skipan og ikki sum nú, ein skomm fyri politiska lóggávuvaldið. [...] Seinastu dagarnar eru undirskriftir savnaðar at mótmæla pensiónsskipanini til landsstýrismenn, sum er lóggivin afturvirkandi til 1951. Landsstýris- og løgtingsmenn eiga at fáa pensión ájavnt við aðrar [...] Hetta er eisini greitt við teimum 8450 undirskriftunum, sum eru savnaðar frá fríggjadegi 20. juli til mikudagin 25. juli á middegi. Av givnum orsøkum hava tygum higartil einki beinleiðis havt við pensiónir
Fyri góðari viku síðani sendi Ítróttarsambandið fyri Brekað og Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli føroyska manslandsliðið í stavbólti til Danmakar at dystast um norðurlandameistaraskapin. Við í kappingini [...] væl betri fyri, enn vit høvdu roknað við; teir leiktu stavbólt á høgum stigi, høvdu vant í nógv ár og vóru bæði kvikir og kringir. Okkara menn taptu stórt, men teir lærdu nógv og settu sær fyri, at tá ið
alt landið, úr Sumba til Gjáar og úr Hattarvík til Gásadals luttóku í hesi spennandi kapping um ein vinning frá SMS og ein frá Smyril Line. Hepnu vinnararnir eru sum vera man uttan fyri høvuðsstaðin. Jarmund [...] í innkeypsvognin í Miklagarði í SMS, sum hann fær stundir til tó bara eina av bvørjum. Hin vinningurin, ein dreymaferð við nýggju Norrönu fyri eina familju vann Ingolf Joensen, undir Klakki í Klaksvík [...] Blaðstjórin á Sosialinum og leiðarin av Miklagarði draga hepnu vinnararnar og syrgja fyri, at alt er gongur rætt fyri seg. Mynd Jonhard Hammer
leikvøllinum í Riyadh, so tað vera mong sum vera við sviðið soð. Al-Hilal leggur annars nógv fyri fíggjarliga fyri at fáa Lionel Messi at skifta PSG um við Al-Hilal. Al-Hilal hevur bjóðað Messi eina ársløn [...] Ronaldo og Messi í saudisku liguni skal vera fremjandi fyri, at Saudiarabia saman við Grikkalandi og Egyptalandi kann vinna rættin at vera vertur fyri HM-endaspælinum í 2030. [...] ein venjingardyst, so er tað eitt ófatuliga stórt av fólki sum roynir at ogna sær eitt atgongumerki til dystin. Saudisku fyrireikararnir hava boðað frá, at heili tvær miljónir fólk ynska at síggja dystin
í Slovenia. Men í mun til úrslitini, har liðini hava kvalifiserað seg ítróttarliga til leikirnar manglar eitt lið. Níggjunda plássið Føroyar tryggjaðu sær á EM-endaspælinum fyri U18-manslandslið í fjør [...] seg fyri hjá evropeiska hondbóltssambandinum um hví Føroyar aftaná níggjunda plássið í U18-EM-endaspælinum í fjør ikki sleppa við til EOU í Slovenia, tá vit ítróttarliga hava kvalifiserað okkum til olympisku [...] fjør summar merkir ítróttarliga, at vit kvalifiseraðu okkum til Evropeisku Olympisku Ungdómsleikirnar í Slovenia. Men hurðin er kortini stongd fyri okkum. Tað er manglandi olympiska viðurkenningin, ið aftur