Fyri góðari viku síðani sendi Ítróttarsambandið fyri Brekað og Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli føroyska manslandsliðið í stavbólti til Danmakar at dystast um norðurlandameistaraskapin.
Við í kappingini vóru Svøríki, Finland, Føroyar og Danmark.
Stavbóltur er nýggj ítróttagrein í Føroyum. Føroyingar hava vant hesa greinina í góð trý ár.
Undan fráferðini var stórur spenningur um, hvussu okkara menn fóru at roynast. Og sigast kann ikki annað enn, at føroyingar fingu seg royndar.
Mótstøðumennirnir vóru væl betri fyri, enn vit høvdu roknað við; teir leiktu stavbólt á høgum stigi, høvdu vant í nógv ár og vóru bæði kvikir og kringir. Okkara menn taptu stórt, men teir lærdu nógv og settu sær fyri, at tá ið norðurlandameistaraskapurin verður aftur í Finlandi um 2 ár, skulu vit standa okkum væl betur.
Á føroyska landsliðnum vóru Jørgen av Vollanum, liðskipari, Øssur Guðmundarson, Theodor Esmar Hansen, Elvin Weihe, Andur Mýri, Símun Petur Zachariasen, Júst í Túni, Jimmy Nielsen, Rói Wardum, Jonhard Haraldsen og Lennart Magnussen.