Vinningar til Klaksvíkar og Glyvrar

Jaspur Innan Glyvur skal tøma Miklagarð og Ingolvur úr Klakvík sleppur á dreymaferð við nýggju Norrönu

Kapping
Nú er drigið í stóru haldarakappingini hjá Sosialinum, sum vísti seg at fáa sera stóra undirtøku um alt landið. Kappingin varð skipað sum partur av 75 ára føðingardegnum hjá Sosialinum.

Hundraðtals lesarar kring alt landið, úr Sumba til Gjáar og úr Hattarvík til Gásadals luttóku í hesi spennandi kapping um ein vinning frá SMS og ein frá Smyril Line. Hepnu vinnararnir eru sum vera man uttan fyri høvuðsstaðin. Jarmund Berthelsen Innan Glyvur vann vinningin ?Tøm Miklagarð?. Har skal hann í 10 minuttir fylla so nógvar vørur í innkeypsvognin í Miklagarði í SMS, sum hann fær stundir til tó bara eina av bvørjum. Hin vinningurin, ein dreymaferð við nýggju Norrönu fyri eina familju vann Ingolf Joensen, undir Klakki í Klaksvík. Sosialurin, SMS og Smyril Line ynskja teimum hjartaliga tillukku við vinningunum.

Blaðstjórin á Sosialinum og leiðarin av Miklagarði draga hepnu vinnararnar og syrgja fyri, at alt er gongur rætt fyri seg. Mynd Jonhard Hammer