Postverk Føroya hevur givið umheiminum boð um, at frá 1. apríl 1998 skal á sendingum til Føroya nýtast FO í móttakaraheitinum ístaðin fyri sum higartil FR.
Síðani postverkini fóru at nýta bókstavir og postnummur fyri at fáa postin rættari og harvið skjótari fram ? nýttir blivu somu bókstavir sum vórðu settir á akførini ? er blivið meira vanligt eisini í øðrum samanhangi at nýta bókstavir. Ein hin mest nýtta bókstavakoda, kallað ISO, hevur eina tíð verið nýtt á føroysku akførunum, har bókstavirnir FO verða nýttir. Eftir ISO kodunum hevur Frakland bókstavirnar FR, og hetta er ikki so heppið fyri okkum. Postverk Føroya hevur soleiðis tikið avleiðingarnar av áðurnevndu broytingum.
Tá broytingardagurin er settur til 1. apríl, er hetta ikki heilt tilvildarligt. Sjálvt um hetta er stovningardagur Postverk Føroya, er dagurin heldur ásettur við tí fyri eygað, at hann skal fella saman við degnum, telefonnumrini verða broytt. Soleiðis kunnu rættingar á prentlutum v.m. verða gjørdar í einum.