Vil forða fyri at jørðin broytist til eina aðra gongustjørnu

- Vit hava skúgvað ábyrgdina frá okkum alt ov leingi, men vit hava moralska skyldu at seta Kyoto í gildi fyri Føroyar. Og so kostar tað ikki serliga nógv heldur, sigur Tjóðveldisflokkurin, sum nú leggur uppskot fyri Løgtingið um at seta Kyoto sáttmálan í gildi í Føroyum

- Longri, vit bíða, meiri fer tað at kosta og álvarsligari verða avleiðingarnar.
Tað er boðskapurin hjá Tjóðveldisflokkinum.
Flokkurin vil nú hava føroyingar at seta Kyoto sáttmálan í gildi fyri Føroyar og tá ið politiska arbeiðið verður tikið upp aftur seinni í hesum mánaðinum, fer flokkurin at leggja uppskot fyri Løgtingið um at seta Kyoto í gildi fyri Føroyar.
Sostatt sleppur Føroya Løgting nú at taka støðu til um Kyoto sáttmálin skal setast í gildi í Føroyum, ella ikki.
- Vit hava alt ov leingi skúgvað hesa ábyrgdina frá okkum. Men ongin kann renna undan, at vit eru eftirbátur á hesum øki og vit hava eina moralska skyldu  til at seta Kyoto í gildi fyri Føroyar, søgdu tey fimm tjóðveldisfólkini, Hergeir Nilesen, Annita á Fríðriksmørk, Høgni Hoydal, Heidi Petersen og Finnur Helmsdal, tá ið tey greiddu frá  uppskotinum á tíðindafundi í Jómsborg í Vági í gjár.
Tey mæla tískil til, at landsstýrið fer undir samráðingar um føroyska CO<SUB$?$end$!$2  </SUB$?$end$!$kvotu.
- Vit eiga at hava okkara egnu kvotu, uttanum Danmark, tí tað fer at gera tað munandi lættari at fáa eina avtalu, sum tekur atlit til okkara serligu viðurskifti, sigur flokkurin.
Men flokkurin væntar eisini, at uppskotið verður samtykt.
Í fyrra lagi halda tey, at rákið gongur tann vegin og í øðrum lagi hevur tann eini samgonguflokkurin, Sambandsflokkurin, alment boðað frá, at hann vil hava Kyoto í gildið í Føroyum.
Harafturat hava partar í Javnaðarflokkinum mælt samgonguni til at taka altjóða ábyrgd í umhvørvismálum og hava javnan átalað samgonguna fyri drál á hesum øki.

Hava eina serliga ábyrgd
Hesi seinastu árini hava vísindafólk ferð eftir ferð víst á, at hvussu stóra ávirkan heimsumfatandi dálkingin hevur á veðurlagið um allan heimin, við vatnflóð, harðari ódnum, heitari veðri, broyttum gróðrarlíkindum í sjónum o.s.fr.
Vísindafólk staðfesta eisini, at tað er ov seint at fyribyrgja teimum broytingum, sum eru hendar. Men tað er ikki ov seint at forða fyri teimum ringastu avleiðingunum.
Í hesum sambandi heldur Tjóðveldisflokkurin, at Føroyar hava eina helt serliga ábyrgd, tí er tað nakar, ið livir í náttúruni og av náttúruni, eru tað vit.
- Tí hava vit eina serliga ábyrgd at gera okkara til at tálma útlátið av vandamiklum CO<SUB$?$end$!$2 </SUB$?$end$!$gassi, heldur flokkurin.
Men flokkurin metir, at vit eiga ikki einans at gera hetta fyri okkara egnu skyld.
- Vit hava eisini eina moralska skyldu at taka ábyrgd í royndunum at tálma útlátið av CO<SUB$?$end$!$2</SUB$?$end$!$ gassi, sigur flokkurin.
Men samstundis vísir flokkurin á, at í 1993 samtykti Løgtingið, at ST-veðurlagssáttmálin varð settur at galda fyri Føroyar og Kyoto frumskjalið er ein uppfylging av tí sáttmálanum.
Ein orsøk til, at nógv hava aftrað seg við at taka undir við Kyoto sáttmálanum, er, at tað fer at fáa álvarsligar avleiðingar fyri Føroyar, helst fiskiflotan, sum letur nógv CO<SUB$?$end$!$2</SUB$?$end$!$
gass frá sær.
Tjóðveldisflokkurin sigur, at hetta er ein misskiljing.
- Tað er vanligt, at lond samráðast seg fram til at lata týðandi vinnuligar partar verða undantiknir og tí er hetta ikki átak ímóti okkara høvuðsvinnu.
Sostatt hava norðmenn tikið atlit at vinnuligum sereyðkennum. Tað merkir, at norski fiskiflotin verður ikki raktur, tí tað er ein høvuðsvinnur. Teir hava eisini tikið atlit fyri oljuvinnuni. Somuleiðis er danski handilsflotin undantikin kvotuni.
Annars er kravið í Kyoto, at útlátið av CO<SUB$?$end$!$2   </SUB$?$end$!$verður minkað 5,3 % í árunum 2008-2012 afturímóti útlátinum í 1990.
Hinvegin hevur ES sett sær fyri at minka útlátið minst 8% í miðal. Men summi ES lond, hava sett sær fyri at minka útlátið enn meiri, eitt nú hevur Danmark sett sær fyri at minka sítt útlát 21%
Harafturímóti hava íslendingar tilskilað sær rætt til at hækka sítt útlát 10%, tí teir hava so reina orku frammaundan og vilja leggja upp fyri eini møguligari oljuvinnu. <SUB$?$end$!$ </SUB$?$end$!$
<SUB$?$end$!$  </SUB$?$end$!$
Kostar ikki nógv
Annars meta altjóða serfrøðingar, at tað fer at kosta umleið 1% av heimsins samlaðu bruttotjóðar­úrtøku at fara undir at tálma CO<SUB$?$end$!$2 </SUB$?$end$!$ útlátið nú.
Men gera vit onki nú, fara avleiðingarnar í ringasta føri at kosta 20% av heimsins samlaðu bruttotjóðarúrtøku.
Men fyri Føroyar vísir ein meting, at tað fer at kosta eina millión um árið at hava eitt starv og at gera hagtøl í hesum sambandi.
Men ganga vit undir Koyoto, er ikki sagt, at vit sjálvi skulu skerja okkara útlát.
- Tað ber til at keypa CO<SUB$?$end$!$2  </SUB$?$end$!$kvotur frá øðrum londum, sum ikki hava so stórt útlát. Alt eftir, hvussu marknaðurin er fyri slíkar kvotur, fer tað at kosta millum 9 og 26 milliónir um árið frá 2008-2012
- Seta vit hinvegin egin tiltøk í verk fyri at minka útlátið, er metingin, at tað fer at kosta einar átta milliónir um árið.
- Men her er neyðugt at hava í huga, at í 1990 var kreppan farin at gera um seg í Føroyum og tí er neyðugt at áseta eitt meiri realistiskt útrokningargrundarlag. Samstundis er neyðugt at taka atlit at fiskiflotanum, so at hann ikki verður skerdur.
- Samanumtikið kostar tað ikki serliga nógv at seta Kyoto í gildi í Føroyum og tað er ein misskiljing, at hetta fer at raka okkara fiskiflota, tí tað kunnu vit samráðast okkum burturúr, sigur Tjóðveldisflokkurin.
Hinvegin kann hetta skunda undir, at vit seta orkusparandi tiltøk í verk, eitt nú við varandi orkukeldum og øðrum.

Fer at ávirka livikorini

Tjóðveldisflokkurin heldur, at tað er undrunnarvert, at Føroyar er eitt tað einasta landið, sum ikki setir Kyoto í gildi, serliga tá ið hugsað verður um, hvussu tætt tilknýti við hava at nattúruni.
- Vit liggja soleiðis fyri, at vit liggja so at siga mitt í veðurmeldrinum. Føroyar fara eisini at merkja tær veðurlagsbroytingarnar á ymsan hátt. Fløðandi hav fer at nerva havnaløg og aðra bygging nær sjóvarmálanum. Eisini er trúligt, at tað fer at regna verri at ódnirnar harðna og aldur verða størri.
Men Tjóðveldisflokkurin heldur, at tey størstu vandamálini liggja helst á okkara havleiðum.
- Veðurlagið í Føroyum er óvanliga heitt, tá vit samanbera við flestu onnur øki um sama breiddarstig. Fyri ein part stavar hetta frá lýggjum vindi. Men streymurin, sum førir heitan sjógv fram við okkum, eigur eisini sín stóra lut í hesum, og vandi er fyri, at hesin streymur fer at vikna.
- Enn ber ikki til at siga, um hetta fer at henda, ella hvussu stórar møguligar broytingar verða; men sjálvt ein lítil minking í streyminum kann gera, at kaldur sjógvur lættari kemur inn á Landgrunnin, og tað kann fáa ógvisligar avleiðingar.
- Eitt annað vandamál hjá okkum er gróðurin í sjónum. Alt tað, sum livir á Landgrunninum, livir í seinasta enda av gróðrinum, og kanningar hjá Fiskirannsóknarstovuni vísa, at stórur munur er frá einum ári til annað. Hetta sæst eisini aftur í fiskinum, serliga toski og hýsu.
- Tey árini, tá nógvur gróður er, kemur meiri av toski og hýsu undan, og tey veksa eisini nógv skjótari. Enn er ikki greitt, hví gróðurin er so ymiskur tey ymsu árini, men alt bendir á, at tað er munur í veðurlagi, sum ger hetta.
- Vil illa til, kunnu veðurlagsbroytingarnar tí fara at órógva gróðurin og harvið fiskiskapin á Landgrunninum, sigur Tjóðveldisflokkurin.
Men flokkurin heldur eisini, at rákið gongur tann vegin, at marknaðurin, sum keypir okkara fiskavørur, fer at krevja av okkum, at vit liva upp til krøvini í Kyoto sáttmálanum, eins og marknaðurin er farin at seta krøv til burðardygga veiði og onnur umhvørviskrøv.
Eisini tí er tað altavgerðandi, at vit eru við í hesum arbeiðnum at minka CO<SUB$?$end$!$2</SUB$?$end$!$ útlátið, heldur Tjóðveldisflokkurin.
Sí eisini greinina “Vil forða fyri at jørðin broytist  til eina aðra gongustjørnu”.