Opið bræv til Bjarna Djurholm, landsstýrismann

Viðvíkjandi eftirlønini til landsstýrismenn

 

Vegna stigtakararnar

Hans Joensen

Ejler B. Viderø

Baldvin Baldvinsson

??????????????????



Seinastu dagarnar eru undirskriftir savnaðar at mótmæla pensiónsskipanini til landsstýrismenn, sum er lóggivin afturvirkandi til 1951. Landsstýris- og løgtingsmenn eiga at fáa pensión ájavnt við aðrar starvsbólkar. Tó skal sjálvsagt ikki verða lóggivið mansaldrar aftur í tíðina. Hesum sjónarmiði taka føroyingar undir við. Hetta er eisini greitt við teimum 8450 undirskriftunum, sum eru savnaðar frá fríggjadegi 20. juli til mikudagin 25. juli á middegi.

Av givnum orsøkum hava tygum higartil einki beinleiðis havt við pensiónir landsstýrismanna at gera. Júst tí fara vit at heita á tygum um at tryggja, at broytingaruppskot verður viðgjørt og avgreitt í landsstýrinum at leggja fyri løgtingið.

Tí verður heitt á tygum at virka fyri, at pensiónsskipanin til landsstýrismenn gerst ein sømilig skipan og ikki sum nú, ein skomm fyri politiska lóggávuvaldið.

Ásannandi, at tygum vilja arbeiða fyri at fáa skil á pensiónsskipanini, verður henda áheitan og undirskriftirnar bornar tygum.