Vælkomin til Miðvágs at halda vestanstevnu

Nú í vikuskiftinum verður vestanstevnan hildin í størstu bygdini íVágoynni, Miðvági. Størru bygdirnar í Vágoynni og Vestmanna skifta annars um at skipa fyri stevnuni, og er tað tískil fýra ár síðani seinast, at stevnan var í Miðvági.

Bygdarfólkið tekur vanliga væl undir við stevnuni, og nú fólk úr øllum Føroyum koma vestureftir, verður hetta til eitt av teimum stóru tiltøkunum í oynni. Vit gleða okkum bæði at vísa bygdina fram og at taka móti gestum úr øllum Føroyum.

Fólk her í bygdini hava gjørt sítt besta til at skráin fyri stevnuna skal vera so góð og fjøllbroytt sum møguligt. Fyrst og fremst eru tað ítróttarfeløgini her í bygdini, sum skipa fyri stevnuni, og hava lagt skránna til rættis. Annars eru eisini nógvir aðrir felagsskapir, áhuga?bólkar og einstaklingar við at fyrireika og skipa fyri stevnuni.

Veðrið, sum vit sjálvsagt einki kunnu gera við, er sera viðkomandi fyri, hvussu ein stevna eydnast. Er veðrið gott, so kemur alt annað av sær sjálvum. Vit vóna at so verður.

Vit gleða okkum at síggja nógv fólk á vestanstevnu allastaðni úr Føroyum. Útisetar, sum eru heima í summarfrí, skulu eisini vera hjartaliga vælkomnir.



Johannes Klein,

bygdarráðsformaður