eftir hjá suðuroyingunum at vinna fyrsta sigurin í ár. Síðani landskappingin varð víðkað til at fevna um 27 umfør, er tað ikki komið fyri, at niðurflytari ikki hevur vunnið í hvussu so er eina ferð. Tað skal [...] skal leitast heilt aftur til 1989 fyri at finna niðurflytara, sum ikki megnaði at vinna eina ferð. Tað árið flutti LÍF niður eftir at hava spælt átjan dystir og vunnið trý stig í trimum javnleikum. Higartil [...] sínum monnum boð um at seta meiri damp undir ketlarnar, og so gekk tað fult og heilt fyri seg eftir treytunum hjá NSÍ, sum síðsta stóra hálva tíman skoraði fýra mál. Merkisvert var tað, at síðuspælararnir
Heystoy um frálíku úrslitini. - Tað er ótrúliga stuttligt at hyggja at. At fylgja menningini og úrslitunum. Og tað er heldur einki sum bendir á, at vit steðga her. We are on the road, sum teir siga á enskum [...] Hestoy staðfestir, at tað fyrst og fremst er orsakað av føroysku feløgunum og venjarunum, at svimjingin hevur gjørt so stór framstig seinnu árini. - Svimjararnir eru sannførdir um, at teir vilja røkka altjóða [...] stríðst fyri at røkka altjóða støðinum, og tað hevur eydnaðst okkum, sigur Jón Hestoy, formaður í Svimjisambandinum. Ikki HM Føroysku svimjiúrslitini hava verið framúr. Serliga á Oyggjaleikunum fyri tveimum
deyðbóltsstøður. Stjørnan hevði hug at arga Neistan fyri kortum, og hesa ferð megnaði VB veruliga at arga oddaliðið, sum tó framvegis hevur fult stigatal og er favorittur at vinna FM. [...] hetta prógvaði at VB kann spæla betri enn tær hava víst higartil í ár. Fyri Neistan var talan um helst torførastu uppgávuna higartil í hesum kappingarárinum. Serliga eydnaðist tað VB at dekka Barbaru Brauer [...] fyrstu 30 minuttirnar, og tað er heldur óvanligt fyri toppskjúttan í føroyskum deildini. Kári Horn, venjari hjá Neistanum, var ongantíð í iva um, at hetta fór at verða ein torførur dystur. Hann vísti á málverjan
Premier League, fer at vinna enska meistaraheitið í ár ella ei. Týski venjari felagsins, Jürgen Klopp, sigur, at hetta hevur ikki so stóran týdning í dag, nú menniskju kring heimin stríðast fyri sínum lívi. Visir [...] Visir.is skrivar, at tárini runnu niður eftir andlitinum á Jürgen Klopp, tá hann hoyrdi heilsustarvsfólk syngja "You Never Walk Alone". Venjarin segði seg vóna, at heimsfarsóttin fer at skapa størri samanhald [...] samanhald í heiminum. Í einari samrøðu, eftir at Premier League-kappingin steðgaði hin 13. mars, segði týski venjarin, at hansara trupulleiki er lítil í mun til trupulleikarnar, sum korona-virus skapar. -
ótrúliga glaður fyri, at vit nú eru komin eitt stig nærri móti rættvísi í rættindunum hjá homoseksuellum og heteroseksuellum. At samkynd nú kunnu søkja um at ættleiða er ein sigur fyri bæði samkynd og [...] sigur Simon Emil Ammitzbøll. Tað var annars stórur ivi um, hvørt uppskotið fór at vinna frama ella ikki. Orsøkin er, at tinglimir hjá Venstre vóru fríttstillaðir í hesum málið, tí talan var um etiskt [...] rasu, húðarliti, trúgv ella seksualiteti. Um man ikki vil verða við til at diskriminera, kann ein ikki annað, enn at atkvøða fyri uppskotinum. Sostatt er lógin samtykt, og samkynd kunnu nú ættleiða í Danmark
vit fór at verða lykilin í dag, og tað eydnaðist so eisini. Men tit komu afturum, stutt eftir eftir at runavíkingarnir fingu eina útvísing. Hvussu stóran týdning hevði tað, at tit javna alt fyri eitt eftir [...] steðgin? - Sjálvandi kom skjóta málið væl við, men eg ivist ikki í, at vit høvdu vunnið kortini. Vit vóru púrasta vísir í, at vit fóru at vinna dystin. Vit hava spælt móti runavíkingunum allan vegin uppeftir [...] Tá vit eftir dystin fingu orðið á fegna KÍ-liðskiparan, Julian Samuelsen, duldi hann ikki fyri, at tað fyrst og fremst hevði verið talan um eitt stríðsavrik, tá liðið tryggjaði sær Thoms Dam steypið. -
seta sær fyri at vinna seg aftur upp í bestu deildina sum skjótast. Eydnast teimum at byggja oman á tað, sum longu er laðað, fara teir helst at kunna bíta seg fastar í bestu deildini í framtíðini. Sandavágs [...] burturstaddur seinasta árið, og tað er missur, sum ikki bøtist fyri. At Jón í Horni Nielsen heldur ikki var tøkur í gjár, bar í sær, at fyritreytirnar at geva havnarmonnum ein skarpan gang, vóru nógv versnaðar [...] er á, at fyri vunnan dyst fær lið tvey dystarstig, og eitt fyri javnan dyst. Innanhýsis dystirnir vóru avgerandi. Annar endaði javnur, men hin fyrra vann Havnin. Kollfirðingar vóru sera nær við at bjarga
so, at liðini vinna hvør sín dyst, so spæla liðini eitt avgerandi gullsett fyri at finna útav, hvør skal vera føroyameistari, skrivar Flogbóltssambandið í upptakt. Og tað er als ikki óhugsandi, at talan [...] kann fara at gerast um eitt avgerandi gullsett fyri at vit skulu finna útav, hvør skal vera føroyameistari í kvinnuflogbólti 2020. – Hyggja vit gjøgnum kappingina í ár, so sær tað út til, at vit hava ein [...] føroyskur kvinnuflogbóltur hevur at bjóða uppá beint nú. Tað sóu vit eisini í steypafinaluni, har sørvingar at enda sigraðu. Men júst hesin dysturin vísti eisini, at SÍ er til at tosa við, um tú ert til dystin
meistararnir sjálvandi ikki at verða avskrivaðir í toppstríðnum. Við heimasigrum á tveimum av teimum stóru vístu bæði B71 og Skála, at tey eru før fyri at vinna á øllum. Tað ber við sær, at óvissan og harvið s [...] ivi um, at tað kann koma fyri hjá øllum at tapa á Sandi. Men úrtøkan hjá HB hevur verið so mikið vánalig tað, sum farið er av hesum árinum, at tað skal ikki undra, um onkur radikal fráboðan fer at koma heilt [...] møguleikan at vinna meistaraskapin. Í ár er tað ikki bara dreymurin, men eisini málið hjá NSÍ at gerast meistari. At tað eftir trongan fyrsta tíma í Gundadali sunnudagin kortini eydnaðist at koma undan
staðar. Og uttan at spyrja, hví so mundi vera, gera teir ta niðurstøðu, at eg ikki “hirdi” at møta. At eg vísti “líkasælu” og “vantandi virðing fyri politiska arbeiðinum”. Og fyri ordiliga at mjólka tey síðstu [...] dag vil hann ikki vita – fyri at sleppa at gita Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, í viðmerking til tað, sum Magni Laksafoss og Kaj Leo Holm Johannesen í morgun søgdu um, at føroysku fólkatingsmenninir [...] hjáløgdu myndina, sum sýnir fólkatingsmannin leggja fram fyri veteranunum. Men eg mátti altso velja – og valdi at stuðla upp undir gongdina at vinna føroyskum veteranum betur rættindi. Tað angri eg ikki,