VB liggur eftir vikuskiftið á næst aftasta plássi, men avrikið móti Neistanum var nógv betri enn stigatalvan vísur. Gjøgnum allan dystin er sera javnt. Munurin í hálvleikinum er bara tvey mál. 10-8 til gestirnar úr Havn.
Gurið Mortensen sigur seg fegnast um dystargongdina, tí hetta prógvaði at VB kann spæla betri enn tær hava víst higartil í ár.
Fyri Neistan var talan um helst torførastu uppgávuna higartil í hesum kappingarárinum. Serliga eydnaðist tað VB at dekka Barbaru Brauer í fyrra hálvleiki. Hon fekk bara tvey mál fyrstu 30 minuttirnar, og tað er heldur óvanligt fyri toppskjúttan í føroyskum deildini.
Kári Horn, venjari hjá Neistanum, var ongantíð í iva um, at hetta fór at verða ein torførur dystur. Hann vísti á málverjan, Mariu Samuelsen, og Ásu á Neystabø sum lyklaleikarar, tá Barbara Brauer var tikin úr dystinum.
Hóast mansvard, so gjørdist Barbara toppskjútti við átta málum. Tey flestu komu eftir deyðbóltsstøður.
Stjørnan hevði hug at arga Neistan fyri kortum, og hesa ferð megnaði VB veruliga at arga oddaliðið, sum tó framvegis hevur fult stigatal og er favorittur at vinna FM.










