Havnarmenn vunnu stórsigur 3½-½ á kappingarneytanum úr Sandavágs Talvfelag, eisini eydnaðist B-liði Havnar Telvingarfelags at lívbjarga sær í harðari kapping við Kollafjarðar Talvfelag, sum tí noyðist at víkja sætið í deildini.
Unga manningin hjá kollfirðingum hevur kortini staðið seg væl í vetur, og eigur tí at seta sær fyri at vinna seg aftur upp í bestu deildina sum skjótast. Eydnast teimum at byggja oman á tað, sum longu er laðað, fara teir helst at kunna bíta seg fastar í bestu deildini í framtíðini.
Sandavágs Talvfelag vann 2 deild, Rókur 3 deild og Klaksvíkar Talvfelag 4 deild.
Seinastu dystirnir í øllum fýra deildunum vórðu telvaðir undir somu lon í gjár. Kollafjarðar Talvfelag skipaði fyri stórum, væl eydnaðum felagsumfari í Kollafjarðar Skúla. Talvsamband Føroya varpaði leikirnar í øllum dystum í 1 deild út beinleiðis.
Spenningur til síðsta leik
Toppdysturin - moralska FM-finalan millum Havnina og Sandavág - gjørdist ikki tað brakið, sum hon ofta hevur verið. Til tess var liðið hjá vágmonnum í so skert. Rógvi Egilstoft hevur verið burturstaddur seinasta árið, og tað er missur, sum ikki bøtist fyri. At Jón í Horni Nielsen heldur ikki var tøkur í gjár, bar í sær, at fyritreytirnar at geva havnarmonnum ein skarpan gang, vóru nógv versnaðar.
Á 1 borði brustu landsins bestu tveir telvarar saman í einvíggi. Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen. Ofta endar javnt teirra millum, men í gjár telvaði Helgi sera væl og vann sannførandi. Her sást hvør var stórmeistari, og hvør var altjóða meistari.
FM-heitið hjá Havnini var longu veruleiki, tá fyrsta talvið í dystinum var liðugt. Martin Poulsen syfti Torkil Nielsen á triðja borði, og so var 27 FM-heitið hjá HT heima. Carl Eli gjørdi Martini kynstrið eftir á fjórða borði, men á øðrum borði mundi Silas Eyðsteinsson hava munin, men føroyameistarin, Luitjen A. Apol, greiddi kortini remis.
So var tað botnstríðið. Hvør fór at lívbjarga sær í deildini? Kollafjørður og Havnin B lógu borð um borð. Kollfirðingar høvdu styrkt seg við Hans Kristiani Simonsen, sum kanska hevði bjargað felagnum í deildini, hevði hann telvað meira heilhugaður í vetur. Kollafirðingar dystaðust við B-liðið hjá klaksvíkingum, og úrslitið var, at tað endaði javnt á øllum borðum.
B-liðið hjá Havnini hevði A-liðið hjá klaksvíkingum ímóti sær. Havnarmonnum eydnaðist óvæntað at stríða seg til ein javnleik, og tað vísti seg at røkka. Í stigum endaðu Havnin B og Kollafjørður jøvn, men Havnin hevði munin í dystarstigum, sum er fínteljingarmáti, ið grundaður er á, at fyri vunnan dyst fær lið tvey dystarstig, og eitt fyri javnan dyst. Innanhýsis dystirnir vóru avgerandi. Annar endaði javnur, men hin fyrra vann Havnin. Kollfirðingar vóru sera nær við at bjarga sær í gjár. Í síðsta talvinum í dystinum var líkt til, at Árant Djurhuus fór at vinna, men sum tann listilærdi telvari, ið mótstøðumaðurin, Finnbjørn Vang er, og altíð hevur verið, eydnaðist honum at neyðhalda um remis við skákendurtøkum í annars taptari støðu. Her bjargaði klaksvíkingurin havnarmonnum!