Nú kunnu samkynd ættleiða í Danmark

Sum lóggávan er í dag verða samkynd diskrimeraði. Tað heldur ein meiriluti í Fólkatinginum. Liberal Alliance, andstøðan og fleiri tingfólk hjá Venstre tryggjaðu uppskotinum meiriluta. Nú kunnu samkynd sostatt ættleiða í Danmark. -Eg eri ótrúliga glaður fyri, at vit nú eru komin eitt stig nærri móti rættvísi í rættindunum hjá homoseksuellum og heteroseksuellum. At samkynd nú kunnu søkja um at ættleiða er ein sigur fyri bæði samkynd og Liberal Alliance, sigur Simon Emil Ammitzbøll.

Tað var annars stórur ivi um, hvørt uppskotið fór at vinna frama ella ikki.

Orsøkin er, at tinglimir hjá Venstre vóru fríttstillaðir í hesum málið, tí talan var um etiskt mál. Karsten Lauritzen frá Venstre er ein teirra, ið atkvøddi øðrvísi enn sín fólkatingsbólkur.

-Eg vil ikki verða við í einum lógaruppskotið, sum útilokar nakran orsaka av rasu, húðarliti, trúgv ella seksualiteti. Um man ikki vil verða við til at diskriminera, kann ein ikki annað, enn at atkvøða fyri uppskotinum.

Sostatt er lógin samtykt, og samkynd kunnu nú ættleiða í Danmark, á jøvnum føti við hetroseksuell.