Tvey stig til høvuðsstaðin á ársins besta degi

KÍ er nú í niðurflytingarvanda, og NSÍ tykist betri fyri í kappingini um FM, enn felagið nakrantíð hevur verið

Fótbóltur

 

Eftir steðg í knappliga tvær vikur fór Formula deildin á rull aftur sunnudagin, tá ið 12. umfar var á skránni. Nú verður ikki helmað í aftur fyrrenn sunnudagin 8. juli, tá ið 16. umfar er á skránni. Tá verður summarsteðgur fram til vikuskiftið 4./5. august.

Inntil 8. juli verður nógvur fótbóltur á skránni. Týdningarmiklar uppgerðir verða á skránni fleiri ferðir um vikuna. Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða nú mikukvøldið, tveir dystir í 13. umfari verða leygardagin og tríggir sunnudagin, mikukvøldið í komandi viku spæla KÍ og HB í Klaksvík, og annan leygardag fær VB/Sumba á Jóansøku vitjan av NSÍ.

EB/Streymur telist millum toppliðini. Tilfarið tykist vera gott, men tað gongur striltið. Leygardagin verður stevnudystur í Streymnesi, tá ið KÍ fer at vitja. Hvussu tað hilnaðist, tá ið KÍ seinast vitjaði EB/Streym er óneyðugt at minna á!

 

Sjáldsama soltið

Mest merkisvert fyri 12. umfarið var tað, at úrtøkan hjá høvuðsstaðnum var so lítil. At HB og B36 tilsaman fáa eitt stig burturúr einum dystardegi kemur ógvuliga sjáldan fyri. Nú var samlaða úrtøkan fyri høvuðsstaðin tvey stig, tí AB, sum hevur gjørt av at byrja av nýggjum, megnaði at skava eitt stig til sín á útivølli.

Í AB eru teir nøgdir við úrtøkuna, hóast tað eina løtu sá út til, at argjamenn skuldu fara úr Gøtu við øllum stigunum. Í B36 siga teir seg kunna liva við 1-1 ímóti NSÍ. Kurt Mørkøre kennir seg ikki hóttan í sessinum av teirra orsøk. B36 er jú oddalið.

Meiri ivasom er støðan í norðaru lonini í Gundadali. Hóast talan var um fyrsta B71 heimasigurin á árinum hjá B71, so er eingin ivi um, at tað kann koma fyri hjá øllum at tapa á Sandi.

Men úrtøkan hjá HB hevur verið so mikið vánalig tað, sum farið er av hesum árinum, at tað skal ikki undra, um onkur radikal fráboðan fer at koma heilt skjótt. Tað er framvegis møguleiki fyri, at HB skal vinna bæði meistaraskapin og steypakappingina, sum teir á hvørjum ári dyrgja eftir. At HB hvørki verður steypavinnari ella meistari við hugburðinum, sum varð vístur á Sandi, ivast einki av viðhaldsfólkunum hjá teimum svørtu og reyðu í.

 

Rættiligur avbjóðari

NSÍ hevur ongantíð vunnið FM. Í 2002 vann felagið silvur krónur, sum teir tryggjaðu sær á seinasta leikdegi. Tá høvdu teir tó frammanundan – við tapi á heimavølli ímóti HB - spælt sær av við møguleikan at vinna meistaraskapin.

Í ár er tað ikki bara dreymurin, men eisini málið hjá NSÍ at gerast meistari. At tað eftir trongan fyrsta tíma í Gundadali sunnudagin kortini eydnaðist at koma undan við einum stigi, boðar frá, at NSÍ skal takast sum týdningarmikil avbjóðari í kappingini um meistaraheitið.

Sunnudagin varð tað tikið til, at tað er ikki á hvørjum ári, at NSÍ fær stig í Gundadali. Tað er ikki rætt. Í fjør spældi NSÍ tvær ferðir á útivølli ímóti B36. Heimaliðið vann annan dystin 2-1, og í hinum var úrslitið 1-1. Í 2005 vitjaði NSÍ tvær ferðir B36. Aðru ferðina vann B36 2-0, og hin dystin vann NSÍ 1-0!

Burturúr fimm teimum seinastu umførunum hevur NSÍ fingið 13 stig. Eftir fýra sigrar á rað megnaðu teir 1-1 í Gundadali, hóast teir leingi vóru niðurspældir. Tað boðar frá góðum stima.

Leygardagin fara meistararnir úr HB av vitja við Løkin. Tað verður rættiliga áhugavert og avgerandi fyri møguleikan hjá bæði NSÍ og HB. Fyri stuttum vann NSÍ 3-0 á heimavølli ímóti B71, sum sunnudagin vann 2-1 á HB. Hetta nýtist kortini einki at hava at siga fyri fyritreytirnar leygardagin, tá ið talan verður um nýggja avbjóðing við púra nýggjum fyritreytum!

 

Eldur í báðum endum

Tað er eldur í toppinum. Eftir EB/Streyma tapið á Skála liggja EB/Streymur, B36 og NSÍ borð um borð.

Hóast HB tapti á Sandi, so eiga meistararnir sjálvandi ikki at verða avskrivaðir í toppstríðnum. Við heimasigrum á tveimum av teimum stóru vístu bæði B71 og Skála, at tey eru før fyri at vinna á øllum. Tað ber við sær, at óvissan og harvið spenningurin verður sera stórur. Hóast tað hesa ferð hálvkiksaði hjá GÍ, so hava eisini gøtumenn víst, at teir kunnu arga øll hini.

Bæði botnliðini lættu sær á, og hjá KÍ var talan um lyklatap í Vági. Tað ber við sær, at møguleikin avgjørt ikki kann avskrivast fyri, at tað næsta ár fer at verða leygardagsfótbóltur í Klaksvík. Tvær tær næstu ferðirnar eru mótstøðuliðini hjá klaksvíkingum EB/Streymur og HB. Mikudagin 4. juli fer AB at vitja í Klaksvík. Ikki minst úrslitið ta ferðina verður avgerandi fyri, um KÍ skal halda summarfrí á plássi undir strikuni ella ikki.

Sunnudagurin var besti summardagur higartil. Í søguligum høpi eru HB, KÍ og B36 størstu feløgini. Samlaða úrtøkan hjá teimum var sunnudagin eitt stig. Tað er lítið at tosa um, tá ið hitin annars var 15 stig!