Tá vit eftir dystin fingu orðið á fegna KÍ-liðskiparan, Julian Samuelsen, duldi hann ikki fyri, at tað fyrst og fremst hevði verið talan um eitt stríðsavrik, tá liðið tryggjaði sær Thoms Dam steypið.
- Soleiðis er tað altíð, tá vit spæla. Vit hava kanska ikki so góðar fótbóltsspælarar, sum hini liðini hava, men vit stríðast altíð sera væl. Vit hava eina sterka verju, sum bara hevur latið eini 4-5 mál farið ígjøgnum í ár. Og so eru vit góðir í kontra-spælinum. Tað vistu vit fór at verða lykilin í dag, og tað eydnaðist so eisini.
Men tit komu afturum, stutt eftir eftir at runavíkingarnir fingu eina útvísing. Hvussu stóran týdning hevði tað, at tit javna alt fyri eitt eftir steðgin?
- Sjálvandi kom skjóta málið væl við, men eg ivist ikki í, at vit høvdu vunnið kortini. Vit vóru púrasta vísir í, at vit fóru at vinna dystin. Vit hava spælt móti runavíkingunum allan vegin uppeftir, og vit hava næstan altíð vunnið, so tað var ongantíð nakar ivi fyri okkara viðkomandi, segði Julian Samuelsen.