Tað er eingin grund at yvirtaka málsøkir um ikki ætlanin er, at vit gerðast sjálvstøðug! Tað haldi eg at Pól Nyrup eisini veit. Um endamálið ikki er sjálvstýrið so meini eg avgjørt at tann sum valdar eisini [...] dag, at danska stjórnin er sinnað til, at samráðast við okkum føroyingar um yvirtøkur av málsøkjum eftir eini nærri lýstari ætlan, eftir heimastýrislógini. Síðani skundaði hann sær at hótta við, at blokkurin [...] stuðul til at fara til donsku stjórnina við eini løgtingslóg, sum hevur stuðul frá fólkinum, har biðið verður um: -at danska stjórnin noterar sær okkara ætlan um: -AT VIT NÚ HAVA AVGJØRT, AT GERA FØROYAR
Finnleif Guttesen dylir ikki fyri, at nú hann er komin í býráðið, ætlar hann at gera, hvat hann kann fyri at fáa ávirkan. -Eg ætli mær ikki at fara í býráðið fyri at sita í andstøðu við ongari ávirkan [...] skulu í minsta lagi fýra til, fyri at manna samgongu. Og Finnleif ætlar sær at spæla kortini so væl sum gjørligt. - Eg ætli avgjørt eisini at taka av einum tilboði um at gerast býráðsformaður, um tað skuldi [...] m og stillaði upp fyri seg sjálvan. -Vit hildu, at vit áttu at gera meiri vart við okkum sum flokk, sigur Finnleif Guttesen. Men hann heldur eisini, at samstarvið í samgonguni hetta valskeiðið hevur ikki
og hann himprast ikki við at siga, at Jens Stoltenberg fer at stinka av gassi restina av tíðini sum politikari. Fyri Jens Stoltenberg er tað ikki akkurát tað besta skoðsmálið at fáa. Fredric Hauge var tann [...] hevur boðað frá, at ES-spurningar skulu seta meir í andglettin nú. Roknað verður við, at norðmenn skjótt aftur vilja royna at koma inn í ES. Her hevur Jens Stoltenberg enn ein møguleika at fara uppí part [...] Jens Stoltenberg eru, vísa, at Stoltenberg tapir. Frá at vera munandi betri umtóktur enn Bondevik, er tað nú Kjell Magne Bondevik, sum flest norðmenn meina er best egnaður til at stýra landinum. Fríggjadagurin
staðfest, at tað ikki nyttar at ganga ímóti rætningslinjunum, sum Fíggjarmálastýrið hevur sett, og hevur tí valt at fylgja teimum. Skúlaútbyggingin var sum nevnt á skránni og býráðið samtykti, at fara undir [...] ikki er sinnað at taka undir við eini felags loysn. Serliga tað, at Tórshavnar Kommuna hevur valt ikki at vera við, hevur sína ávirkan á støðuna hjá kommununi, men eisini vitanin um, at aðrar kommunur [...] týskvøldið, men av tí, at nýggjar upplýsingar eru komnar frá løgmanni í tí málinum, valdi býráðið at senda tað málið aftur í fíggjarnevndina. Kortini fekst ein greið mynd av, at býráðið sum støðan er nú
eisini, at slíkt virki fór ongantíð at ganga, tí tey ungu fóru ikki í ullint pløgg. Alt hetta sær út til at vera mótprógvað. Orsøkin til, at Ullvirkið sjálvt letur upp sølubúð í høvuðsstaðnum er, at ynskiligt [...] ynskiligt er at fáa vørurnar sjónligar uttanfyri Suðuroynna, men tó hevur verið trupult at fáa handlar í høvusstaðnum at leggja ullvørurnar á sínar hillar. Árni Brattaberg legði dent á, at vøran hjá Ullvirkinum [...] hósdagin segði Árni Brattaberg, stjóri, m.a. í vælkomurøðu síni, at tá hann og konan Karin so smátt byrjaðu í 1997, var ikki ætlanin at fara undir at framleiða lidnar vørur. Tey fingu innivist í fiskakjallaranum
ætlar sær at gera. Fara varisliga fram Jóannes Eidesgaard sigur, at tað er hansara fatan, at vit eiga at fara so sera varisliga fram, tá vit tosað um hasi fyribrigdini. ? Fyri tað fyrsta eiga vit at seta okkum [...] tað er neyðugt at privatiserað, og hvør ið tað er, sum fær gagn av privatiseringini, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann sigur, at tað eftir hansara meting er trupult at síggja nakað positivt í at útlisitera ein [...] ? Men hetta skal ikki skiljast, sum vit eru ímóti bara fyri at vera ímóti, leggur hann afturat. Jóannes leggur afturat, at hann heldur, at tað skal vera púra greitt, hvør tað er, sum far fyrimunin av
hjá mótstøðuliðnum at verja fyri. Fram viknar Um tað er tí, at kappingarárið er farið at halla, ella um tað er onnur orsøk fyri tí, vita vit ikki, men tað tykist, sum er Fram farið at vikna, nú landskappingin [...] Mjølnir-Fram 2-0 Nú sær út til, at tað fer at vera Mjølnir, sum fer at draga tað longra stráið í stríðnum um silvurmerkini í landskappingini hjá monnum. Annað vikuskiftið á rað vunnu teir 2-0 á Fram, og [...] Mjølnir 2-0. Tí var tað ikki óvæntað, at teir vunnu aftur í dag, men tað var ikki væntandi, at tað skuldi gerast so greitt. Orsøkin til greiða Mjølnirsigurin var, at spælið hjá teimum riggaði betur enn tað
sannførd um, at formaðurin kundi havt borið skjótari at. Tað er langt síðani greitt, at semjan fór bara at fáast millum samgonguflokkarnar, meðan Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin fóru helst at skriva eitt [...] ógreitt, hvussu tað fór at verða við Miðflokkinum, men eftir øllum at døma verður hann ikki við í samgonguálitinum. Nú kann onkur undrast, hví tað á hesum stað verður funnist at tí, at arbeiðið hevur gingið [...] ígjár fekk formaðurin forfall, so varaformaðurin í nevndini avgjørdi at bíða við at skriva undir álitini til í dag. Tað er alla æru vert, at hann vildi hava Tjóðveldisflokkin við til hesa søguligu hending.
70% av skattaborgarunum at senda inn sjálvuppgávu. Fíggjarmálaráðharrin heldur tí, at ein eigur at vera varin við nú afttur at byrja at brúka skattalógina til onnur endamál enn at krevja skatt inn. Endamálið [...] ilt at meta um, hvussu nógv hjún høvdu valt at latið annan hjúnafelagan verið heima, og tískil er sera ilt at meta um, hvussu nógv skattainntøkurnar høvdu minkað tilsamans, sigur Karsten Hansen at enda [...] rin hevur ætlanir um at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um serskatting av hjúnum í hesi tingsetuni? Í drúgva svarinum, sigur Karsten hansen, at landsstýrið hevur arbeitt við at gera skattalógina einfaldari
Hesin bygningurin fer eisini at liggja á slíkum støði kostnaðarliga, at leigan fer at at líkjast tí, tað annars hevði kostað at leiga aðrastaðni í býnum. Birgir Andreasen sigur, at tað er við góðum vónum, tey [...] Tað gongur eftir ætlan at fáa nýggja Idé Húsið á Hálsi upp at standa. Og væntandi verður húsið liðugt um ársskiftið. Eigararnir vóna tó at kunna flyta inn kanska longu í oktober ella november, um tað gongur [...] Danmark, og danir seta tey upp, eins og danir fara at tekja bygningin. Byggifelagið Kanjon hevur gjørt jørð- og betonarbeiðið. Og føroyingar fara at leggja ljós og hita inn. Enn er ikki avgjørt, hvør tað