Ólavur í Beiti
Flemming Mikkelsen, løgtingsmaður Sambandsfloksins spurdi fíggjarmálaráðharran Karsten Hansen, um fíggjarmálaráðharrin hevur ætlanir um at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um serskatting av hjúnum í hesi tingsetuni?
Í drúgva svarinum, sigur Karsten hansen, at landsstýrið hevur arbeitt við at gera skattalógina einfaldari seinastu árini. Nærum allir frádráttir eru avtiknir. Nakrir eru tó lagdir um til útgjaldsskipanir, t.d. rentustuðul í staðin fyri rentufrádrátt, ferðastuðul í staðin fyri ferðafrádrátt, telefonstuðul í staðin fyri telefonfrádrátt, stuðul til konu- og barnapening í staðin fyri frádrátt í inntøku. Annars eru bert fáir frádráttur eftir, t.d. frádráttur í inntøkuni fyri inngjøld til eftirlønarskipanir og frádráttur fyri meirútreiðslur vegna inntøkugevandi arbeiði í útlondum. Pensjónistfrádrátturin og barnafrádrátturin eru eftir sum vanligir frádráttir í skattinum.
? Henda umskipan gjørdi tað óneyðugt hjá 70% av skattaborgarunum at senda inn sjálvuppgávu. Fíggjarmálaráðharrin heldur tí, at ein eigur at vera varin við nú afttur at byrja at brúka skattalógina til onnur endamál enn at krevja skatt inn. Endamálið við automatiseringunum, sum eru gjørdar og koma at verða gjørdar, kunnu tá vísa seg at vera nyttuleysar.
Skattaobjekt
? Um skattalóggávan verður broytt soleiðis, at inntøkan hjá hjúnafeløgunum verður løgd saman og síðani býtt í tvey, ella møguliga tann hjúnafelagin, sum onga inntøku hevur, kann flyta upp til kr. 140.000 frá hinum hjúnafelagnum til skattingar hjá sær sjálvum, áðrenn hon verður skattað, so er hetta eitt stórt stig á vegnum aftur til gomlu skattaskipanina, har húskið var skattasubjekt.
? Í fyrsta lagi hevði ein tílík broyting ført til stóra ógreiðu um hugtakið skattskyldug inntøka, sigur Karsten Hansen. Í øðrum lagi hevði ein tílík broyting ført við sær krav um, at skattaskipanin bæði skuldi kunna skatta einstaklingar og hjún. Hetta hevði ført til eina dýrari skattaumsiting.
30 mió. kr.
? Um skattalógin verður broytt soleiðis, at inntøkan hjá hjúnafeløgunum verður løgd saman og býtt í tvey, áðrenn hon verður skattað, so minka landsskatta- og kommunuskattainntøkurnar við umleið 30 mió. kr.
? Henda upphædd hevði væntandi vaksið munandi tey næstu árini. Tað er tó sera ilt at meta um, hvussu nógv hjún høvdu valt at latið annan hjúnafelagan verið heima, og tískil er sera ilt at meta um, hvussu nógv skattainntøkurnar høvdu minkað tilsamans, sigur Karsten Hansen at enda í svarinum til Flemming Mikkelsen.