Tað gongur eftir ætlan at fáa nýggja Idé Húsið á Hálsi upp at standa. Og væntandi verður húsið liðugt um ársskiftið. Eigararnir vóna tó at kunna flyta inn kanska longu í oktober ella november, um tað gongur væl.
Nýggi bygningurin verður 4.000 fermetrar í tveimum hæddum. Niðara hæddin verður 2.100 fermetrar, og tann ovara verður 1.900 fermetrar, sigur Birgir Andreasen, sum arbeiðir hjá Idé Møblum.
Arbeiðið verður gjørt av bæði føroyingum og dønum. Elementini eru gjørd í Danmark, og danir seta tey upp, eins og danir fara at tekja bygningin. Byggifelagið Kanjon hevur gjørt jørð- og betonarbeiðið. Og føroyingar fara at leggja ljós og hita inn. Enn er ikki avgjørt, hvør tað verður, sigur Birgir Andreasen.
Tað eru 22 ár síðan Birgir Andreasen fekk »tann idé«, at hann skuldi byrja eina møblasølu í Havn. Síðan hevur hann saman við familjuni verið í tveimum húsum.
Nú er tað triðja húsið ávegis, hóast Birgir nú bara stendur sum vanligt starvsfólk hjá felagnum. Hann eigur saman við konuni Elsebeth fyritøkuna. Elsebeth Andreasen er stjóri.
Idé Møblar hava seinastu níggju árini hildið til í leigaðum hølum hjá Havnar Timburhandli á Hálsi í Havn. Har hava tey trivist væl. Men nú Timburhandilin skal brúka hølini til egið virksemi, vórðu tey noydd til at taka eina støðu, hvat gerast skuldi. Um tey skuldu leiga aðrastaðni, byggja nýtt ella gevast.
Hildið varð rættast at byggja nýggjan bygning á grundøki, tey áttu á Hálsi, og sum seinnu árini hevur verið leigað øðrum handlum í umráðnum til parkeringspláss. Hesin bygningurin fer eisini at liggja á slíkum støði kostnaðarliga, at leigan fer at at líkjast tí, tað annars hevði kostað at leiga aðrastaðni í býnum.
Birgir Andreasen sigur, at tað er við góðum vónum, tey fara undir hetta nýggja tiltakið. Tað hevur gingið væl at fáa fígging. Helvtin av kostnaðinum er eginogn, sigur hann, uttan tó at vilja nevna, hvussu nógv tað er í krónum og oyrum. Men sum skilst gongur grundstykkið inn í hesa eginognina, tí tey áttu stykkið, nú farið varð undir at byggja.
Og Birgir Andreasen leggur eina við, at hetta als ikki líkist tí, sum gekk fyri seg í áttatiárunum. Tá var alt bygt upp á lán og yvirfígging, sigur hann.










