Nú er Mjølnir omaná

Flogbóltur: Menninir hjá Mjølnir gjørdu kvinnunum kynstrið eftir og vunnu 2-0. Fram legði rygg til tapið og tað kostaði annaðplássi

Mjølnir-Fram 2-0


Nú sær út til, at tað fer at vera Mjølnir, sum fer at draga tað longra stráið í stríðnum um silvurmerkini í landskappingini hjá monnum. Annað vikuskiftið á rað vunnu teir 2-0 á Fram, og tann sigurin hevur við sær, at Mjølnir av álvara hevur sett trumf á í stríðnum um silvurið.


Omaná alla tíðina

Hóast Mjølnir og Fram hava vunnið og tapt hvørt um annað móti hvørjum øðrum í ár, so hevur tað í seinastuni eydnast Mjølnir at leggja trýst á Fram. Ungu havnamenninir hava ikki havt eydnuna við sær mót Mjølnir, og samstundis hevur Mjølnir funnið stórspælið fram í kravdu løtunum.

Seinasta vikuskiftið spældu liðini bæði semifinalu í Runavík ? í steypakappingini ? og tann dystin vann Mjølnir 2-0. Tí var tað ikki óvæntað, at teir vunnu aftur í dag, men tað var ikki væntandi, at tað skuldi gerast so greitt.

Orsøkin til greiða Mjølnirsigurin var, at spælið hjá teimum riggaði betur enn tað gjørdi hjá Fram, og serliga eydnast tað Mjølnir at fáa breidd í spælið. Fyrr í ár fór næstan alt um hendurnar á Borko Ilic, men nú er tað eydnast honum, at fáa Boga at taka Trygva og Jóannes meira við í spæli aftur.

Hetta avlastar ikki bara Borko Ilic, men ger tað eisini torførari hjá mótstøðuliðnum at verja fyri.


Fram viknar

Um tað er tí, at kappingarárið er farið at halla, ella um tað er onnur orsøk fyri tí, vita vit ikki, men tað tykist, sum er Fram farið at vikna, nú landskappingin er farin at halla.

Fyrr í ár vóru tað teir, sum hingu í hølunum á Fleyr, men nú er tað Mjølnir, sum hevur sníkt seg til tann leiklutin.

Leygardagin var Fram eitt sindur skert, tí spælskiparin var ikki við í Klaksvík og tað merkist, serliga tá hann er ein av teimum mest royndu á liðnum.

Hinvegin fekk so ein nýggjur høvið at royna seg og tað kann koma til gagns seinni.Fram hevur kortini møguleikan at fáa silvurmerkini enn, men tað er ikki sannlíkt, nú teir taptu móti Mjølnir.