hava verið tung at koma ígjøgnum. Hetta er nakað, sum fer inn undir húðina. Men tað, sum er ringast, er at skera inn á bein og siga fólk úr starvi. Tað, haldi eg, er ótrúliga óbehagiligt, sigur Árni Gregersen [...] verið ein mánað afturúr við løn. Tað er irriterandi, men ikki meir enn tað. Eftirlønirnar snúgva eg sum eini 100.000 krónur tilsamans. Eg kann ikki siga annað enn, at tað er ein skylda, vit ikki hava yvirhildið [...] ikki fyri, at tað á ein hátt er ein lætti, at ein avgerð er tikin. - Vit hava øll vitað tað leingi, at tað gekk skeiva vegin, og tí er tað onkursvegna ein lætti. Men beint nú er tað irriterandi, og tað rakar
vera frá byrjan. Eg veit ikki um hetta er tað, tey kalla íblástur. Eg veit bara, hvussu tað verkið skal ljóðað og tað fær ikki verið annarleiðis, sigur Sunleif Rasmussen. Tað er ikki altíð, at tað gongur eftir [...] sum hann hevur skrivað, má blakast burtur. - Tú mást tora at spyrja teg sjálvan, um tað, tú hevur gjørt er satt, um tað er rætt. Onkuntíð havi eg skrivað í eina viku, áðrenn eg skilji, at eg eri farin av [...] tað er tað virðismesta fyri meg, sigur Sunnleif Rasmussen. Í samband við at FMA verður 11. mars hevur Vikuskiftissosialurin tosað við Sunleif Rasmussen um hansara virki sum tónaskald. Eisini er eitt prát
heldur ikki nakað av reypa av. Hóast fólkatalið í Gásadali er fáment, er onkur familja við børnum flutt til bygdina seinnu árini, og sjálvur er Karl Mikkelsen so heppin, at hann nú eigur eitt abbabarn í [...] hugsaðu slett ikki um Múlafoss, og tá dugdi eg ikki á nakran hátt at síggja, at hann fór at gerast so kendur – ja, kendur um tað mesta av heiminum. Sjálvur heldur hann, at fossurin er vorðin vakrari og [...] sjónarhornum og í øllum hugsandi ljósi og veðri. - Jú, her er vakurt í Gásadali, og tað hevur tað altíð verið, men satt at siga, eru tað onnur enn vit, sum búgva her, sum fyrst løgdu til merkis vakurleikan
hon á. Henni á hjarta lá tí spurningurin um, hvussu landsstýrismaðurin ímyndaði sær at hetta arbeiði kundi fáast liðugt til ásettu tíð á sumri 2007, tá enn onki er gjørt við hesa skúlabygging. - Og hvussu [...] Vestmanna: Hóast lítið hevur verið at hoyrt til tað, so er kortini gongd í málinum um nýggjan Fiskivinnuskúla í Vestmanna. Um ársskiftið kann arbeiðið verða boðið út, og í 2007 verður skúlin klárur at [...] málinum og at sjálv arbeiðsskráin er liðug og til gjøgnumgongd í ráðnum. Lítið brúkt Á tingfundi í farnu viku setti Heidi Petersen fram ein munnligan fyrispurning um hetta málið, sum hevur so stóran týdning
myndin er, at vit væl og virðiliga eru kappingarfør, og tað kunnu vit skjalprógva. Føroyska gassoljan er nógv bíligari enn tann danska, og samanlagt er alt oljubrennievni bíligari í Føroyum enn í Danmark [...] skattir og avgjøld. Hetta staðfesti Kappingareftirlitið sjálvt í kanning frá 2013. Oljan er helst einasta týdningarmikla vøra hjá føroyingum, sum samanlagt er bíligari í Føroyum enn í Danmark, sigur Hendrik [...] nar í kanningini skeivar. - Magn er sera ónøgt við kanningina av prísunum hjá føroysku oljufeløgunum, sum Kappingareftirlitið júst hevur almannakunngjørt. Kanningin er fakliga illa frágingin og niðurstøðurnar
næstum. Hetta er ein ætlan, sum upprunaliga er sett í verk av ST-stovninum UNESCO. Sum ein part av víttfevnda arbeiði sínum arbeiðir stovnurin eisini við at menna kynstrið at siga frá søgum. -Hetta er nakað [...] nakað sum er horvið í mongum londum, men hetta finst enn her í Føroyum. Tað mugu gera alt fyri at varðveita her, sigur Niels Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum. Ætlanin er her at fara inn í eitt samstarv við [...] úsið ikki einans er ein mentanardepil í Havn, men eisini er ein mentanardepil fyri allar Føroyar, sigur Lars Hjaltén í stuttum viðtali. Báðar vegir Norðurlandahúsið hevur nú meiri enn 20 ár á baki, og
noyðast vit at hugsa langt, tí so vinna vit enn meira. - Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, føroyska samfelagið hevur sett seg niður í felag. Øll eru samd um, at Føroyar skal verða millum tey bestu londini [...] á, at tað ringasta vit kunnu gera, er einki at gera: - Vit noyðast at eggja hvønn annan, so vit í felag mennast. Um vit einki gera, verður ónøgd og ruðuleiki. Tí er okkara skylda at leggja ætlanir fyri [...] fyri framtíðina. - Visjón 2015 er nú komin fram á borðið, tí vit hava sæð, at vit noyðast at leggja eina nýggja kós fyri tey næstu 10 árini, segði løgmaður og legði afturat, at hóast 9 ár eru til 2015, ber
hugsa upp á, sigur Finn Jensen. Hann er samdur í atfinningunum um, at tað er komið inflatión í próvtalsstigan, og at fólk sum heild fáa hægri próvtøl í dag enn fyrr. - Nú skal man hava 2 fyri at hava staðið [...] Í dag skalt tú so geva 0 í próvtal, um ein ikki skal standa fakið – fyrr var tað talið 5. Og eg vænti tað spælir inn, at tað er torført at geva próvtalið 0, tí 0 er jú einki, og fá avrik kunnu sigast at [...] tað er truplari at dumpa fólk í dag, sigur Finn Jensen, og vísir á, at tað heldur ikki er nakað próvtal í dag til næmingar, sum skara framúr – sum 13 talið var fyrr. Hann hevur tó onga meining um, hvørt
svenskum universiteti skuldi skapa yvirskriftir kring knøttin, er ivaleyst nakað óvæntað. Men tað er júst tað, sum hent er, seinastu dagarnar. Tað er vælkent, at í Svøríki fylla kynskvotur nógv, ikki einans [...] also langt frá reglunum um 40%. Hetta gav honum trupulleikar við nevndini, sum skal góðkenna lesitilfar til skeið. Í nevndini er eitt nú Pernilla West, næmingaumboð, sum eisini er í býráðnum í Lund fyri [...] Erik Ringmar við Science Report. Hann sigur víðari, at støðan er eitt dømi um, at skipanin ger seg inn á hansara granskingarfrælsi. Hann er eisini møttur við einari fordøming av sínum lærarum, hóast nakrir
at hetta er ein stórur og søguligur dagur í Klaksvík og Norðoyggjum, og hetta er ein stórur dagur fyri Føroyar. - Eg eri heilt bergtikin, og eg fái eina kenslu av vón og bjartari framtíð, tí hetta er eitt [...] stásiligi nýbygningurin er eitt fantastiskt bragd, sum hann tók til, og hann segði seg gleðast saman við eigarum og manning. - Eg haldi, vit øll kunnu vera samd um, at hetta er søgan um eina fyritøku, sum hevur [...] aftur fyrr enn klokkan 20-21 á kvøldi. Karl Johansen helt fyri, at hetta tíðarskeiðið í 1974 avgjørt ikki kann samanberast við arbeiðsumstøðurnar í dag. Øll røðan hjá borgarstjóranum kann lesast um heimasíðuna