Vestmanna: Hóast lítið hevur verið at hoyrt til tað, so er kortini gongd í málinum um nýggjan Fiskivinnuskúla í Vestmanna. Um ársskiftið kann arbeiðið verða boðið út, og í 2007 verður skúlin klárur at taka í nýtslu.
Soleiðis svaraði Jógvan á Lakjuni spurninginum frá løgtingskvinnuni Heidi Petersen.
Hon og helst fleiri við henni vóru ótolin eftir at frætta um, hvussu gekst við hesi ætlanini.
- Nú, vit eru farin at nærkast september mánaði, eru eingi sjónlig tekin um at nøkur skúlabygging skal fara fram í Vestmanna, sigur Heidi Petersen.
Við drúgva málinum um Miðnámsskúlan í Suðuroy í huga, óttaðust fólk í Vestmanna nú fyri, at hetta málið eisini skuldi dragast út til tað óendaliga.
Men Jógvan á Lakjuni kundi sissa fólk og siga, at gongd var í málinum og at sjálv arbeiðsskráin er liðug og til gjøgnumgongd í ráðnum.
Lítið brúkt
Á tingfundi í farnu viku setti Heidi Petersen fram ein munnligan fyrispurning um hetta málið, sum hevur so stóran týdning fyri fólkið í Vestmanna.
Hon spurdi m.a. um, hvussu langt fyrireikingarnar vóru komnar, nær ein kundi væntað at byggingin byrjaði og nær arbeiðið varð liðugt.
Í sama viðfangi spurdi hon um, hvørji framtíðarmál ið landsstyrismaðurin hevði fyri fiskivinnuútbúgvingina í Føroyum.
Heidi vísti á, at tá Tjóðveldisflokkurin í fjør legði uppskot fyri tingið um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna, var hetta felt, tí samgongan arbeiddi við sama uppskoti.
- Vit mæltu til at nýttar vóru 7 mió. kr. til hesa bygging í 2004. Síðani skuldið haldast fram, til skúlin skuldi vera liðugur og takast í nýtslu á sumri 2006.
- Men sitandi samgonga setti síðani 1 mió kr. av til bygging av Fiskivinnuskúla í fjør. Av hesum vóru 184.631 kr. nýttar. Og í ár eru 4,6 mió kr. avsettar til endamálið, men sambært Gjaldsstovuni eru bert nýttar 29.423 kr. higartil í ár, vísti hon á.
Henni á hjarta lá tí spurningurin um, hvussu landsstýrismaðurin ímyndaði sær at hetta arbeiði kundi fáast liðugt til ásettu tíð á sumri 2007, tá enn onki er gjørt við hesa skúlabygging.
- Og hvussu kann man náa at nýta tær játtaðu 4,6 mió kr. í ár, tá bert knapt 30.000 kr. eru nýttar higartil?, spurdi hon.
Sum í Vági
Heidi Petersen helt seg hóma sama mynstur sum í Vági, har undanfarna samgonga hevði sett eina bygging í gongd, har tann skúlin eftir ætlan skuldi staðið liðugur næsta vár.
- Men sum øll vita er hann farin í søguna, og ongin skúli hómast í nærmastu framtíð. Vónandi fær Fiskivinnuskúlin í Vestmanna ikki somu lagnu sum hesin, segði Heidi Petersen.
Í svari sínum greiddi landsstýrismaðurin frá, at gongd var í málinum. Hann nevndi m.a. at arbeiðsskráin var liðug og til gjøgnumgongd í ráðnum. Síðani skuldi projekteringin fara fram í heyst.
Hann væntaði eisini, at arbeiðið var klárt at bjóða út um ársskiftið og at byggingin kundi byrja komandi vár og vera liðugt til ásettu tíð, altso á sumri 2007.